elsta í heiminum, fingið frið, men nú hevur verandi fíggjarmálaráðharri brádliga givið boð um, at úttøka skal gerast fyri skuldini. Vit fingu einki at vita, fyrr enn vit fingu bræv um at møta í rættinum [...] umaftur í Fútarættinum. Hann mótmælti og ynskti at fáa stundir at søkja sær sakkøna hjálp í málinum, ið nú var vorðið ógvuliga torgreitt. Men sakførarin hjá Innkrevjingardeild Landskassans vildi ikki útseta [...] Eidesgaard, ið er formaður í felagnum, sum eigur og rekur sluppina Johonnu, sigur, at limirnir í felagnum eru vónsviknir av viðferðini, Johanna hevur fingið frá landsins myndugleikum. Hann dugir ikki at skilja
starvsfólkið og kommunurnar skuldi betala hinar rakstrarútreiðslurnar, eitt nú leigu, streym og varma o.s.fr. Men hesum vil Tvøroyrar Býráð nú sleppa undan. Býráðið heldur ikki, at tað er ein kommunal uppgáva at [...] Grund, at mannagongin kundi verið øðrvísi. ?Framferðin ímóti kommununum kundi verið øðrvísi. Eitt nú áttu vit sjálvsagt at hava boðað Tvøroyrar Kommunu frá, tá ið leigutreiðslurnar hækkaðu og at samskiftið [...] betala fyri at hava almannastovu í Suðuroynni. ?Tvøroyrar Kommuna hevur gjørt eina avtalu og hana halda vit fast við, sigur Sámal Petur í Grund, Landsstýrismaður. Tað var herfyri, at Tvøroyrar Býráð segði avtaluna
fáum beinraknum orðum. Maria mundi vera mitt í sjeytiárunum, tá hon segði, at nú høvdu øll børn hennara tað gott, og at nú tordi hon við friði í sálini at leggja frá sær. Neyvan mundi hon seta seg afturá [...] teimum, ið sjálv ikki vóru ment at tosa søk sína og teirra avvarðandi, ? tey, ið verða rámað av tí, vit øll vóna, bert rámar hini. Lívið hjá Mariu gjørdist partur av søguni hjá nøkrum av felagsskapum teirra [...] ótroyttilig í nevndini í JAVNA, í MBF og í Deyvafelagnum. Hevði tú hug at biðja hana minka ferðina, tí nú var eisini tíð hjá henni at seta seg afturá, helt hon fyri, at tíðin var knøpp, og at stundir vóru
Jú, rætt er, sum miðvingarnir gittu. Tað eru fólk, sum gera kanningar í samband við orkuverkið, sum hava sett steyrarnar niður. Men ongar ítøkiligar ætlanir eru kortini um nakran veg enn. Tíansheldur um [...] arbeiðið gongur sína gongd, og at nú verður bíðað eftir frágreiðingini, sum skal koma í januar.Tá verður so endalig støða tikin, sigur hann. Tað, sum higartil er gjørt, eru bara kanningar, sum skulu vísa [...] fara at arbeiða her, ivast teir ikki í, at tað fer at hava keðiliga ávirkan á eitt nú fuglalívið. Tvey ternuvørp eru við vatnið, og terna er skjarrligur fuglur, sum skjót er at styggja burtur. So henni
sum sjálvstøðug tjóð. Nú er tað ikki bara sum at siga at seta upp roknistykki fyri, hvussu vit skulu klára okkum ár 2005, ár 2014 og ár 2030. Og tað haldi eg er líkamikið, um vit eru sjálvstøðug tjóð ella [...] skulu vit megna at gjalda samfelagsraksturin, tá fíggjarstuðulin frá dønum ikki longur er veruleiki«? Og nógv kæra sína neyð um, at tey fáa einki ítøkiligt roknistykki sett upp og sum prógvar, at vit fara [...] virkaðari vøru, vit eiga eisini at leggja nógv størri dent á alternativ fiskasløg. Men eisini aðrar vinnugreinir eiga at útvega føroyingum arbeiðspláss. Ein møguleiki er smáídnaður, har vit kunnu virka í
