Ulla vann donsku Steinway kapingina

Tað má sigast at hoyra til stóru løturnar í føroyskari tónleikasøgu, tá Ulla Timmermann úr Havn vann. Hetta er kapping fyri ungar klaver úrmælingar úr øllum ríkinum, men eisini onnur eru við. Hetta er kapping, ið mong av kendu nøvnunum í dag einaferð hava luttikið í, t.d. Niels Lan Doky

Fyri góðari viku síðani, tann 18. apríl, luttóku 3 næmingar frá Tórshavnar Musikkskúla í 13. Steinway kappingini. Hesi vóru 16 ára gamla Marjun H. Olsen, 10 ára gamli Dánjal Ásmundarson og 18 ára gamla Ulla Timmermann.

Kappingin verður hildin í fleiri londum. Eisini í Føroyum hevur undankapping verið, og tryggjaðu 3 musikkskúlanæmingar sær pláss. Hetta var meðan verkfall var, og hetta forðaði fleiri næmingum í at luttaka. 15 undankappingar vóru í danska ríkinum millum musikkskúlar í amtunum. Men eisini komu luttakarar úr Svøríki og Póllandi t.d.

Kappast verður í aldursbólkunum 11-13 ár, 14 - 16 ár og 17 - 19 ár.

Í skránni stendur, at allir luttakarar fáa diplom. Gáva verður latin í hvørjum bólki, umframt, at ein eyka gáva verður latin fyri serstakliga væl framførdan nýggjari tónleik. Her kemur Ulla inn í myndina.


Ulla vann

Føroyingar hava luttikið síðani 1994. Hesaferð vóru fleiri fjølmiðlar til staðar og danska sjónvarpið hevði innslag frá kappingini mikukvøldið, har eisini brot var um føroysku næmingarnar - og vinnaran.

Fýra dómarar úr ymsum londum gjørdu úrskurð. Ulla vann.

- Tað var heilt óvæntað, sigur Ulla, sum tó hevur roynt tað áður.

-Men sjálvsagt er tað ein løgin kensla og sera spennandi. Tað er nakað heilt annað at spæla til slíkt tiltak, har góðir dómarar døma, enn her heima, har ein ofta kennir tey, ið lurta, sigur Ulla, sum fekk eitt gávubræv uppá 2000 krónur og diplom.

Marjun, Ulla og Dánjal eru samd um, at tað er spennandi og læruríkt at vera við. Fleiri av teimum, ið tóku lut, kann ein vænta at síggja á altjóða tónleikapallinum seinni.

Ulla var millum teirra, ið leiktu nýggjari tónleik, og hon vann í sínum bólki. Hetta má sigast at vera væl klárað.

Eingin av teimum trimum hevur enn gjørt sær nakrar hugsanir um eina framtíð innan tónleikin. Teir báðir lærararnir Stammen og Jóhannes halda tað heldur ikki vera lív at liva sum konsertpianist til dømis. Tá livir ein í einum kufferti og ferðast úr stað til stað. Harafturat er tað hart arbeiði at náa tindarnar, um ein væl at merkja nakrantíð kemur so langt.

Um tey kundu hugsa sær at undirvíst í tónleiki, og so spælt umframt, vita tey ikki, men henda hugsan kennist meira lokkandi.


Dánjal spælir jazz

Stamen fekk hugskotið at taka næmingar inn at spæla jazz. Dánjal gekk upprunaliga til trummur, men sat ofta í gongini og leikti klaver, t.d. tjóðsangin og annað.

Fleiri hoyrdu hann, men sera trupult er at sleppa framat í klaverundirvísingini. Tá onkur spurdi, hví Dánjal ikki heldur leikti klaver, segði hann, at rúm var ikki fyri honum. At enda bar tó til.

Dánjal luttók í kappingini innan jazz. Stamen metir, at kappingin er vorðin meira frí í so máta, og er hetta bert gott. Hetta við rútmu og blues verður ofta sett í samband við nakað, ið ein hevur í sær. Tað er møguliga so, men bæði Jóannes og Stamen eru samdir um, at alt krevur arbeiði. Og so leggja teir afturat, at tá talan er um tónleik, list sum heild, so er altíð talan um nakað, ið kemur innanífrá, uttan mun til tónleikaslag. Men aftanfyri liggur altíð hart arbeiði, um ein skal gerast góður. Hvør veit, kanska eiga vit dugnaligar jazzpianistar í Føroyum um nøkur ár

Jóhannes og Stamen meta, at teirra uppgáva er at geva røttu leiðbeiningina, at geva ein góðan gróðrarbotn. Og við góðu úrslitunum, ið eru nádd í altjóða kappingum, tykist hetta at bera ávøkst.

Stuttligt, og ikki minst fløvandi hjá tónleikarunum er, at Tórshavnar Býráð hevur ynskt tilluku við góðu úrslitunum. Vit á Sosialinum ynskja somuleiðis tillukku.