Vinnan grundvøllur okkara

Eingin tjóð, lítil ella stór, kann vera inntøkur fyri uttan. Og í allar flestu førum er tað eitt ella annað slag av vinnulívi, sum rindar samfelagsraksturin. Tí má og skal vinnulívið bera seg.

Eingin tjóð, lítil ella stór, kann vera inntøkur fyri uttan. Og í allar flestu førum er tað eitt ella annað slag av vinnulívi, sum rindar samfelagsraksturin. Tí má og skal vinnulívið bera seg.

Afturvendandi spurningurin tá tosað verður um føroyskt tjóðveldi er:

»Hvussu skulu vit megna at gjalda samfelagsraksturin, tá fíggjarstuðulin frá dønum ikki longur er veruleiki«? Og nógv kæra sína neyð um, at tey fáa

einki ítøkiligt roknistykki sett upp og sum prógvar, at vit fara at klára okkum sum sjálvstøðug tjóð. Nú er tað ikki bara sum at siga at seta upp roknistykki fyri, hvussu vit skulu klára okkum ár 2005, ár 2014 og ár 2030. Og tað haldi eg er líkamikið, um vit eru sjálvstøðug tjóð ella eitt danskt amt. Her havi eg hug at vísa á orðini hjá íslendska forsætisráðharranum, Davidi Oddsson, sum vísti á, at var treytin at allar familjur skuldu hava roknistykkið púra greitt, so stóðu ikki nógv hús í Havn.

Heldur enn at seta upp roknistykki, sum menn so kunnu diskutera um smálutir í í nógv ár, haldi eg uppgáva tjóðveldismanna vera, at seta upp ítøkiligar møguleikar fyri at inntøkur kunnu fáast til vega at gjalda samfelagsrakturin hjá sjálvstøðuga føroyska statinum.


Vinnulívið

Og Tjóðveldisflokkurin vísir sjálvsagt á vinnulívið sum tann

samfelagsparturin, ið skal gjalda okkara samfelagsrakstur. Og hetta merkir, at samfelagið skal leggja stóran dent á at gera vinnulívið ført fyri at

gjalda henda rakstur. Myndugleikarnir eiga tí at slóða fyri nýhugsan innan verandi vinnugreinir, og fyri nýggjum.

Og grundgeglan fyri alt vinnuligt virksemi í einum sjálvstøðugum føroyskum stati eigur at verða, at vinna skal bera seg og geva avkast til sín sjálvs og samfelagið.

Henda grundregla hevur tíverri ikki verið galdandi í føroyskum politikki og tí heldur ikki í føroyskum vinnilívi seinastu nógvu árini. Trupulleikin hevur verið, at vinnulívinum og vinnulívsmonnum hava ikki verið settar tær einfaldu treytir, at vinna skal bera seg. Heldur hevur tað verið soleiðis, at vinnan og vinnulívsmenn hava livað av einari gigantiskari sosialhjálp.

Ein kann spyrja seg hví, hava hesar treytir ikki verið settar vinnuni og vinnulívsmonnunum. Og svarið er einfalt tað, at tað er tí, at vit hava fingið tann peningin uttan ífrá ? fyri einki at gera ? sum skuldi nýtast til gjald til samfelagsrakstur. Vinnan er einfalt sloppin undan síni høvuðsuppgávu, tí danir hava sent hundraðtals av milliónum henda veg í fimti ár.

Hesin fíggjarstuðul hevur tí heldur enn at hjálpa okkum, skapt drepandi líkasælu og ábyrgdarloysi millum politikarar, embætismenn og ikki minst vinnulívsmenn. Um treytirnar í framtíðini verða, at vinnan skal bera tann partin av samfelagsrakstrinum, sum blokkurin úr Danmark ger í dag, so verða aðarar treytir settar okkara politikarum, vinnulívsmonnum og embætismonnum.

Og hesi verða tá noydd til at arbeiða sambært nýggju fortreytunum. Og eg ivist ikki í, at nýggju fortreytirnar fara at gera, at okkara politikarar gerast meira ábyrgdarfullir, embætisfólkið meira dugnaligt og vinnulívsmennirnir minni sjálvsøknir og meiri álítandi.


Hvat er at gera

Fiskivinnan verður framvegis okkara høvuðsvinna, men hon má tillagast treytunum. T.v.s. at hon skal bera seg og tí eisini effektiviserast. Um hetta ikki verður gjørt beinanvegin so rættiliga skjótt. Verða færri arbeiðspláss tá í fiskivinnuni, so mugu onnur finnast í øðrum vinnugreinum.

Innan fiskaídnaðin mugu og skulu vit leggja nógv størri dent á at virka vøruna, áðrenn hon verður flutt út. Við øktum prísi og skapan av arbeiði fer hetta at geva samfelagnum eina økta inntøku millum 45-65 milliónir árliga pr. 10.000 tons av útfluttar virkaðari vøru, vit eiga eisini at leggja nógv størri dent á alternativ fiskasløg.

Men eisini aðrar vinnugreinir eiga at útvega føroyingum arbeiðspláss. Ein møguleiki er smáídnaður, har vit kunnu virka í samstarvi við onnur lond. Antin sum undirleverandørar ella í pakkatilboðum. Eitt gott dømi er útgerð til fiskivinnuna, sum í 70´unum og 80´unum so at siga øll varð keypt úr Danmark. Her kundu vit uttan nakað sloppið upp í samstarv við íslendingar í einum pakkatilboði, har vit t.d. framleiddu stálvørurnar og teir tað tøkniliga. Hetta krevur bert, at okkara fyritøkur sleppa at levera til heimamarknaðin og soleiðis sleppa at menna seg og royna seg.

Annars verður tað alt meira soleiðis innan vinnulívið, at menniskjasligu eginleikarnir er tað týdningarmesta innan framleiðsluna. Og hetta kemur

sjálvsagt av tøkniligu menningini. Og sjálvsagt hava føroyingar eins góðar eginleikar og onnur fólkasløg, og tí eiga vit at leggja nógv størri dent á at føroyingar fáa møgulleikar at menna seg á tøkniliga økinum, og at vit tí um nøkur ár kunnu vera við í kappingini á hesum øki. Her krevst eingin rávøra og íløgan er ein brotpartur av tí, vit tosa um í verandi vinnu í Føroyum. Um rætt verður atborið, kunnu vit uttan iva skapa fleiri hundrað arbeiðspláss á tøkniliga økinum á føroyskum arbeiðsplássum. Hetta innanfyri fá ár.

Okkurt er eisini, sum bendir á, at tað ber til at skapa vinnuligt virksemi av tí, sum landbúnaðurin gevur.

Satt at siga trúgvi eg, at tað í veruleikanum bert er viljin og

hugflogið, sum seta mørkini fyri einari dyggari samfelagsmenning í einum føroyskum stati. Størsta forðingin er tíverri enn persónligu áhugamálini, ið gera alt ov nógvar av okkara vinnulívsmonnum til tungar elefantar, sum hava snábilin niðri í landskassanum í tíð og ótíð.