urin var á skránni, og vit harvið fingu møguleikan at fara undir fyrsta partin av at vaska burtur. 7?1 tap á heimavølli hvørvur ikki beinanvegin, men vit mugu gera tað, sum vit kunnu, og tað er gott, at [...] at tað verður á heimavølli, at vit sunnudagin fáa møguleika at vísa, at vit eru betri enn tað, sum varð víst ímóti B36. Úrslitini siga, at tit hava stórar trupulleikar í verjuspælinum? ? Hesa ferð var [...] Kanska vit vóru so væl nøgdir við sigurin í Gøtu, og so trúðu spælararnir ikki upp á, at vit kundu pressa B36 og kanska skapa spenning um samlaða úrslitið. Teir fluttu seg væl og nógv, meðan vit alla tíðina
Kynstrið at gevast Spurningurin er, nær ein listamálari kemur hartil, at hann veit, at nú er málningurin liðugur, at nú er ikki meir at gera. - Eg trúgvi ikki, eg nakrantíð fari at megna kynstrið at duga [...] púra vísur í, at hann nú fór at fáa munandi meir frá hondini. Sannleikin er, ásannar hann, at tað er næstan ongin munur. - Við árunum eri eg vorðin so sjálvkritiskur, at tað eru dagar, tá eg næstan fái [...] minum lívi, tá allir málingarnir endiliga vórðu komin upp at hanga, og hetta stóra puslispælið knappliga varð vorðið ein heild, minnist Øssur Mohr. Uttan iva eru tað onnur sum eisini minnast løtuna, tí við
at skriva teldu tá hon var 60. Annars eru teir beskrivandi partarnir til tíðir skiftandi í presisión. Onkuntíð fáa vit bæði bygd, for- og eftirnavn, onkuntíð fáa vit hvørki bygd ella navn. Men sum heild [...] seinni. Uppbygging av bókini Fýra kapitlar viðgera sonevnd ?case-studies? ella eru kanningar av ítøkiligum dømum, og tey eru í stuttum Tvøroyri-Vágur, Fuglafjørður, Klaksvík og so alivinnan. Tey verða við [...] viðgjørt teir kalla coping strategies. Tað kann kanska umskrivast til: Hvussu gerast vit før fyri at leggja eina leið, at vit gerast før fyri at vinna á trupulleikunum? Dentur verður lagdur á at leita eftir
Bløðini eru altíð til taks. Tú ert vælkomin at hava títt egna hondarbeiði við. Andakt verður lisin hvønn dag. Frá Dagtilhaldinum á Strondum Vit hava opið týsdag og hósdag millum kl. 15 og 18, vit eru byrjaði [...] Faðir vár. Øll eru hjartaliga væl komin. Sjómanskvinnuringurin í Runavík kemur saman í Kvinnufelagshúsinum mánakvøldið kl. 19.30. Mint verður á jólapakkarnar til sjófólki. Allar kvinnur eru vælkomnar. Thabor [...] og bløðini eru til taks. Møguleiki er at gera ymiskt handarbeiði, spæla kort, bobb, telva o.m.a. Hvør dagur endar við andakt og sangi. Øll eru hjartaliga vælkomin. Vága Pensionistafelag Vit skipa fyri
Ellis og Røktarheimi, sigur Páll Vang. Men hann ásannar, at nú hann frætti um ætlaðu sparingarnar, sær hann samstundis sítt ynski fjara burtur. Nú stúrir hann fyri, at tað kann taka fleiri ár, áðrenn nakað [...] at andliga er hann mentur so mikið væl, so nú er hann búgvin til at flyta suður, har tann kropsliga venjingin kann halda fram. Og júst til fysioterapi eru umstøðurnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi og góðar sum [...] ga tvingast norður aftur. Sjálv heldur hon, at nú hevur Páll Vang verið í tvingaðari útlegd úr heimbýnum í meiri enn 10 ár fyri at menna seg aftur, so nú átti hann at havt eitt sjálvsagt krav upp á at