Í næstbestu norsku fótbóltsdeildini vardi Mattias H. Lamhauge málið, tá lið hansara, Strømsgodset vann 3-1 á Hødd á Marienlyst leikvøllinum í Drammen.
Tað sá tó svart út hjá Strømsgodset eina løtu. Í 63. minutti fekk Fredrik Ardraa hjá heimaliðnum seinna gula kortið, og fýra minuttir seinni legði Hødd seg á odda 1-0.
Gustav Wikheim javnaði tó fyri Strømsgodset átta minuttir seinni, og í tíðini dómarin hevði lagt aftrat syrgdu Jesper Taaje og Andreas Heredia-Randen fyri at heimaliðið vann dystin 3-1.
HER ber til at síggja hæddarpunktini frá 3-1 sigrinum hjá Strømsgodset:
##med2##











