LØGMAÐUR og landsstýrismaðurin í oljumálum vóru bodnir at vitja Noreg av forsætisráðharranum Kjell Magne Bondevig. Vitjanin fall so eisini saman við stóru altjóða oljuframsýningini ONS 98 í Stavanger. Á hesi framsýningini vóru eisini fleiri føroyskar fyritøkur, sum so smátt eru farnar at gera seg út til at vera við í eini komandi oljuvinnu her á landi.
VITJANIN hjá løgmanni í norska høvuðsstaðnum mánadagin var mikið áhugaverd. Lagt varð upp til frá norskari síðu, at Føroya løgmaður, sum her varð javnsettur við ein statsleiðara, skuldi hitta bæði Harald Kong, forsætisráðharran, uttanríkisráðharran, oljumálaráðharran, fiskimálaráðharran og kommunu- og samstarvsmálaráðharran. Við undantaki av uttanríkisráðharranum, sum varð upptikin av vitjan Arafats og Peres, hitti løgmaður allar hinar ráðharrarnar. Í uttanríkisráðnum hitti hann so ístaðin vararáðharran.
NÚ er slík vitjan fyrst og fremst ein kurteisisvitjan, har ein nýggjur løgmaður fær høvi at hitta umboð fyri eina stjórn. Men vitjanin var eisini meira enn tað. Tað er greitt, at norðmenn veruliga síggja Føroyar og allan tann føroyska landgrunnin, sum eitt stað, har tað er vert at gera íløgur í í framtíðini. Her verður serliga hugsað um møguleikarnar at finna olju og gass. Tað var tí eisini ein liður í ?marknaðarføringini? av norskum oljuídnaði, at landsstýrismaðurin í oljumálum eisini varð boðin til Noregs.
KJARNIN í boðskapinum frá norðmonnum má í stuttum sigast at vera hesin: vit hava trý stór oljufeløg og ein stóran ídnað annars, sum tæna og servisera oljuvinnuna sum heild - og sum fegin vilja vera við í einum føroyskum oljuútviklingi.
HETTA er ein týðuligur boðskapur, og eiga vit føroyingar eisini at vísa hesum ynski stóran áhuga. Tað kann bara vera gott, tá aðrar tjóðir og fyritøkur í øðrum londum, halda tað vera skilagott at gera íløgur her hjá okkum, íløgur, sum skulu fjøltátta okkara vinnulív og annars geva landinum nýggjar inntøkumøgleikar og fólkinum nýggj arbeiðspláss. Men vit eiga ikki at læsa okkum føst til bara at samvinna við ávís lond og ávísar fyritøkur. Vit eiga at hava marknaðin so frían sum til ber. Allar dyr eiga at standa opnar. Tvs. at her er talan um fría kapping, har kappingarførið er ein týðandi partur av málinum. Harvið verður ikki sagt, at vit føroyingar ikki eisini at viga onnur viðurskifti eisini, tá vit gera samstarvsavtalur við aðrar. Umframt Noreg eiga vit so eisini at hava eyguni eftir Danmark og Bretlandi, sum náttúrligir partnarar í menningini av eini komandi oljuvinnu.
HÓAST einki ítøkiligt varð lagt fram undir Noregsferðini um samstarv, so vita vit, at tað longu er í gongd samstarv millum føroyskar útbúgvingarstovnar og norskar, og har eisini norsk oljufeløg eru við sum týðandi sponsorar. Áhugavert kundi verið at vita, í hvønn mun føroyingar hava sett fram ynski um, at føroyskar fyritøkur longu nú kunnu sleppa upp í part, tá ræður um at framleiða og lata tænastur til ta stóru oljuvinnu, sum longu er í Noregi. Tað hevði gagnað øllum, um tað longu nú vóru føroysk virki, sum knýttu samstarv við norskar fyritøkur og harvið fingið know how og kunnleika, sum aftur kann vera góð barrlast, tá hesi somu føroysku virkini einaferð í framtíðini skulu til at lata vørur og tænastur til eina oljuvinnu her um okkara leiðir. Tað hevði eisini verið hugaligt, um tað onkursvegna kom eitt ítøkiligt norskt útspæl um, hvussu teir kunnu hugsa sær eitt útbygt samstarv á oljuøkinum. Og tað hevði heldur einki gjørt, um ynski og vónir teirra til samvinnu viðføroyingar á oljuøkinum, eisini smittaði av til samvinnu á øðrum økjum við. Tíðin vil vísa í hvønn mun norðmenn eru hugaðir til tess.










