Enn eitt tómt, hvítt lørift fær nøkur ótolin strok við blóðreyðari máling. Kanska kunnu strokini brúkast til okkurt seinni - kanska ikki. Fyribils skulu tey bara fáa tóma løriftið at tiga.
Eina løtu sær listamálarin Øssu Mohr næstan út til at kenna seg forfylgdan
- Eg toli ikki tóm lørift. Tað følist, sum tey standa og rópa á meg og júka um at verða til ein málning her og nú. So eg plagi at geva teimum nøkur tilvildarlig penslastrok, sum doyva rópini so mikið, at eg kann savna meg um tað, eg eri í ferð við.
Tí ikki fyrr enn friður valdar, kann Øssur Mohr byrja at mála. Ringir telefonin, ella onkur kemur á gátt bara eina løtu, kann tað oyðileggja allan dagin.
- Eg missi snøgt sagt tráðin og finni hann ikki aftur. Tí eri eg eisini noyddur at læsa hurðina og toga stikkið úr, so fólk ikki kenna seg illa av at hava órógva meg, sigur Øssur Mohr.
Onkuntíð vildi hann ynskt, at tað eisini bar til at toga stikkið til tankarnar út.
- Eg fái í øllum førum ikki ikki mála, um eg gangi og spekuleri yvir ymiskt annað. Havi eg trupulleikar av onkrum slag, má eg rudda upp í teimum fyrst. Eg havi prøvað hatta við at flýggja frá trupulleikum og inn í málningin, men úrslitið verður hareftir, so tað eri eg givin við.
Luftiga landslagið
Í løtuni eru nakrir av nýggjastu málningunum hjá Øssur Mohr at síggja í Leikalund í Klaksvík, har teir á onkran hátt vísa eina øðrvísi síðu av listamálaranum.. Onkursvegna tykjast hesir málningarnir djarvari enn vanligt. Litirnir eru bráðari, sum vilja teir ruska í myndevnið, sum framvegis er bygdin og útsynið og himmalin út frá Fuglafirði.
Serliga er tað bygdin, sum hevur broytt skap síðani seinast.
- Hon er í øllum førum blivin munandi meir abstrakt. Í heila tikið fær tað naturalistiska minni og minni týdning fyri meg, og tað kann væl hugsast, at bygdin skjótt hvørvir heilt úr mínum myndum, sigur Øssur eitt sindur hugsunarsamur.
Í flestu av myndunum hómast nakar blóðreyðar strikur ella mest sum tilvildarlig skvett.
- Hatta eru restir frá reyðu strokunum, sum skuldu fáa nakna løriftið at tiga. Onkuntíð kunnu tey faktiskt brúkast, sigur og Øssur og fer yvir til málningin og leggur hondina yvir eitt av reyðu skvettunum.
- Sært tú, hvussu málningurin doyr, tá reyði bletturin hvørvir? Hann skapar eina dýpd í myndini, sum annars hevði verið rættiliga fløt. Tað er sovorðnum, er arbeiði mest við fyri tíðina - dypd og dimensiónum heldur enn einum ávísum landslag. Ella, tað vil siga - eftirhondini síggi eg himmalin og luftina sum eitt landslag í sær sjálvum.
Evsti dreymurin hjá Øssuri Mohr er at mála ein málning, sum bara er ein málningur. Ein málning, har onki annað leikar á uttan ljós, litir og kompositiónir, sum bara harmonera og fungera á ein fullkomnan hátt.
Kynstrið at gevast
Spurningurin er, nær ein listamálari kemur hartil, at hann veit, at nú er málningurin liðugur, at nú er ikki meir at gera.
- Eg trúgvi ikki, eg nakrantíð fari at megna kynstrið at duga at gevast. Sum oftast steðgi er bara, tí eg haldi meg ikki koma víðari beint tá, og fari so í holt við ein annan málning. Ikki fyrr enn eg nakrar dagar seinni hyggi aftur at fyrra málninginum, síggi eg, at hann kanska var liðugur kortini. Kanska má eg bara hava nakrar dagar at skilja meg av við málningin mentalt, grunar Øssur Mohr, sum í so máta minnir ikki sørt um sína fyrimynd, listamálaran Oluf Høst, sum var kendur fyri ikki at vilja sleppa sínum málningum.
Tað sigst enntá um Høst, at hann onkuntíð fór við pensli og máling út at vitja fólk, sum høvdu keypt ein av hansara málningum, og biðja um at sleppa at gera málningin lidnan.
Øssur Mohr dugir væl at ímynda sær støðuna.
- Eg renni meg meir enn so í onkran av mínum málningum, har tað næstan kriblar í mær at sleppa afturum aftur og líka snøgga okkurt. Eg royni at rista kensluna av mær og minna meg sjálvan á, hvussu skjótt tú kanst oyðileggja ein málning við at blíva við og við, men tað er lættari sagt enn gjørt, sigur Øssur.
Tá Øssur fyri 10 árum síðani valdi at siga sítt starv frá sær fyri at kunna mála burturav, var hann púra vísur í, at hann nú fór at fáa munandi meir frá hondini. Sannleikin er, ásannar hann, at tað er næstan ongin munur.
