Fiskimarkið við í avtalu

Løgmaður dylur ikki fyri, at tað hevur stóran týdning fyri okkum føroyingar at fáa hetta málið, sum tað hevur verið samráðst um so leingi, uppá pláss. Við hesum sipar hann ikki bara til spurningin um landgrunnsmarkið. Hann hugsar her eisini og ikki minst um fiskimarkið millum londini.

-Tað er týdningarmikið, at vit nú fáa reglurnar um fiskiveiði uppá pláss.

Spurningurin um fiskimarkið verður nú loystur á tann hátt, at bæði føroyingar og bretar varðveita tey rættindi, sum teir longu hava havt í økinum. Talan verður um eitt felagshav ella Grásonu um ein vil, sum løgmaður ikki sær nakrar trupulleikar við.

-Fiskivinnan er sera áhugað í at hava rættindi so langt suðuri sum gjørligt. Tvs. at her verður føroysk fiskiveiðulóggáva fyri skip, sum eru skrásett í Føroyum og skip, sum hava loyvi til at fiska uppá føroyskan lisens galdandi. Men samtíðis hava bretar loyvi til at senda síni skip í sama økið uppá somu vilkor.

Løgmaður leggur aftrat, at hetta at tað er brúkt so nógv orka frá báðum síðum í so langa tíð, vísir, at tað eisini eru aðrir enn vit, sum hava lagt stóran týdning í, hvussu markið sær út.


Væl nøgdur

Vit spurdu løgmann, um hann er fult út nøgdur við tann sáttmála, sum nú liggur á borðinum?

-Fara vit til útgangasstøðið fyri hesum samráðingum og teimum útlitum, sum annars hava verið, so er eg sera væl nøgdur við úrslitið. At vit eru suðuri í Gráu sonuni vísir bert, at her er talan um eina heiðurliga loysn, tvs. at einki av undirgrundarmarkinum er norðan fyri bretsku útleggingina av fiskimarkinum.

Løgmaður ynskir ikki at fara út í smálutir við avtaluni, sum verður løgd fyri tingið mánadagin, men Sosialurin hevur tó skilt, at bretar heilt hava slept upprunaligu krøvum sínum, sum gingu langt inn á føroyska landgrunnin.

Útgangsstøðið í samráðingum í 1991 var, at vit løgdu út við okkara útlegging av fiskimarkinum, og bretar byrjaðu heilt norðuri á Munkagrunninum. Frá føroyskari síðu hevur so verið givið út frá tí markinum og norður í Gráu sonuna, meðan bretar eru farnir frá tí upprunaliga markinum norðuri á Munkagrunninum og suðuryvir.

Tað skilst eisini, at føroyingar sambart avtaluni fáa bæði fiskirættindi og undirgrundarrætt í eini minni Grásonu eystanfyri. Har er miðlinjan vorðin rættað upp, so tað er okkara útlegging av fiskimarkinum, sum eisini er vorðið landgrunnsmark. Sama er galdandi fyri tí minni Grásonuni longur vestari. Har hevur man rættað upp fiskimarkið, sum er tað sama sum undirgrundarmarkið.

Fara vit so suður til tað stóra Gráa økið, so hava vit fingið eitt øki, sum er uppá góðar 1100 kvm av tí samlaða økinum uppá einar 8000 kvm. Tvs. at báðir partar hava lorað nakað út, men hyggja vit eftir uppruna bretska kravinum, so hava teir lorað mest.

Nógv hevur verið tosað um ?Hvíta økið? tvs. tað stóra ongamannaland, sum liggur millum føroysku og bretsku designeringarnar. M.a. hava føroyingar borið ótta fyri at missa ella ikki sleppa fram at meginpartin av hesum stóra øki, um bretar fasthildu síni upprunakrøv, og hetta síðani endaði við einum sakarmáli. Men avtalan hevur nú við sær, at føroyingar fáa ein stóran og týðandi part av ?Hvíta økinum?. Hetta er eisini eitt øki, sum altjóða oljufeløgini hava stórar vónir til.

Anfinn Kallsberg, løgmaður er sannførdur um, at vit hava fingið eitt gott úrslit. Uppá fyrispuring hvat hann hevur at halda seg til í so máta, vísir hann á, at allir serfrøðingar, sum landsstýrið hevur havt, hava víst á, at vandin við at fara til Haag er stórur - og kunnu føroyingar fáa eitt mark, sum meira ella minni gongur eftir bretsku útleggingini av fiskimarkinum, so skulu teir taka tað.