FÓTBÓLTUR
Úrslitini hava verið sera svingandi hjá bæði HB og ÍF í ár, og tí var tað spennandi at síggja hvussu leikur fór at fara fram í Gundadali í gjár. Lutfalsliga fá fólk vóru møtt til dystin í kalda veðrinum, men tey, sum vóru uppmøtt, sluppu at síggja tvey góð mál hjá heimaliðnum.
HB spælið, ÍF møguleikarnar
Fyrri hálvleikur var heldur merkisverdur á tann hátt, at ÍF átti størru málmøguleikarnar, hóast HB átti bróðurpartin av spælinum. ÍF lá ikki langt afturi á vøllinum, og møtti HB langt uppi á vøllinum, sum eisini riggaði væl til at bróta HB-spælið niður. Tær ferðirnar HB kom í brotsteigin við bóltinum, var tað umvegis vongleikararnar, sum tó bara kundu síggja ÍF-verjuleikarar sparka innlegg teirra burtur.
Nógv størri bit var í framrættaða spælinum hjá ÍF, og hetta gav teimum eisini nakrar góðar málmøguleikar. Størsti møguleikin fall eftir einum korteri, tá ið Nenad Saric varð spældur púra leysur í brotsteiginum. Skot hansara endaði tó beint á HB-málverjanum, Marcin Dawid.
Fyrri hálvleikur var eingin stór uppliving fyri fótbóltselskaran, og stigatalvan segði tað sama. Fyrri hálvleikur endaði 0-0.
HB upp í ferð
Borgarlig munnu orðini frá HB-venjarunum hava verið í hálvleikinum, tí tað var eitt HB-lið við nógv størri vilja, sum vit sóu í seinna hálvleiki. Hóast hálvleikurin byrjaði lakur, so vann HB seg so við og við upp á eina hædd, har ÍF hevði stórar trupulleikar at fylgja við.
Men so kom ein støða, sum lættliga kundi lagt ÍF á odda. Vagnur Mohr Mortensen fekk bóltin á hondina í brotsteiginum, og so varð brotsspark dømt. Bartal Eliasen var settur at skjóta, men Marcin Dawid bjargaði.
Serliga innskifti Hendrik Rubeksen setti nógva ferð á spælið hjá, og innan fáir minuttir hevði hann tríggjar stórar møguleikar at leggja HB á odda, men misnýtti allar.
Vit skuldu leita okkum heilt fram til stórar tíggju minuttir fyri leiklok, áðrenn vit fingu fyrsta málið at síggja. Men leingi er tað, ið væl skal vera, og málið sum kom, var veruliga vert at bíða eftir. Andrew av Fløtum hevði vunnið HB eitt brotsspark skamt uttanfyri brotsteigarmarkið, og haðani sendi Vagnur Mohr Mortensen bóltin í einum bleytum boga yvir manngarðin, og upp í málhornið. 1-0 til HB.
ÍF royndi uttan úrslit at fáa útjavnandi málið, og í hinum endanum avgjørdi Hendrik Rubeksen dystin, tá ið hann skoraði til 2-0. Høgni Madsen misti bóltin langt afturi á vøllinum, og so setti innskifti Rógvi Poulsen ferð á. Hann spældi Hendrik leysan, sum trygt skoraði til endaliga úrslitið: 2-0 til HB.
HB hevur nú styrkt um støðu sína í heiðursmerkjastríðnum, meðan ÍF framvegis skal ansa sær í skeiva endanum. Tólv stig eru eftir at spæla um, og ÍF er fimm stig frá einari møguligari niðurflyting.