- Nú sleppi ongantíð suður aftur!
Hetta var fyrsti tankin ið fór ígjøgnum høvdið á Páll Vang, tá ið hann frætti um ætlanina hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum um at gera átta tveymannakømur á Suðuroyar Ellis og Røktarheimi um til einmansstovur.
Tað merkir í veruleikanum at átta búpláss á eldraøkinum í Suðuroy skulu sparast burtur.
Hetta er ein sparing, sum skal setast í verk næsta ár.
Hesi tíðindi komu ómetaliga dátt við hjá Páll Vang á Tvøroyri.
Eftir eina herviliga heilabløðing á jólum 1999, tá ið Páll Vang bara var 50 ára gamal, býr hann nú á sambýlinum í Niðarugøtu í Hoyvík, sum er ætlað fólki við seinheilaskaða.
- Mítt allarstørsta ynski er at sleppa suður aftur í heimbygdina at vera og at fáa pláss á Suðuroyar Ellis og Røktarheimi, sigur Páll Vang.
Men hann ásannar, at nú hann frætti um ætlaðu sparingarnar, sær hann samstundis sítt ynski fjara burtur.
Nú stúrir hann fyri, at tað kann taka fleiri ár, áðrenn nakað pláss verður tøkt til hann á Suðuroyar ellis- og Røktarheimi.
- Hetta var ein ógvuliga dyggur smeitur, tí eg má viðganga, at mær leingist so ómetaliga illa suður aftur, sigur hann.
- Men nú orki eg ikki meiri, leggur hann afturat.
Fekk góða hjálp
Fyrstu tíðina eftir, at hann var blivin sjúkur, vóru umstøðurnar ikki nakað serligar. Tað mesta av tí fyrsta árinnum lá hann í coma men fyri einum 10 árum síðani kom hann á sambýlið í Niðarugøtu.
Tá ið hann kom á Sambýlið var hann rættiliga illa fyri, bæði likamliga og sálarliga, minnist kona hansara, Elin.
- Hann kundi einki og hann vildi onki. Lá bara og svav døgnið runt.
- Men á Sambýlinum var eitt lið av væl skikkaðum og sera dugnaligum pædagogum sum eisini vóru kærleiksfullir og, ikki minst, vóru lættir av lyndi og stuttligir.
Elin Vang sigur, at hetta er uppskriftin uppá at menna seinheilaskadd andliga.
Og tann andliga menningin er fortreytin fyri allari aðrari menning
- Hendan fyritreytin hevur fylgt starvsólkunum á sambýlinum í Niðaragøtu alla tíðina og sostatt hava bæði Páll Vang og nógv onnur við honum, fingið stóra hjálp haðani til at mennast og koma víðari í lívinum.
Tað besta
Og hesi árini á sambýlinum í Niðarugøtu, hevur Páll Vang eisini ment seg ómetaliga nógv, tí venjingin, hann fær, er fantastiska góð, bæði pedagogiskt, psykologiskt og ikki minst menniskjasliga.
Andliga er hann sostatt komin rættiliga væl fyri seg aftur.
Men kropsliga er hann hinvegin bundin at hjálparfólki alt samdøgurið og tí hevði eitt búpláss á Suðuroyar Ellis og Røktarheimið akkurát verið tað rætta staðið fyri hann.
Tað er eisini kona hansara, Elin, púra sanndørd um
Hon sigur, at andliga er hann mentur so mikið væl, so nú er hann búgvin til at flyta suður, har tann kropsliga venjingin kann halda fram.
Og júst til fysioterapi eru umstøðurnar á Suðuroyar Sjúkrahúsi og góðar sum nakrastaðni, so hevði hann sloppið suður, hevði tað verið tað besta, sum kundi hent fyri hann.
- Hann tosar ikki um annað og hugsar ikki um annað, leggur hon afturat.
Tá ið Páll Vang hevur eitt so brennandi ynski um at sleppa suður á ellis og røktarheimið at vera, er tað ikki tikið úr leysari luft.
Hann hevur nevniliga verið til umlætting á Suðuroyar Ellis og Røktarheimi.
Fyrstu ferð, hann var tað, var á jólum í fjør.
- Tað var sum at vakna til enn eitt nýtt lív, sigur hann.
Hann sigur, at av tí, at hann hevur verið sjúkur so leingi, vóru tey flestu av búfólkunum, suðuroyingar, hann kendi frá tíðini, hann var sjálvur í vælmaktini á Tvøroyri.
Tað gjørdi at hann rættiliga føldi seg heima og hann mátti bókstaviliga tvingast norður aftur.
Sjálv heldur hon, at nú hevur Páll Vang verið í tvingaðari útlegd úr heimbýnum í meiri enn 10 ár fyri at menna seg aftur, so nú átti hann at havt eitt sjálvsagt krav upp á at sleppa heimaftur.
Bláa bókin hjá Páll Vang
Føddur: 8. august í 1949.
Foreldur: Jóhanna, fødd Andreasen, úr Fámjin og Pauli Vang úr Froðba.
Hjúnafelagi: Elin, fødd Jacobsen, úr Norðragøtu og tey giftust í 1971.
Børn: fýra døtur, sum eita Barbara, fødd í 1972, Hanna, fødd í 1975, Rakul, fødd í 1979 og Elisa, fødd í 1986.
Barbara er løgfrøðingur í Eik og er gift við Dánjali Samuelsen úr Havn, tey búgva í Havn og eiga tvey børn, Heðin, sum er sjey ár og Pál, sum er trý ár.
