Hetta er stóri møguleikin hjá B36

Sigur í grannauppgerðini í kvøld fer at bera árstalsfelagið nærri europeiskum atongumerki

Í kvøld verður tað grannauppgerð í Gundadali. Meðan tað hjá B36 hevur gingið væl seinastu ferðirnar, so hevur tað ikki riggað so væl hjá HB.

 

B36 hevur tvær tær seinastu ferðirnar vunnið seks stig – ímóti TB og B68. HB hevur tapt tvær tær seinastu ferðirnar – mikukvøldið í síðstu viku ímóti KÍ og sunnudagin ímóti Víkingi.

 

Felags fyri HB avrikini ímóti KÍ og Víkingi var, at mótstøðuliðini skoraðu tíðliga. KÍ vann 3-2, og støðan var 2-0, tá ið 21 minuttir vóru farnir, og Víkingur vann 3-1. Longu í fjórða minutti vóru tvey mál farin ígjøgnum hjá HB málverjanum.

 

Tað er greitt, at trý tey fremstu vinna atgongumerki at spæla í Europa í 2022. Saman við teimum vinnur vinnarin av løgmanssteypinum pláss í Europa. Um eitt av trimum teimum fremstu verður steypavinnari, so fær nummar fýra pláss í Europa.

 

Støðutalvan sigur, at Víkingur er stórfavorittur at vinna næstfremsta plássið og harvið at tryggja sær pláss í Europa fyri fyrstu ferð síðani 2018.

 

Úrslitið í grannauppgerðini í Gundadali í kvøld fer at hava stóran týdning fyri, hvat at havnarfeløgunum verður favorittur at vinna bronsuplássið. Í øðrum umfari endaði grannauppgerðin við málleysum javnleiki. Grannadysturin í 12. umfari varð útsettur og verður spældur annan oktober.

 

-Tvær tær seinastu ferðirnar hevur fyrri hálvleikur verið katastrofalur. Spælararnir hava ikki verið fokuseraðir frá fyrsta bríksli og tískil ikki tikið ábyrgd fyri sær sjálvum og liðnum, og tað hevur kostað. Nú er neyðugt at vinna trý stig ímóti B36, og skulu vit tað, so verður tað neyðugt, at vit eru við frá fyrsta bríksli, sigur Kevin Schindler venjari hjá HB.

 

Samuel Chukwudi er ikki tøkur, tí hann er skaddur í knænum, og Mads Bo Mikkelsen er ikki tøkur, tí hann er vøddaskaddur

 

Hjá B36 snýr tað seg í álopspartinum um at fáa uppleggini at rigga, so Uros Stojanov kemur í góðar støður. Í 2-1 sigrinum ímóti B68 skoraði hann fyri aðruferð, síðani hann flutti til B36:

 

 -Eg eri fegin um, at tað eydnaðist mær at skora fyrra málið. Uppspælið frá Andras Johansen var seta gott. Síðani eg flutti til B36, hava vit vant, so teir kunnu finna meg, og eg kann finna teir, og tað gongur avgjørt rætta vegin, segði Uros Stojanov eftir heimasigurin ímóti B68.

 

Bjarni Petersen er tøkur aftur eftir at hava verið skaddur í fótinum. Tað er ivasamt, um Benjamin Heinesen er førur fyri at spæla. Hann er darvaður av skaða í lærkrikanum. Martin Agnarsson er um at koma seg, eftir at hann hevur sitið uttanfyri fleiri ferðir, tí hondin er brotin.

 

Símun Rógvi Hansen er ikki tøkur, tí hann er skaddur í knænum. Hugin Samuelsen er fluttur av landinum, og Eli F. Nielsen er langtíðarskaddur, tí krossbandið er slitið.

 

B36 – HB: Kári J. á Høvdanum kl. 18.00