kappingin verður ikki roknað at vera á sama støði, sum hinar Europa Cup kappingarnar, men hóast tað, so vóru teir í GÍ nøgdir við, at tað endiliga eydnaðist teimum at vinna. Men hóast at teir vóru nøgdir við sigurin [...] ivaleyst fatanina av, at teirra lið heldur var hugað at verja enn at leypa á. Ein miðvallari fór framvið einsamalla álopsmanninum, og so royndu teir meiri ella minni heilhjartaðir at skapa okkurt. Møguleikarnir [...] sigurin, so vóru gøtumenn ikki nøgdir við, at tað ikki eydnaðist teimum at vinna so sannførandi, at tað hevði havt pláss við sær í næsta umfarinum, og tað er væl skiljandi, tí sammett við hini liðini,
Men vit eiga ikki at læsa okkum føst til bara at samvinna við ávís lond og ávísar fyritøkur. Vit eiga at hava marknaðin so frían sum til ber. Allar dyr eiga at standa opnar. Tvs. at her er talan um fría [...] eru farnar at gera seg út til at vera við í eini komandi oljuvinnu her á landi. VITJANIN hjá løgmanni í norska høvuðsstaðnum mánadagin var mikið áhugaverd. Lagt varð upp til frá norskari síðu, at Føroya løgmaður [...] høvi at hitta umboð fyri eina stjórn. Men vitjanin var eisini meira enn tað. Tað er greitt, at norðmenn veruliga síggja Føroyar og allan tann føroyska landgrunnin, sum eitt stað, har tað er vert at gera
hevur bara havt rós at borið teimum. Fleiri av teimum høvdu áður arbeitt sum eitt nú tænarar, og tað er sjálvsagt ein fyrimunur, tí at tey so eru von við at umgangast fólk og at ganga fólki til handa [...] sum tað beinan vegin bleiv rópt. Atlantic Airways vónar, at hetta kann verða við til at eggja fleiri mannfólk til at søkja starv innan vinnuna, tí at tørvur er á hesum. Tað er altíð ein fyrimunur, um man [...] Svøríki, tí at teirra flogfar ikki kláraði at nøkta allan tørvin, sum er á flutningi millum Føroyar og londini kring okkum. Tá ið Atlantic Airways leigaði eitt eykaflogfar, var samstundis neyðugt at útvega
til at fáa samstarvið aftur í rættlag, og vænti eg, at røða hansara á landsfundinum fer at snúgva seg um hetta, heldur Jóannes Eidesgaard, sum eisini roknar við, at Poul Nyrup Rasmussen nú fer at royna [...] royna at finna fram til, hvat varð galið í samstarvinum. Eisini hevur formaður Javnaðarfloksins lagt sær í geyma, at forsætisráðharrin hevur lagt stóran dent á, at hann ikki fer at leggja seg út í føroyska [...] eiga nú at líta frameftir, og tað gamla aggið kann eg ikki brúka til nakað, sigur Jóannes Eidesgaard. Formaður Javnaðarfloksins sigur tó, at hann nú fer at lurta eftir, hvat landsfundurin fer at siga -
fingið boð um at møta í rættinumkl. 11 fyrrapartin, men av tí at eitt rættarmál var áðrenn hansara, noyddist hann at bíða drúgva tíð. Úrslitið gjørdist, at Sigmundur fekk passið aftur, og at hann nú kemur [...] appelerað øll mál í rættinum, sum hava við fiskiskap at gera, sigur Sigmund Andreasen. Annars sigur Sigmundur í telefonini, at hann hevur gott mót, og vónar at tíð hansara á oynni nú skjótt er av. Sakførarin [...] Tað er helst veruleikin, at hernarmyndugleikarnir hava mistikið seg í mínum máli, men at teir ikki vilja viðganga tað. Fyrsti ferð hann sleppur í rættin Tað góða í dag er, at eg nú fyri fyrstu ferð sleppi
