Undan kappingarbyrjan varð roknað við, at liðini í bestu deildini fóru at býta seg í tríggjar partar. Nú eru seks av átjan umførum avgreidd, og eftir fyrsta triðingin av kappingini vísir støðutalvan, at liðini hava býtt seg í tríggjar partar.
Botnurin
Í niðasta partinum er fyrst og fremst Sumba, sum ikki hevur fingið nakað stig, og tískil framvegis má metast sum mest upplagdi kandidaturin til niðurflyting. Avrikið í Gøtu vísti tó, at tað meiri enn so kann koma fyri, at sumbingar fara at vinna stig, og gera teir tað, so kann vera so skjótt at sleppa av niðasta plássinum.
ÍF og B71 hildu frí síðsta vikuskiftið og avgreiða ikki innanhýsis uppgerðina fyrrenn komandi sunnudag. Úrslitið verður sera týdningarmikið fyri stríðið at sleppa longri burtur frá niðurflytingarstrikuni.
Størsta vónbrotið í landskappingini higartil hevur verið VB, sum á Vágseiði, har teir annars plaga at standa seg væl móti teimum flestu, taptu móti B68. Støðutalvan sigur frá, at vágbingar í løtuni ikki kunnu savna seg um at røkka plássið, ið ber altjóða luttøku við sær, men at teir heldur mugu brynja seg fyri at sleppa undan niðurflytingarhóttanini. Um tvær vikur skulu teir á Skálafjarðarstevnu og so koma tvær sera týdningarmiklar uppgerðir undan summarfrítíðini. Tær verða móti B71 og Sumba.
Miðjan
Í miðbólkinum eru bara grannarnir úr NSÍ og B68. Støðutalvan sigur okkum, at eysturoyarliðini ikki eru so langt frá toppliðunum. Fyri fleiri er tað ivaleyst óvæntað, at B68 hevur tikið seg so mikið høgt upp, men úrslitini bera boð um, at samansetta liðið gerst alt meiri samanspælt. Teir fáa vitjan av B71, áðrenn teir skulu í Gundadal móti HB og fáa vitjan av GÍ.
NSÍ fær vitjan av VB og Sumba, áðrenn teir runda fyrru hálvu av í Gundadali móti B36. Úrslitið móti KÍ í Klaksvík kunnu teir ivaleyst liva við (onnur lið hava havt og fara at hava trupulleikar at fáa nakað við sær har norðuri frá), men skulu teir í NSÍ hugsa um heiðursmerkir og Europa Cup, so er neyðugt, at teir fáa størri nyttu burturúr málmøguleikunum og eru meiri avgjørdir í verjupartinum.
Toppurin
Tað er so tætt millum tey fýra oddaliðini, sum tað næstan ber til. B36, KÍ og HB hava verið roknað sum mest uppløgdu evnini til heiðursmerkjapláss, og tað verður sera áhugavert at fylgja við í, hvussu tað fer at hilnast fram móti summarsteðginum.
Einki av hesum trimum liðunum hevur verið heilt støðugt í sínum avrikum. Síðsta dømið um hetta var sunnudagin, tá øll trý liðini høvdu løtur, tá tey so avgjørt vóru at tosa við.
Gøtumenn tykjast hava funnið stevið, men hóast teir vunnu stórsigur á heimavølli móti sumbingum, so var talan ikki um støðugt og sannførandi avrik.
Spurningurin er so, hvat av liðunum fer at ríða á aldukambinum tær næstu vikurnar. Samanbera vit støðutalvuna við uppgávurnar, sum liggja fyri tey síðstu trý umførini undan summarsteðginum hjá ymisku liðunum, so er tað HB, ið hevur lættastu dystirnar. Teir skulu til Fuglafirðar og Sands og fáa vitjan av B68. Hjá B36 sær tað hópin torførari út, tí teir fáa vitjan av GÍ og NSÍ og skulu Klaksvíkar.
Vit fara at fylgja so frægt við, sum vit megna tað. Í morgin hava vit frásøgn frá fyrsta FM kappróðrinum. Frásøgnin úr 3. deild verður í blaðnum hósdagin, og sum vikan líður fara vit at hita alt meiri og meiri upp til landsdystin móti Skotlandi, sum verður leygardagin.jh










