Um summarið er altíð úr at gera í ferðavinnuni. Av hesi orsøk eru tað heilt fitt av summarstørvum til ung
innan hesa vinnuna. Tað
kann verða eitt nú sum tænari, hjálparfólk á gistingarhúsi ella ferðaleiðari. Í ár leigaði Atlantic Airways eitt eyka flogfar úr Svøríki, tí at teirra flogfar ikki kláraði at nøkta allan tørvin, sum er á flutningi millum Føroyar og londini kring okkum. Tá ið Atlantic Airways leigaði eitt eykaflogfar, var samstundis neyðugt at útvega eyka starvsfólk fyri tíðina, sum flogfarið var leigað. Tískil var lýst í fjølmiðlunum eftir útvið tíggju ungum fólki, sum kundu hugsað sær slíkt starv í summarmánaðunum.
Eingi serlig krøv
Hjá Atlantic Airways verður sagt, at tað vóru ikki sett serlig krøv til umsøkjararnar. Sjálvsagt var ein ávísur málkunnleiki kravdur. Enskt skal dugast, og tað er ein greiður fyrimunur í vinnuni, um ein dugur okkurt annað mál.
Haraftrat skal ein duga at svimja, tí hetta verður kravt í samband við neyðstøður og bjargingararbeiði.
Tað er sjálvsagt eisini ein fyrimunur, um ein hevur arbeitt í tænastuvinnu, og tískil veit, hvussu man skal fara við viðskiftafólki.
Tey, sum fingu starv sum flogternur/flogskarvur, vóru send á skeið í nakrar vikur. Á skeiðinum, sum verður kravt av Statens Luftfartsvæsen, læra tey fyrstuhjálp, og haraftrat læra tey at kenna flogfarið í tann mun, sum avvarðandi myndugleikar meta verða
neyðugt.
Tá ið tey hava verið á skeið, fáa tey eitt certifikat, sum góðkennir tey sum flogternur/flogskarvar.
Stóðu seg væl
Nýggju flogternurnar og flogskarvurin hjá føroyska flogfelagnum stóðu seg væl í
summar frættist. Ikki stóðu tey nakað aftan fyri tær heldur royndaru flogternurnar, og ferðafólkið hevur bara havt
rós at borið teimum.
Fleiri av teimum høvdu áður arbeitt sum eitt nú tænarar, og tað er sjálvsagt ein fyrimunur, tí at tey so eru von við at umgangast fólk
og at ganga fólki til
handa.
Ein av ungu flogternunum, sum Yngd hevur tosað við, sigur, at tað er eitt stuttligt men strævið arbeiði at verða flogterna. Tú kemur í
samband við nógv fólk, og so kemur tú eisini runt til fleiri lond. Tó so, tey hava lítla tíð og onga orku til at fara og hyggja seg um, tá ið
tey steðga á í einum landi eina løtu.
Tá ið tey flúgva, er arbeiði rættiliga strævið, tí at arbeiði tá er rættiliga intensivt.
Flogskarvur
Í sambandi við nýggja starvsfólki hjá Atlantic Airways fingu føroyingar fyri fyrstu ferð ein steward ella ein flogskarv, sum tað beinan
vegin bleiv rópt.
Atlantic Airways vónar, at hetta kann verða við til at eggja fleiri mannfólk til at søkja starv innan vinnuna, tí
at tørvur er á hesum.
Tað er altíð ein fyrimunur, um man hevur bæði konufólk og mannfólk til verka í einum flogfari.
Helst eisini komandi ár
Tey ungu, sum fingu starv í summar, eru nú næstan øll givin at flúgva. Flogfarið, sum Atlantic Airways leigaði, er farið aftur til Svøríkis, og tískil er ikki tørvur á so nógvum eyka fólki longur.
Hjá Atlantic Airways vesturi í Vágum verður sagt, at væntandi verður eisini eitt flogfar leigað komandi summar, og tá verður so aftur tørvur á ungum, sum eru klár til at fara undir eitt flúgvandi arbeiði í nakrar mánaðar.
Flogternurnar og flogskarvurin, sum fingu summarstarv í fjør, hava sjálvsagt ein fyrimun, tí at tey hava roynt tað áður og hava certifikat. Tó so, tey noyðast at fara undir eitt nýtt viðlíkahaldsskeið, so at tey ikki hava gloymt alt.









