Skúvoyingar fáa koppingarevni við tyrlu

Tað fall Harry Jensen, bónda í Skúvoy, fyri bróstið, tá apoteksverkið vildi hava hann at heinta koppingarevni móti garnasótt á Tjaldurs Apoteki. Nú vildu tey ikki senda heilivágin við postinum longur, og tað hevði merkt, at bóndin noyddist at liggja nátt í Havn fyri at fáa hendur á hesum. Men partarnir funnu eina góða flutningsloysn

Skúvoy

 

Fyri at tryggja, at allur seyður í Føroyum verður koppsettur móti garnasótt, hevur apoteksverkið á hvørjum ári sent út koppingarevni til ymisku hagapartarnar kring landið.

Harry Jensen, bóndi í Skúvoy, sigur, at so vítt, sum hann veit, er hetta einasti heilivágur til seyð, sum kemur av sær sjálvum á hvørjum heysti.

- Okkum nýtist ikki at bíleggja koppingarevni móti garnasótt, tí hetta er ein føst og afturvendandi bílegging um heystarnar fyri at halda sóttini burtur.

Onnur heyst hevur tað verið soleiðis, at apotekið hevur sent koppingarevnið móti garnasótt út á bygdirnar í postsekki, men í heyst er mannagongdin broytt.

- Í ár fingu vit at vita, at koppingarevnið skal avheintast á Tjaldurs Apoteki eitt mikukvøld millum klokkan 18 og 20. Orsøkin er, sigur apoteksverkið, at koppingarevnið, sum í hesum førinum kemur úr Íslandi, bert heldur sær í stutta tíð. Tí kann apotekið ikki taka ábyrgdina av, at koppingarevnið kanska er oyðilagt, tá tað skal brúkast.

 

Góð loysn

Harry sigur, at hann togaðist eina stund við apotekið um hesa broyttu mannagongd.

- Skuldi eg sjálvur til Havnar eftir koppingarevninum, sum skuldi avheintast millum klokkan 18 og 20, hevði eg verið noyddur at ligið nátt í Havn, og tá hevði koppingarevnið ikki verið nýggjari enn tað sama, tá tað kom til Skúvoyar.

Bóndin í Skúvoy sigur, at tey á Tjaldurs Apoteki vóru góð og forstáilig at tosa við, og tá samanum kom funnu tey eina heilt aðra loysn – nevniliga, at senda koppingarevnið til Skúvoyar við tyrlu.

- Í byrjanini var eg eitt sindur irriteraður, men vit fingu loyst hetta mál um flutningin á ein skilagóðan hátt og í góðum samstarvi. Kanska kunnu aðrir bøndur á útoyggj fáa somu loysn við apoteksverkið um flutning av koppingarevni, sum vit hava fingið, sigur Harry Jensen.

Sum bóndin í Skúvoy hevur skilt, er varhugi um, at allir bøndir kanska ikki goyma heilivágin líka væl, og verður hann ikki goymdur eftir forskriftunum, er lítil meining í at koppseta.

- Fyri at apoteksverkið kann hava reinan rygg, sum hann tekur til, vilja tey hava brúkararnar sjálvar at koma eftir heiliváginum, og tað skilji eg væl, sigur hann.

 

Matur og heilivágur

Harry Jensen sigur, at tað eru bara sleppingarlombini ella gimburlombini, sum verða koppsett móti garnasótt, og hetta verður bara gjørt einaferð.

- Koppsetingin varar so fyri lívið, leggur hann aftrat.

Hann vísir á, at garnasótt er sjúka, sum mennist yvir longri tíð, og tí verða eitt nú brundar ikki sproytaðir.

- Teir verða nevniliga dripnir, áðrenn vandi er fyri, at teir gerast sjúkir. Tað er ærsseyðurin, sum í fyrsta lagi fær heilivágin. Hornaseyðurin er tann, sum fyrst og fremst verður etin, sigur Harry Jensen.

Bóndin í Skúvoy heldur tað vera gott, at hornaseyður ikki verður koppsettur, tí sum hann tekur til, so fær seyður longu eina rúgvu av heilivági frammanundan.