Frálík bók við ringum lýti

Ummæli

The Restructuring of the Faroese Economy, Granskingardepilin fyri økismenning.

Samfundslitteratur, København 2002.


Ein snotilig bók er send mær til ummælis, sum fimm manns á Granskingardeplinum fyri Økismenning í Klaksvík hava skrivað. Teir eru B. Mortensen, Ó. Høgnesen, G. Hovgaard, D. Holm og R. Apostle. Hon er útgivin á danska forlagnum Samfundslitteratur í Keypmannahavn.
Bókin er skrivað á eingilskum. Og tað kann væl undra, eftir sum áhugin fyri úrslitum og ráðum frá hesum unga stovni man vera størstur í Føroyum. Men teir skriva í innganginum, at hon fer at koma á føroyskum seinni.
Tittulin er The Restructuring of the Faroese Economy ella umskipan av føroyska búskapinum, hóast eingin teirra er búskaparfrøðingur, og í tí liggur, at teir leggja dent á tað, sum hent er seinastu 10 árini. Tann umskipan ella umstrukturering, sum er farin fram aftaná kreppuna fyrst í 90-unum. Har er eisini ein undirtittul: ?The Significance of the inner Periphery?, ella týdningurin af innaru periferiini ella útjaðaranum. Hvat, ið henda sonevnda innara periferi er, skal eg venda aftur til seinni.
Uppbygging av bókini
Fýra kapitlar viðgera sonevnd ?case-studies? ella eru kanningar av ítøkiligum dømum, og tey eru í stuttum Tvøroyri-Vágur, Fuglafjørður, Klaksvík og so alivinnan. Tey verða við tí fyri eygað at finna tað, sum er eins, og tað, sum líkist frá í hesum dømum, hvat viðvíkur fortreytum, útvikling, kreppuárin og so hvussu bygdirnar komu sær undan hesa kreppu aftur.
Eitt fyrsta og síðsta kapittul skrivar um teori. Tað ætlaði eg ikki at gera nógv burturúr, tí tey fýra konkretu kapitlini kunnu saktans lesast uttan nakra upplæring í post-fordismu. Eitt áhugavert hugtak verður viðgjørt teir kalla coping strategies. Tað kann kanska umskrivast til: Hvussu gerast vit før fyri at leggja eina leið, at vit gerast før fyri at vinna á trupulleikunum? Dentur verður lagdur á at leita eftir hesum strategium í teim viðgjørdu dømunum. Og tað er skilagott. Men spurningurin er um hesar størru bygdir hava havt nakra strategi sum tær hava roynt at realisera. Tað haldi eg ikki man kann siga. Úrslitið man mest vera eitt rættiliga tilvildarligt úrslit av persónum og tratitiónum.
Annars kann sigast, at djúptgangandi kanningar av ?exemplariskum? dømum kunnu geva eina góða fatan av teim veruligu strukturunum og mekanismunum, sum liggja í gongdini og broytingunum har. Klaksvíkingarnir brúka sjálvir hugtakið ?mechanism? onkunstaðni, men tað er ógreitt um teir byggja á eitt ástøði sum nevnist ?cirtical realism?. Eingilsmaðurin Andrew Sayer, sosiologur í Lancaster, nevnir hetta slag av kanningum ?intensive research?, sum merkir, at kanningin fer í dýpdina í fáum vælvaldum dømum, fyri har at finna tær virkandi mekanismurnar, sum kunnu forklára gongdina. Sostatt forkastar hann tað ?ekstensiva? slagið av kanningum, (positivisma), sum brúka tonsavís av tølum og statistikki, sum ongantíð kann geva meira enn nakrar leysar ábendingar um tað, sum veruliga liggur undir.
Metoda ella framferðarháttur
Um framferðarháttin, metoduna, siga teir at teir skilja millum
?1: miðdepilin, sum er Tórshavnarøkið,
?2: innaru periferiina, sum eru kommunur, sum hava fleri enn 1000 íbúgvar, tað eru Klaksvík, Runavík-Nes, Vestmanna, Miðvág, Tvøroyri og Vágur.
?Restin kallast so ytra periferiin, og í hesum bólki koma so bæði Kirkjubøur og Mykines, Sumba og Gøta, Sjóvar og Svínoy. Eg haldi ikki, at ein slík uppbýting er haldgóð ella skilagóð.

