Maria Oknadal

f. 3. august 1918 ? d. 22. okt. 2000


Minningarorð

Stillføra og drúgva stríðskvinnan


Í farnu viku fór Maria seinastu ferð sína um Skopunarfjørð. Ferðin hon gjørdi allar ársins tíðir ? um tað var klúgvandi ? til hon nærkaðist teimum áttati. Ólønta arbeiði hennara steðgaði ikki, tá hon varð 67 ár. Hon stríddist fyri lívskorum Guðs minstu smáu, teimum, ið sjálv ikki vóru ment at tosa søk sína og teirra avvarðandi, ? tey, ið verða rámað av tí, vit øll vóna, bert rámar hini. Lívið hjá Mariu gjørdist partur av søguni hjá nøkrum av felagsskapum teirra brekaðu í Føroyum.

Lagnan var Mariu hørð, men vistu tú tað ikki, so grunaði tú ikki, at henda fatta og viljafasta kvinna frá bestu árum hevði tungar dagar. Hon misti børn sum smá, hon fekk børn við truplum breki, og hon misti raskan son, ið doyði frá børnum og konu, áðrenn hann var 30. Og hon gjørdist einkja í bestu árum. Sálarlig styrki og álit á Hin almáttuga hjálptu henni framá.

Maria stríddist millum annað fyri at fáa tey brekaðu heimaftur, sum vóru send í útlegd. Hetta gekk ikki sum eftir ánni. Her vóru nógar og tíðarkrevjandi forðingar og vónbrot. Hon og maðurin Klæmunt vóru millum fremstu eldsálirnar og stigtakararnar til felagið JAVNA. Felagið, ið fekk stóra undirtøku millum manna og nógv á skafti.

Tá tey brekaðu umsíðir komu heim á Eirargarð at búgva, var tíð uppá seta skjøtil á arbeiði fyri smærri eindum, har búfólkini kundu fáa ta lívsdygd, ið liggur í at búleikast í einum umhvørvi so nær einum vanligum heimi sum gjørligt. Maria arbeiddi ótroyttilig í nevndini í JAVNA, í MBF og í Deyvafelagnum. Hevði tú hug at biðja hana minka ferðina, tí nú var eisini tíð hjá henni at seta seg afturá, helt hon fyri, at tíðin var knøpp, og at stundir vóru ikki til at taka sær av løttum. Illgongt var og tíðarkrevjandi at koma á mál, men hon dugdi at gleðast um øll framstig á leiðini. Vit møttust tíðliga í tíðini og gjørdist vinkonur fyri lívið. Vóru millum annað á Kvinnuráðstevnu við Smyrli í Oslo saman við 160 konum úr Føroyum í 1988.

Skalt tú liva við lívstreytum sum Maria, uttan at gerast beisk, skalt tú vera nakað av einum lívslistarkonu. Umráðandi er at duga at fáast við annað enn tað, ið tyngir sinnið. Hon fekk sær urtagarð, legði nógva orku í og fekk ein vakran hava, har hon eisini hevði fingið hagablómur at trívast væl. Hetta hevði hon mikla gleði av. Hon fylgdi við øllum tí, ið hendir í samfelagnum, og hon dugdi væl at síggja tað skemtiliga og stuttliga, sum ofta er í gerandisdegnum ? eisini í politikki. Maðurin Klæmunt stillaði í síni tíð upp við Sverra Paturson hjá Loysingarflokkinum. Maria og Klæmunt mundu vera á einari leið, tá um samfelagsviðurskifti ræður. Tey vóru ikki sum hini í orðsins bestu meining, tey fóru ikki eftir løttum og grunnum loysnum. Góð eygleiðingarevni høvdu tey, og kundu tí siga nógv við fáum beinraknum orðum.

Maria mundi vera mitt í sjeytiárunum, tá hon segði, at nú høvdu øll børn hennara tað gott, og at nú tordi hon við friði í sálini at leggja frá sær. Neyvan mundi hon seta seg afturá. Lyndið var at geva og hava umsorgan fyri, og tað hevur verið kærkomið og hent hjá barnabørnunum, ið gjørdust faðirloysingar, áðrenn tey fóru í skúla. Hon hevði stóran týdning fyri tey í uppvøkstrinum, og nú hon er farin, er hon ein góð fyrimynd.

Maria fekk eitt gott lívskvøld, har synirnir Virgar og Egil fjálgaðu um hana á ein slíkan hátt, tú kundi unt øllum, sum gerast gomul. Hetta megna børn, ið eru kensluliga væl kálvfødd.

Friður veri við minninum um Mariu Oknadal.



Argir, Allahalgannadag 2000

Karin Kjølbro