soleiðis at nýggja ídnaðarøkið kemur at liggja innanfyri Oyrarnar. - Vit vilja gera alt fyri, at fólk, sum hava hug at fara undir vinnufyritøkur, ikki noyðast aðrastaðni, tí vit ikki hava lendi at vísa á [...] eftir grundøkjum til at skapa enn meira vinnu í kommununi, og tí fer kommunan í nærmastu framtíð í holt við at gera eitt nýtt ídnaðarøki. Borgarstjórin sigur, at kommunan ætlar at planera økið millum Oyrarnar [...] Nes kommuna Tá ið tað gongur væl, hava vit lyndi at halda, at tað bara fer at ganga væl ? og tá ið tað gongur minni væl, gerast vit skjótt svartskygd. Soleiðis eru vit menniskju nú einaferð. Men sjáldan
við nýggju stýrisskipanin var at fáa eitt greitt býtið millum lógevandi løgtingið og útinnandi landsstýrið. Ein av uppgávunum hjá løgtinginum er at hava eitt vakið eyga við, at landsstýrið røkir sítt vald [...] vald á haldgóðan hátt. Fyri at tryggja, at løgtingslimir veruliga kunnu hava eftirlit við landsstýrinum, eru greiðar ásetingar í Stýrisskipanini um, at limir í løgtinginum skulu niðurleggja øll álitisstørv [...] ikki loyvið til at røkja ein nevndarsess í Atlantic Airways, sum er stovnur undir landsstýrinum, meðan hann situr í løgtinginum. Henda áseting tryggjar, at løgtingslimir eru skikkaðir at viðgera landsstýrið
um reppið, at úrslit spurdist burturúr, men fyri tað mesta tóktust teir tó at leggja dentin á at standa rætt í verjupartinum, og um ikki annað, so tóktist hesin parturin av spæliætlanini at rigga heilt [...] men hann fall í longum løtum aftur á miðvøllin, soleiðis at talan at síggja til gjørdist um ein óskipaðan diamant mitt á. Tað viðførdi so eisini, at einastu royndirnar til veruligt álopsspæl kom upp ígjøgnum [...] Mortansson, og so mundu tey flestu halda, at dysturin var avgjørdur. Áki avgjørdi EB/Streymur royndi tó at svara aftur, og einar tvær ferðir var eisini heilt nær við, at teir fingu minkað um munin, men so líðandi
Granskarin helt ikki, at tað hjálpir at skumpa og hála fleiri kvinnur í politikk og leiðandi størv. Ístaðin helt hon, at størvini eiga at broytast. Verður hugt at leiðarastørvum má ásannast, at tað ikki altíð [...] hava ætlanir um at leggja eitt uppskot til samtyktar fyri tingið um at seta eina nevnd, sum skal arbeiða júst við hesum sama endamálið, at fáa meira javnvág í kynsbýti á løgtingi, soleiðis at hon speglar [...] ið hava við javnstøðu at gera og soleiðis var eisini hesaferð - men nærum ein fjórðingur av luttakarunum vóru menn. Sjálvstýrisflokkurin hevur boðað frá, at málið til næsta val er at hava eins nógvar kvinnur
framman fyri kamera og segði grátandi, at júst nú fekk hon at vita, at Anna Lindh var deyð. Hetta kom sum eitt sjokk, tí at sjálvt um tey flestu í hesu løtu vistu, at Anna Lindh var stungin av knívi inni [...] sjónarmiðum. Tað gjørdi, at tann svenska stemman varð hoyrd í útlandinum. Eg minnist, at eg var stolt av henni og ynskti, at Danmark kundi víst sama dirvi og ikki góðtikið, at demokratisk og menniskjalig [...] so visti eingin, at støðan var so álvarsom. Seinnapartin 10. september frættist, at uttanríkismálaráðharrin var stungin í armin og var førd á sjúkrahús. Seinni komu upplýsingar um, at hon eisini var stungin