Teir hyggja (næstan) blint eftir kommunum og teirra fólkatali. Her falla teir aftur í gamla positivismu og taxonomi. Teir hyggja ikki eftir funktiónellum økjum. Um bygdir, býir ella økir heva góða havn, nógv arbeiðspláss, handil ella tænastur. Teir leggja Nes og Runavík saman, men ikki Sandavág-Miðvág. Og Sjóvar kommuna hevði 1. jan. 2000 longu 1003 íbúgvar.
Hví Kirkjubøur liggur í ytru periferi, men Kaldbak í miðdeplinum, tí henda gamla kommuna einaferð fór uppí Havnar kommunu, fái eg onga meining í. So her er okkurt teoretiskt teir eiga at hugsa ígjøgnum enn eina ferð.
Sjálvir skriva teir í viðgerðini av stóru bygdunum í Suðuroynni eitt brot, sum kallast The problem of distance (s. 68). Og júst hetta, frástøðan ella ferðingatíðin til Havnar og miðøkið, hevur størri týdning enn tað at kommunan hevur 999 ella 1011 íbúgvar.
Fýra konkret dømir
Lýsingarnar av teim fýra konkretu dømunum eru heilt upplýsandi. Onkuntíð kemur væl av gamlari søgu við, men aðrastaðni er í so nógv av smáputli við, til dømis tá sagt verður frá, at bókhaldarin í einum firma er ein 75 ára gomul kona, sum lærdi at skriva teldu tá hon var 60. Annars eru teir beskrivandi partarnir til tíðir skiftandi í presisión. Onkuntíð fáa vit bæði bygd, for- og eftirnavn, onkuntíð fáa vit hvørki bygd ella navn. Men sum heild er hetta rættiliga forvitnisligur lestur.
Kaos í staðanøvnum. Hvar liggja Bird Cove og Cross bay???
Tó noyðist eg at nevna kapitlið um alivinnuna, har fyrra helvt er klár, men seinna er ikki lesandi vegna tess, at eg ikki kenni tey har nevndu staðarnøvnini aftur. Á síðu 143 fara teir at tosa um North Point og the main town og Green Sound. Á næstu síðu nevna teir Westbay Salmon, sum kanska er tað sama sum West salmon? Á síðu 146-149 gongur heilt av skriðuni. Vit koma til eksotisk pláss, sum eita Pig Island, Strand, Fiskaverking, og the western central island. Seinni (s. 147) siga teir frá, at fiskur verður seldur til Faeroese buyers in Gentle bay and Midway. Er tað Midway í Kyrrahavinum, teir meina við? So fara teir á somu síðu til felagið South Salmon, sum millum annað virkar í South Bay og hevur keypt aliloyvi í Midpoint, og teir hava aliringar í Whale Harbour. Okkurt gongur fyri seg í Pirates Cove, og teir hava samband við onkran í Bird Cove. Okkurt hendir í Cross Bay og Whale Cove. Eg royndi at hyggja at Føroyakortinum, men eg var púra (lost(. Heldur ikki telefonbókin ella vegaskeltini kundu føra meg til Contrary Bay ella Pig Bay. Og gamla fiskikortið hjá bretskum trolaraskiparum ?Close?s Fischermen?s Chart? hevur ikki brúkt hesa forbrongling ella staðanavnaimperialismu.
Á síðu 148 fara teir til Norðoyggjarnar, giti eg. Umtala eitt firma North Salmon og okkurt liggur í North Bay og Whale Sound, og longu nú eri eg vilstur aftur. Men tokan lættir eitt sindur í Harold?s Sound, sum kanska er Haraldssund. Eisini royni eg at gita, at Sundafjørður skal vera Sundalagið.
Tíverri er hetta tað reina kaos. Tað líkist ongum at skriva sovorðið volapykk. Her átti Høgnesen, sum er medhøvundur saman við Apostle, at lisið rættlestur meira enn einaferð.
Men í grundini hava føroyskir staðanavna-sjonglørar við Svenning Tausen á odda sjálvir lagt kósina. Teir hava í Heimsatlassinum, sum verður brúkt í skúlunum, sjálvir víst leiðina, og brongla staðnøvn víða hvar í verðini. Grønhøvdaoyggjar, Hammerfjørður, Móritania, Høvdastaður og Kili.
Fylgja vit logikkinum í Heimsatlassinum, so er tað heilt og fult í lagi, at ein eingilsmaður ella canadiari skrivar um Contrary Point og Pig Bay, tá teir innføddu í Føroyum tosa um Tvøroyri og Porkeri.
Keðilig lýti í annars spennandi bók
Men sum heild meti eg hetta at vera eitt rímiligt stig frammá hjá økismenningardeplinum. Savnan, skipan og útskriving av vitan um nýggjaru søguna, hvussu samfelagið er samansett og virkar í dag er neyðugt.
Fotomyndirnar eru ikki allar líka góðar, men fleiri kort og tabellir eru í lagi. Kanska manglar eitt index ella evnisorða- og navnalisti, tað hevði gjørt tilfarið brúkiligari. Men hetta kann rættast í komandi føroysku útgávuni.
?Inngangsbønina?, ein yrking eftir Chr. Matras: Hitt blinda liðið, sum eg altíð havi hildið verið ræðuliga, haldi eg vera óhóskandi, um hon vísir til manningina í Klaksvík. Men tað var kanska heldur ikki ætlanin?
Afturímóti er permumyndin eftir Ingálv av Reyni vælvald. Hon kann útleggjast bæði sum kenslur, ein forvirraður veruleiki og trupulleikar við at ?strukturera? lívið og tilveruna.