Av føðideildini í Gekkin

Poulina Johannesen gjørdist seinasta leygardag tann hepni vinnarin í Gekka-spælinum hjá Sjónvarpi Føroya. Tað merkir, at hon í kvøld skal inn á gólvið í Vørsluni, fyri at heilsa uppá Rudolf og Anju og ikki minst fyri at snara hjólinum. Men pinkalítil trupulleiki hevur broytt ætlaninar eitt sindur

Seinasta fríggjakvøld, um tíggju tíðina, sat ein kvinna í Havn og spældi Gekk.

Ikki tí, hon var ikki einsamøll. Tað eru so øgiliga nógv, sum spæla Gekk og hyggja eftir Rudolfi og Anju.

Øll høvdu sæð, at kvinnan, sum seinasta fríggjadag var inni og snaraði gekkahjólinum, ikki hevði eydnuna við sær, og tí var spenningurin, um hvør fyrst fekk fulla plátu, stórur.

Og hygga síggj, var tað ein annar fjølmiðlamaður sum segði.

Tað var Poulina Johannesen, sum fyrst av øllum fekk fulla plátu.

Men nú var tað dirvi bilaði. Hon vildi ikki ringja til Rudolf, ella rættari - hon tordi ikki, sigur hon.

Tá var tað Jonhard Hammer kom aftur frá arbeiði, og hann sat ikki á boðunum og leyp í telefonina.

Gott fyri hana!

Tí hann fekk fatur á Rudolfi og síðan fekk Føroya fólk at vita, hvussu seint fólk starvast á Sosialinum.

Og soleiðis hendi tað, at Poulina Johannesen skal inn at snara gekkahjólið í kvøld.


Pinkalítil trupulleiki

Men tað var ein annar lítil trupulleiki. Orsøkin til at Poulina var í Havn var, at hon var við barn, og var farin um ásettu tíð.

Hon býr annars á Skála, men hevði, orsakað av herviliga kavaveðrinum, valt at gista hjá skildfólkunum í Havn.

Tá hon hevði gingið 16 dagar yvir tíð, vildi lítla barnið ikki bíða meir.

Og mikudagin 18. mars fingu Poulina og Jákup Petur Johannesen eina vælskapta dóttur. Hon vigaði 3660 gram og var 54 centimetrar long.

Men hvat so við Gekkinum?

? Eg fari allíkavæl, sigur Poulina Johannesen.

? Her á føðideildini hava tey verið so beinasom, at bjóða seg fram, sum barnagenta meðan eg eri vekk, so tað skal nokk fara at ganga, sigur hon.

Men hon skal út aftur á føðideildina beinanvegin. Einki við at fara á hotel at búgva.

? Nei, nei. Tað má bíða til eina aðru ferð. Tað havi eg fingið lovað frá teimum í Sjónvarpinum.


Ætlar at satsa

Men hvussu nógvar pengar er tú nøgd við, ætlar tú at satsa?

? Eg hevði verið nøgd við fimm túsund, men eg veit ikki. Eg haldi at eg fari at royna allar tríggjar ferðirnar, sigur Poulina Joensen.

Hvussu so við við eykavinninginum?

? Har fari eg at velja mær telduna, sigur Poulina.

? Tað verður í hvussu er ikki »scootarin«.

Hevði maðurin ikki heldur vilja havt eina snellu?

? Nei, sigur hon og smílist. Hann hevur ongan bát, so hann vil nógv heldur hava telduna.

Annars vilja leysatíðindi verða við, at Poulina sleppur í føðingardag í kvøld. Tað sigst, at dagurin í dag er tann tá Rudolf rundar tey 45 árini.

Hesi tíðindi hava vit tó ikki fingið váttað.

Vit ynskja Poulinu góða eydnu við Gekka-túrinum í kvøld, og ragga okkum út aftur á Sosialin.

Samstundis ynskja vit allari familjuni tillukku við lítlu systrini. Tað er øgiligt hon er fitt.