Nýggi NSÍ venjarin er íslendingur

52 ára gamli Sigurdur Ragnar Eyjólfsson hevur í kvøld skrivað undir sáttmála í Runavík

Mynd: dimma.fo

Nýggjur NSÍ venjari er Sigurdur Ragnar Eyjólfsson. 52 ára gamli íslendski venjarin og Karstin Joensen formaður í NSÍ skrivaðu á tíðindafundi í kvøld undir sáttmála, sum er galdandi fyri 2026, skrivar dimma.fo.

 

Íslendski venjarin hevur UEFA-pro útbúgving,, og í bestu íslendsku deildini hevur hann verið venjari hjá ÍBV í 2014 og hjá Keflavík frá 2021 til 2023. Eisini hevur hann verið hjálparvenjari í norska Lillestrøm, og so hevur hann verið landsliðsvenjari í kvinnufótbólti í bæði Íslandi og Kina.

 

-Bæði felagið og liðið eru í menning, og í 2026 ætla vit at røkka longur, enn vit rukku í farna kappingarári, tá ið vit endaðu á triðja plássi í landskappingini. Vit ætla at røkka longur í landskappingini og steypakappingini, og vit ætla at standa okkum betur í Europa, enn vit gjørdu í ár, sigur NSÍ formaðurin Karstin Joensen.

 

Tað liggur í kortunum, at felagið fer at styrkja seg við nýggju spælarum.

 

-Hetta er nýggj og spennandi uppgáva fyri meg. Eg havi sæð fleiri at dystunum hjá NSÍ, og tað er skjótt at staðfesta, at felagið eigur nógvar góðar spælarar. Nú fara vit at arbeiða við hópinum og tosa um møguleikarnar at styrkja um liðið, sigur nýggi NSÍ venjarin Sigurdur Ragnar Eyjólfsson ella Siggi, sum hann verður nevndur, í samrøðu við dimma.fo.

 

https://dimma.fo/grein/islendingur-fer-at-venja-nsi

 

https://dimma.fo/grein/siggi-aetlar-saer-at-kappast-i-toppinum

 

https://dimma.fo/grein/karstin-aetlar-saer-at-keypa-fleiri-spaelarar

 

##med2##

 

Mynd: NSÍ

 

Mynd: dimma.fo