nýtt, at ein meiriluti av teimum fólkavaldu vilja ganga hesa leið, er ikki so undarligt, at ein ávís mótstøða er; tað vilja altíð verða fólk, sum ikki vilja broytingar, sum leggja nógva orku í at mótarbeiða [...] eisini teimum framburðssinnaðu nýggjar kreftir at fyrireika sína ætlan enn betur. Tunnar grundgevingar frá andstøðuni Men eg kann ikki lata verða við at halda, at mótstøðan hjá Javnaðar- og Sambandsflokkinum [...] koma ikki longur enn at siga, at um vit kvetta í dag, so? um blokkurin verður tikin burtur í morgin, so? Men tað er jú ikki tað, sum vit ætla - æraðu tingmenn, vit ætla nemliga at arbeiða undir skipaðum
nýtt, at ein meiriluti av teimum fólkavaldu vilja ganga hesa leið, er ikki so undarligt, at ein ávís mótstøða er; tað vilja altíð verða fólk, sum ikki vilja broytingar, sum leggja nógva orku í at mótarbeiða [...] eisini teimum framburðssinnaðu nýggjar kreftir at fyrireika sína ætlan enn betur. Tunnar grundgevingar frá andstøðuni Men eg kann ikki lata verða við at halda, at mótstøðan hjá Javnaðar- og Sambandsflokkinum [...] koma ikki longur enn at siga, at um vit kvetta í dag, so? um blokkurin verður tikin burtur í morgin, so? Men tað er jú ikki tað, sum vit ætla - æraðu tingmenn, vit ætla nemliga at arbeiða undir skipaðum
til niðurflyting. Avrikið í Gøtu vísti tó, at tað meiri enn so kann koma fyri, at sumbingar fara at vinna stig, og gera teir tað, so kann vera so skjótt at sleppa av niðasta plássinum. ÍF og B71 hildu [...] móti B68. Støðutalvan sigur frá, at vágbingar í løtuni ikki kunnu savna seg um at røkka plássið, ið ber altjóða luttøku við sær, men at teir heldur mugu brynja seg fyri at sleppa undan niðurflytingarhóttanini [...] varð roknað við, at liðini í bestu deildini fóru at býta seg í tríggjar partar. Nú eru seks av átjan umførum avgreidd, og eftir fyrsta triðingin av kappingini vísir støðutalvan, at liðini hava býtt seg
um, at vit hava fingið eitt gott úrslit. Uppá fyrispuring hvat hann hevur at halda seg til í so máta, vísir hann á, at allir serfrøðingar, sum landsstýrið hevur havt, hava víst á, at vandin við at fara [...] samtíðis hava bretar loyvi til at senda síni skip í sama økið uppá somu vilkor. Løgmaður leggur aftrat, at hetta at tað er brúkt so nógv orka frá báðum síðum í so langa tíð, vísir, at tað eisini eru aðrir enn [...] an er sera áhugað í at hava rættindi so langt suðuri sum gjørligt. Tvs. at her verður føroysk fiskiveiðulóggáva fyri skip, sum eru skrásett í Føroyum og skip, sum hava loyvi til at fiska uppá føroyskan
Jóhannes og Stamen meta, at teirra uppgáva er at geva røttu leiðbeiningina, at geva ein góðan gróðrarbotn. Og við góðu úrslitunum, ið eru nádd í altjóða kappingum, tykist hetta at bera ávøkst. Stuttligt [...] krónur og diplom. Marjun, Ulla og Dánjal eru samd um, at tað er spennandi og læruríkt at vera við. Fleiri av teimum, ið tóku lut, kann ein vænta at síggja á altjóða tónleikapallinum seinni. Ulla var millum [...] ferðast úr stað til stað. Harafturat er tað hart arbeiði at náa tindarnar, um ein væl at merkja nakrantíð kemur so langt. Um tey kundu hugsa sær at undirvíst í tónleiki, og so spælt umframt, vita tey ikki