Tað passaði sum fótur í hosu hjá teimum í Sandavági. Dreymurin var, at tað skuldi eydnast kvinnunum á Ørnini at tryggja sær FM heitið á Vestanstevnu í Sandavági, og tað eydnaðist og tað við lít!
Ørnin legði bragdliga fyri, og eftir fyrstu tíggju tøkini var tað eingin ivi um, at tað var hvíti báturin við reyða stokkinum og bláu rimini, sum var fremstur, og sum harvið hevði beina kós móti at tryggja sær FM heitið.
Skuturin gjørdist til hálva bátslongd og síðani til eina bátslongd og til tvær ferðir tað og kanska meiri afturat. Fagnaðurin var stórur, tá ið Ørnin fór um málstrikuna og tryggjaði sær FM heitið. Tær í Sandavági eru nøgdar, men tær hava sett sær nýtt mál.
- Vit hava vant nógv og dygt alt árið. Vit fegnast um sigurin í dag og um meistaraheitið, men vit ætla okkum eisini at vinna á Ólavsøku. Málið er, at sigurin skal gerast uppaftur meiri sannførandi, enn hann var tað hesa ferð, var viðmerkingin hjá manningini á Ørnini, tá ið tær vóru komnar aftur á dráttin, og báturin mest sum í einum var syftur á land av mongu og fegnu viðhaldsfólkunum.
Hetta var sætta ferðin, at Ørnin við kvinnum vann FM. Hinar ferðirnar hava verið í 1988, 1990, 1991, 1997 og í 1998.
Kappingin um næstfremsta plássið var long og ógvuliga tøtt. Ritan var leingi næstfremst, men í síðstu tøkunum megnaði Sílið at taka Rituna. Sílið hevur verið næstfremst í øllum róðrunum í summar uttan á Jóansøku, tá ið Sílið vann.
Ta ferðina søgdu tær á Ørnini, at tær høvdu ikki hildið innanhýsis avtalurnar, sum tær høvdu undan róðrinum. Tá góvu tær lyfti um, at eingin slingur skuldi vera í valsinum í næstu róðrunum. Lyftið hava tær hildið yvir fyri sær sjálvum bæði í Vestmanna og Sandavági.
Undan Ólavsøkuni er ilt at ímynda sær, at nakar skal megna at taka Ørnina. Um tað ikki fer at eydnast at vinna á Havnarvág, so ber illa til at ímynda sær aðra orsøk, enn at tær aftur fara at gloyma avtalurnar og harvið at fella seg sjálvar, og tað fara tær neyvan.
Næstfremsta plássið ber við sær, at Sílið hevur tryggjað sær silvurplássið í FM kappingini. At Ritan endaði á triðja plássi á Vestanstevnu ber við sær, at Ritan nú hevur lagt seg upp á síðuna av Jallinum í kappingini um bronsumerkini. Hesa ferð eydnaðist tað ikki so væl hjá Jallinum, sum endaði á fimta plássi. Junkarin megnaði at vinna fjórða plássið.
Úrslit - 5 mannafør kvinnur
1 Ørnin 05:06.08
2 Sílið 05:12.02
3 Ritan 05:12.06
4 Junkarin 05:17.06
5 Jallurin 05:17.08
6 Drekin 05:19.08
7 Tjaldrið 05:25.20
8 Báran 05:27.13
9 Blikur 05:45.19