man sær, at tað eru nógv ting, ið eiga at verða greiðari. Ben Arabo sigur, at hann annars beit merki í, at Karsten Hansen í útvarpssamrøðuni brúkar Noreg sum fyrimynd. -Har er so tann munurin, at Noreg hevur [...] hjá øllum at vera har í upp til 91 dagar, um arbeiðið er ?incidental? av og á. So hann heldur, at har er ringt at síggja, havt skal samráðast um. Ein dupultskattasáttmáli má vælsaktans merkja, at tað sama [...] tosar um summi feløg, so vil eg gera vart við, at FOÍB umboðar øll oljufeløg, ið eru aktiv á Føroya økinum. Ben Arabo sigur, at hetta snýr seg ikki um, at oljuvinnan ikki vil gjalda skatt. -Sjálvandi skulu
Arbeiðið at fyrireika Televarpið er nú komið so langt ávegis, at ásettur er ein premieru dagur, sum tó ikki hundrað prosent fastlagdur enn. Hósdagin 5. desember ætlar Televarpið at byrja at senda. Televarpið [...] Samlaða yvirlitið yvir rásir stendur at lesa aðrastaðni á síðuni. Tróndur Djurhuus, stjóri fyri Televarpið, upplýsir fyri Sosialinum, at teir sum er ætla at byrja 5. desember at senda. Dagin eftir, hin 6. desember [...] fer tó ikki sjálvt at senda annað eitt upplýsandi tilfar á hesari rásini. Tróndur Djurhuus sigur, at teir í løtuni arbeiða við at koyra prosjekt av bakkastokki, sum hevur til endamáls at kanna, hvøjar møguleikar
nýggjárinum, møguliga eigur at nýtast til at leingja barnsburðarfarloyvi. Harumframt er ivi sáddur um, hvørt inngjaldið til ALS er at rokna sum ein skattur. Er niðurstøðan, at talan er um ein skatt, so er [...] hósdagin. Bjarni Djurholm vísti í síni røðu á, at ein meginregla við ALS er, at tað framvegis skal loysa seg at arbeiða. Og hann staðfesti samtíðis, at tað í dag er ósemja um, hvussu høgt útgjaldið úr [...] Arbeiðsloysisskipanin verið før fyri at seta pengar til síðis, og við árslok í ár fer eginognin at tátta í 480 milliónir krónur. Henda gongd hevur eisini ført við sær, at inngjaldið til skipanina er lækkað
BDAS, og er stovnað við hesum endamálum: ? at lúka krøvini í leitiloyvunum um føroyska luttøku ? at vera við til at gera føroyska búskapin meira fjøltáttaðan ? at menna nýggjar útflutningsmøguleikar innan [...] ráðgevingini er at stimbra fyritøkuni í at gerast ein betri í heimsflokki. Marknaðurin hjá veitaranum kann verða tann føroyski/altjóða oljuvinnumarknaðurin ella aðrir útflutningsmarknaðir, treytað av at teir eru [...] førleikagreining o.s.fr. Harumframt fer BDAS at lætta um hjá fyritøkuni, tá talan er um at nema sær útbúgving, tøkniliga førleikamenning, góðsku- og HSE skipanir og at fáa í lag handilssambond. Umframt »Víðfenda
grindaformanninum ansa eftir, at hvør ger sína skyldu. Hetta hevur við sær, at sýslumaðurin hevur skyldu til at hava eftirlit við drápinum, og skal ein leggja merki til, at einki mark er sett fyri, hvussu [...] hava heimild til at taka avgerðina, hetta fylgir av vanligum forvaltningsrætti. Við atliti til grind og springarar v.m., so er tað við kunngerð frá landsstýrinum ásett, at tað er loyvt at taka hesi hvalasløg [...] sýslumaðurin onga heimild fyri at banna grindadrápi ? men bert landsstýrið. Í § 1 í kunngerðini er ásett, at sýslumaðurin stílar fyri grindadrápi, og hevur eftirlit við at rakstur og dráp fara fram eftir