B36 skrædlaði klaksvíkingar

Jákup á Borg heldur, at KÍ átti at havt hugsað meiri um æruna í 2. hálvleiki, enn nógvir av spælarunum tóktust gera, og KÍ venjarin vildi ynskt, at tað var sunnudagur aftur í morgin, so fyrsta stigið at vaska skommina burtur kundi verið tikið

Leikluturin hjá KÍ í kappingini um Løgmanssteypið er av á hesum sinni. Í sær sjálvum er tað ikki nakað nýtt. Eftir at KÍ av álvara spenti álopsbogan í Gundadali í vónini um at broyta 3?1 til 3?2 og í staðin fekk eitt mál ímóti sær, so B36 var frammanfyri 4?1, tá ið teir sunnudagin vitjaðu í Klaksvík, lá tað í kortunum, at tað var B36, sum skuldi verða annar parturin í ólavsøkufinaluni, og soleiðis verður tað.
Søgan er, at B36 í fótbóltsmekkanum hjá klaksvíkingingum gjørdi fullkomuliga, sum teir vildu og fult og heilt klæddu heimaliðið av við 7?1 sigri. Í steðginum var støðan 2?0, og í 2. hálvleiki skoraðu havnarmenninir fimm ferðir, áðrenn Hjalgrím Elttør pyntaði um.
Talan er um ógvusligasta úrslitið í hálvfinaluni, síðani tað fyrstu ferð varð spælt um Løgmanssteypið í 1989. Og tað var um reppið, at KÍ metið fyri heimatapi í nýggjari tíð fall. Men málið hjá Hjalgrími bar sama úrslit við sær, sum í minniliga landskappingardystinum á Norðoyastevnu í 1989, tá ið tað var HB, sum vann 7?1.

Góvu skarvin yvir
Klaksvíkingar tóktust ætla sær at fáa fleiri mál og harvið hótta viðførið, sum B36 hevði við norður. KÍ útgangsstøðan líktist nógv 3?3?4. Men dysturin var ikki gamal, tá ið allir KÍ dreymar um steypafótbólt á Ólavsøku vóru horvnir sum døgg fyri sól. Sonny Johansen og Heðin á Lakjuni skoraðu B36 málini í 1. hálvleiki, og harvið var spurningurin, hvussu stórur B36 sigurin fór at verða.
Klaksvíkingar tóktust ikki í steðginum at hava ásannað, at alt var tapt, og at málið nú skuldi verða at spæla fyri at fáa eitt so heiðurligt úrslit, sum tað bar til. Verjuspælararnir vóru frammarlaga á vøllinum, og tá ið teir ikki megnaðu at renna kapp við Jákup á Borg og Heðin á Lakjuni, segði tað seg sjálvt, at málini skolaðu ígjøgnum hjá Kartini Joensen, sum ferð eftir ferð var fullkomuliga prísgivin.
KÍ gav stutt sagt skarvin yvir. Fleiri spælarar hildu uppat at gera nakað til nyttu, og tað tóktist ikki vera orka til at hugsa um æruna.
? Tað var týðuligt, at teir punkteraðu, tá ið við tíðliga í 1. hálvleiki høvdu skorað tvey mál. Men tað undrar meg, at teir ikki stríddust fyri æruni. Eg hevði í hvussu so er ongantíð funnið meg í tí, um liðið hjá mær í hvussu so er ikki royndi at spæla fyri æruni, er viðmerkingin hjá Jákupi á Borg, sum sjáldan áður hevur upplivað at hava so stórt pláss at dusa sær á, sum hann hevði í Klaksvík sunnudagin.
Roknar tú við, at leikluturin hjá KÍ í ár verður lítil?
? Fótbóltur er eitt undarligt spæl. At tað gongst av skriðuni ein dag, er ikki tað sama sum, at tað fer at ganga illa í næstu royndunum. GÍ vann steypabólkin, sum vit vóru í. Tá ið teir vitjaðu okkum í Gundadali, vunnu vit 5?1. Eg rokni faktiskt við, at bæði KÍ og GÍ fara at gera um seg í landskappingini, men sjálvandi er tað ikki bara sum at siga tað at vaska ein sovornan blett av sum 7?1 tap ? bæði hjá spælarunum og hjá felagnum í síni heild, heldur ein av landsliðsspælarunum hjá B36.

Skommin skal vaskast burtur
Nýggi KÍ venjarin, Jan Joensen, ynskir ikki at fjala yvir tað, sum gekk fyri seg:
? Hatta var ein stór skomm. Eg vildi ynskt, at tað var sunnudagur aftur í morgin, so næsti landskappingardysturin var á skránni, og vit harvið fingu møguleikan at fara undir fyrsta partin av at vaska burtur. 7?1 tap á heimavølli hvørvur ikki beinanvegin, men vit mugu gera tað, sum vit kunnu, og tað er gott, at tað verður á heimavølli, at vit sunnudagin fáa møguleika at vísa, at vit eru betri enn tað, sum varð víst ímóti B36.
Úrslitini siga, at tit hava stórar trupulleikar í verjuspælinum?
? Hesa ferð var alt ein stórur trupulleiki. Kanska vit vóru so væl nøgdir við sigurin í Gøtu, og so trúðu spælararnir ikki upp á, at vit kundu pressa B36 og kanska skapa spenning um samlaða úrslitið. Teir fluttu seg væl og nógv, meðan vit alla tíðina vóru í millumstøðum. Fleiri av málunum í 2. hálvleiki mintu um piltaliðsfótbólt. Jú, tað var eyðmýkjandi, og verjuspælið er ikki gott. Tað siga úrslitini eisini.
Men hava tit møguleika at rætta upp á tingini?
? Allan Joensen verður við aftur sunnudagin, og vit vóna, at Ove Nysted verður tøkur. Aleksander Djordjevic verður ikki tøkur ímóti VB. Men tað ræður um hjá okkum øllum at koma fyri okkum aftur og at fáa sjálvsálitið upp á pláss aftur. Skulu vit fáa nyttu burturúr sigrunum, sum vit vinna á útivølli, so mugu heimadystirnir vinnast. Ikki minst tann ímóti VB. Tað vita vit allir, sigur sera vónbrotni KÍ venjarin.

KÍ?B36 1?7 (0?2)
0?1: Sonny Johansen
0?2: Heðin á Lakjuni
0?3: Jákup á Borg
0?4: Jákup á Borg
0?5: John Petersen
0?6: Heðin á Lakjuni
0?7: sjálvmál
1?7: Hjalgrím Elttør
B36 í finaluna við málmuninum 11?2
KÍ: Kartin Joesen ? Sámal Eyðfinn Akursmørk (Eyðun Klakstein, 46.), Ove Nysted (Olgar Danielsen, 62.) (Eyðun Klakstein, 46.), Jan Andreasen ? Fríðin Ziskason, Símun Joensen (Jan Joensen, 46.), Harley Bertholdsen ? Atli Danielsen, Erling Fles, Hjalgrím Elttør, Arnold Joensen
B36: Tróndur Vatnhamar ? Allan Mørkøre, Pól Thorsteinsson, Fróði Clementsen, Kenneth Jacobsen ? Jákup á Borg, Julian Johnsson, Sverrir Kjærbo, Heðin á Lakjuni ? John Petersen, Sonny Johansen