Hanna er magistari í føroyskum og fronskum og er gift við Georg Kjærbo úr Sumba, tey búgva á Tvøroyri og eiga tvey børn, Páll, sum er 12 ár og Rúna er sjey ár.
Rakul er sjúkrasystir í heimarøktini, hon býr í Havn saman við Signar Joensen úr Sørvági og tey eiga tvey børn, Elin, sum er tvey ár og Hjørdis, sum er tríggjar mánaðir.
Elisa lesur ”almenna umsiting” í Danmark, hon býr saman við Høgna Joensen úr Hvalvík og tey eina ein son, Elias, sum er tvey ár.
Sostatt eru abbabørnini sjey í tali.
Í 1973 tók Páll læraraprógv á Holbæk Seminarium og hevur verið lærari á Venjingarskúlanum í Havn, á Tvøroyri og Trongisvági.
Í 1981-85 var hann landsstýrismaður fyri Fólkaflokkin, har hann umsat landbúnaðarmál, heilsumál, samferðslumál og løgmál.
1986 til 1993 hevði hann meklaravirki á Tvøroyri.
Í 1985-2000 var hann býráðslimur á Tvøroyri, og tey síðstu sjey árini, frá 1993, var hann borgarstjóri, men við árslok 1999 fór hann frá fyri sjúku.
Harumframt hevur hann havt onnur álitisstørv. Hann var nevndarlimur í Brunatryggingini og limur í stýrinum fyri Suðuroyar Sjúkrahús.
Frá 1993 til 1999 var hann eisini formaður í Býarfelagnum, sum var eitt samstarv ímillum seks tær størstu kommunurnar í landinum og sum seinni varð til Kommunusamskipan Føroya.
Páll Vang var eisini fleiri ferðir valevni til løgtingsval fyri Fólkaflokkin í Suðuroy.
Ein virkin tilvera fekk ein bráan enda
Til á jólum í 1999, var Páll Vang ein maður við nógvum jørnum í eldinum.
Eftir at hann fekk litið upp í hendurnar at manna landsstýrið fyri Fólkaflokkin frá 1981-1985, varð hann eisini valdur í Tvøroyrar Býráð. Har kom hann beinanvegin í samgongu og eftir valið í 1992, bleiv hann borgarstjóri.
Sostatt var tað Páll Vang, sum stóð við róðrið á Tvøroyri, tá ið ringasta kreppan í søguni legði alt landið lamið.
Í politikki skerst ikki burtur, at tann skeiva gongdin í Suðuroynni, og í útjaðaranum í Føroyum sum heild, bæði vinnuliga og í fólkatalinum, nívdi hann almikið og hann gjørdi tað til sítt hjartamál at fáa vent gongdini.
Tað dylist heldur ikki, at hann sá eina komandi oljuvinnu sum fremsta møguleikan at fáa vent gongdini í Suðuroynni og hann legði tí eitt stórt arbeiði í at fáa oljuvinnuna til Suðuroyar.
Stóri ansur hansara fyri útjaðaranum í Føroyum gjørdi hann næstan sjálvskrivaðan til formann í Býarfelagnum, sum seks tær størstu kommunurnar skipaðu og tað var í hansara formanstíð, at kommunali veðhaldsgrunnurin kom, sum lætti munandi um skuldina hjá teimum ringast staddu kommununum og hevur gjørt tær førar fyri at koma víðari.
Í frítíðini var tað serliga seyður og seyðahald, sum hevði hansara stóra áhuga og hann hevur nógvan seyð sjálvur.
Men Tollaksmessudag 1999 fekk alt hetta ein bráðan enda.
Kona hansara, Elin, minnist, at Páll Vang var í sera góðum hýri hendan dagin. Ikki minst fegnaðist hann um, at skattaprosentið á Tvøroyri loksins varð lækkað 0,25%.
Men um náttina bleiv hann illa sjúkur og fór á Suðuroyar Sjúkrahús, haðani hann beinanvegin varð fluttur á Ríkissjúkrahúsið, har hann varð lagdur undir skurð 3. jóladag.
Sjálva nýggjarsnátt, tá ið heimurin trein inn í nýggju øldina, versnaði sjúkan aftur.
Hesa løtuna stóð so illa til, at læknarnir fyrireikaðu tey avvarðandi upp á tað ringasta og ongin væntaði, at hann fór at klára tað.
Men hann gav ikki skarvin yvir og sjey dagar aftaná, vaknaði hann aftur.
Kortini varð greitt, at heilabløðingin hevði gjørt so nógv um seg, at neyðugt var við miðvísari og drúgvari venjing fyri at vinna nakran førleika aftur.
Í Føroyum vóru syndarligar umstøður til fólk við heilaskaða, men Páll Vang var so heppin at sleppa á sera framkomnu venjingarmiðstøðina Dianalund, sum hevði ment ein nýggjan hátt at venja illa heilaskadd fólk upp aftur.
- Eg vildi aldrin trúð, at tað var so ringt at blíva álvarsliga sjúkur í Føroyum, segði hann við Sosialin fyri nøkrum árum síðani.
Men so slapp hann á sambýlið í Niðarugøtu og sum tað sæst á øðrum greinum her á síðuni, var tað eitt stórt framstig.
Har hevur hann fingið so góðar og miðvísar venjingar, at hann nú er til reiðar at flyta heim aftur á Tvøroyrar.
Men stúrir hann so fyri, at spariætlanirnar hjá landsstýriskvinnuni í almannamáklum fara at forkoma hansara størsta ynski.