- Við árunum eri eg vorðin so sjálvkritiskur, at tað eru dagar, tá eg næstan fái sannført meg sjálvan um, at eg ikki dugi at mála longur. Slíkir dagar eru ein kampur at koma ígjøgnum, sigur Øssur, sum kortini ongar ætlanir hevur um at gevast sum listamálari.
- Tíbetur skal so øgiliga lítið til, fyri at stimbra hugin at mála aftur. Eitt vinarligt orð ella eitt positivt prát við onkran er ofta nokk. Slíkar løtur eru ofta allarbesti íblásturin, eg kann fáa.
Stórsta løtan
Framsýningin í Leikalund í løtuni er tann fyrsta, sum Øssur Mohr hevur í Føroyum í tvey ár. Hesa tíðina hevur hann fyri tað mesta sýnt fram í Danmark, og Øssur dylur ikki yvir, at ein av orsøkunum er, at listaumhvørvið í Føroyum kann kennast heldur trongligt.
- Tað eru jú ótrúliga nógvar listaframsýningar her heima, og eg vil helst ikki troytta fólk. Listaklandrið, sum tók seg upp fyri nøkrum árum síðani, gjørdi tað heldur ikki meir hugaligt, og satt at siga tími eg ikki at brúka orku uppá slíkt. Eg vil bara hava frið at mála, og tað krevur nóg nógva orku sum er, sigur Øssur.
Eftirhondini er Øssur eisini vorðin rættililiga væl umtóktur í Danmark sum listamálari. Longu í 1993 fekk hann heili tríggjar málningar við á høgt mettu sensureraðu framsýningina Kunstnernes Vinterudstilling. Hetta var eitt sindur av einum nálareyga at koma ígjøgnum, tí av teimum 3100 verkunum sum vóru send inn, vórðu bert 150 góðtikin.
- Eg visti, at júst handan framsýningin er ein av teimum, sum galleríini halda neyvt eyga við, so tað gav sjálvandi eitt vist sjálvsálit at sleppa upp í part, sigur Øssur, sum síðani hevur knýtt nógv sambond í danska listaumhvørvinum.
Størstu listaligu upplivingina hevur Øssur Mohr tó havt í Føroyum, tá hann fekk heiðurin at hava serframsýning í Listaskálanum á Listastevnuni í 2004. - Tað var heilt fantastiskt, tí eg hevði aldrin torað at droymt um at fáa ein slíkan møguleika. Eg bleiv spurdur í mei mánað, og skuldi also fylla Listaskálan við málningum longu í september, so har var ikki nógv tíð at geva av. Hinvegin, so arbeiði eg ofta best undir trýsti, so tað gekk óvanliga væl. Tað var nokk ein av størstu løtunum í minum lívi, tá allir málingarnir endiliga vórðu komin upp at hanga, og hetta stóra puslispælið knappliga varð vorðið ein heild, minnist Øssur Mohr.
Uttan iva eru tað onnur sum eisini minnast løtuna, tí við 600 gestum setti júst hendan ferniseringin met í tali á vitjanum á Listasavninum í senn.
Glottarnir
Hóast løtur sum hesar gera alt arbeiðið tað vert, hevur Øssur Mohr onki ímóti at avromantisera myndina, fólk ofta hava av, hvat tað vil siga at arbeiða sum listafólk.
- Fólk hava hug at flenna, tá man sigur, at tað er hart arbeiði at vera listamálari. Fysiskt krevur tað kanska heldur ikki tað stóra, men sálarliga er ongantíð friður. Eg hugsi um at mála, meðan eg máli og enn meir, tá eg ikki máli, tí tá burdi eg mála. Hartil er tað æviga rastloysið og óvissan, tú alla tíðina mást liva við. Í so máta kann tað at mála samaberast við at fara til útróðrar. Tú kanst ikki lata vera við at fara, men veist ongantíð, um tú kemur tómhentur heimaftur, sigur Øssur.
Hann leggur afturat, at megnar tú at av álvara at gera teg galdandi sum listamálari, kemst tað ofta minst líka nógv av hepni og tilvild.
- Tað ræður um at vera á rætta stað røttu løtuna og verða sæddur av røttu fólkunum. Tað er til dømis rættiliga ivasamt, um ein málari sum Per Kirkeby var vorðin so kendur, um ikki ein lyklapersónur í listaumhvørvinum hevði fingið eyga á hann. Eg sigi ikki at Kirkeby ikki er ein dugnaligur málari. Tað nyttar bara onki, um røttu fólkini ikki vita av tí, sigur Øssur Mohr og gevur romantisku myndini av listamálaranum enn eitt prik.
Hann minnir til dømis á, at ein altjóða virðisløntur listamaður sum Ólafur Eliasson meir at kalla virkar sum stjóri í síni egnu listafyritøku við eini 35 fólkum í starvi sum gera listaverkini eftir hansara tekningum.
Slíkt freistar tór ikki Øssur Mohr, sum framvegis best finnur frið og íblástur at mála heima í kjallaranum hjá sær sjálvum í Fuglafirði.
- Har kann eg mála, tá eg havi hug og finna allan tann íblástur, eg kann ynskja mær bara við at fara út um og síggja fantastiska ljósspælið millum havið og himmalin, har tað eisini altíð eru onkrir glottar at hóma bæði so og so.