Nes kommuna
Tá ið tað gongur væl, hava vit lyndi at halda, at tað bara fer at ganga væl ? og tá ið tað gongur minni væl, gerast vit skjótt svartskygd. Soleiðis eru vit menniskju nú einaferð.
Men sjáldan gongur tað bara væl, og sjáldan gongur tað bara illa. Gongdin vendir einaferð; tað er næstan ein ?náttúrulóg?, um vit so kunnu siga. Duga vit at umsita ta góðu tíðina, kunnu vit eisini klára okkum rímiliga væl við eini ávísari afturgongd. Vit verða ongantíð verandi alla tíðina á toppinum ? og vit verða heldur ongantíð verandi alla tíðina í aldudalinum.
Vinnulívið reistist
Í kreppuárunum fyrst í nítiárunum lá at kalla øll framleiðsluvinna í skeljum. Fiskiskapur var lítil og eingin; skipini lógu við bryggju, og virkir snaraðu lyklinum. Men tað var ikki bara vánaligi fiskiskapurin, sum hevði sína ávirkan. At kalla alt tað føroyska peningakervið ?koksaði?, og neyðugur kredittur fekst ikki til vánaligan rakstur.
Toskurin var at kalla burtur, og lítið var at vinna í føroyskum sjógvi hjá flestu skipabólkum.
Men í hesi truplastu tíð hjá føroyska samfelagnum ? í nýggjari tíð, vendist eisini gongdin frá lemjandi afturgongd og húsagangi til framgongd. Og tað gekk skjótt frameftir. Toskurin kom aftur í stórum tali, og sum árini gingu, fingu vit at síggja størstu framgongd, sum verið hevur í føroyskum búskapi í nýggjari tíð.
Henda framgongd sást ikki minst aftur í Nes kommunu - við Fiskamarknaði Føroya sum nýskapandi fiskamarknaði við uppboðssølu, nýggjum virkjum á havnalagnum og fyrrverandi Nyki, sum gjørdist eitt kent saltfiskavirki um okkara leiðir.
Frá at vera steindeytt á havnalagnum á Toftum fyri 12-14 árum síðan, hava virkir stungið seg upp ? í positivum týdningi ? sum ?hundaland?.
Fyrst kom Fiskamarknaður Føroya, og síðan fingu vit tvey onnur virkir, sum kunnu sigast at vera ein beinleiðis ?avleiðing? av uppboðssøluni, nevniliga P/F Snodd og P/F Valhalla, ið skilja og pakka fisk. Vit fingu eisini Kassamiðstøðina og Faroe Tech, sum er maskinverkstaður á havnalagnum.
Fiskamarknaður Føroya, sum nú er umskipaður í tvey feløg, har Fiskamarknaður Føroya er annað og Landingarmiðstøð Føroya er hitt, samstarvar nú við Snodd um landing, pakking og skiljing. Hetta meta feløgini verður til fyrimunar fyri báðar partar.
Stórur áhugi
Símun Johannesen, borgarstjóri í Nes kommunu, sigur, at áhugi er at byggja uppaftur fleiri ídnaðarvirkir í kommununi, men í løtuni er kommunan í uppisetri við planeraðum lendi fram við sjóvarmálanum.
Hann sigur, at kommunan liggur inni við umsóknum um byggiøki til ymiskan ídnað.
- Jú, tað er eftirspurningur eftir grundøkjum til at skapa enn meira vinnu í kommununi, og tí fer kommunan í nærmastu framtíð í holt við at gera eitt nýtt ídnaðarøki.
Borgarstjórin sigur, at kommunan ætlar at planera økið millum Oyrarnar og Rætt, soleiðis at nýggja ídnaðarøkið kemur at liggja innanfyri Oyrarnar.
- Vit vilja gera alt fyri, at fólk, sum hava hug at fara undir vinnufyritøkur, ikki noyðast aðrastaðni, tí vit ikki hava lendi at vísa á. Málið hjá okkum er, at vit altíð skulu hava økir tøk til vinnulig endamál, men tað hava vit ikki sum er.
Hann sigur, at ætlanin er at spreingja nakað burtur úr lendinum, sum er norðanfyri Oyrarnar og síðan slætta tað út, sum hann tekur til.
- Neyðugt skuldi ikki verið við nógv meira enn einum boritorni og eini gravkúgv, sigur Símun.
Ikki til rakstur
Tá ið ringast stóð til undir kreppuni, var skattainntøkan í Nes kommunu so lág, at kommunan ikki hevði nóg mikið til rakstur. Í mun til kreppuárini, sum so sanniliga eisini raktu aðrar kommunur í landinum og samfelagið alt, er skattainntøkan hjá Nes kommunu tvífaldað og hevur soleiðis seinastu árini ligið millum 25 og 27 miljónir krónur um árið.
Hóast stórar íløgur eru gjørdar í eldrasambýli og stórar íløgur liggja fyri framman til eitt nú skúlabygging, skilst, at kommunan kortini er rímiliga væl fyri.
- Vit liggja við munnan av størsta og besta fjørði í landinum, og vit trúgva, at tey vinnuvirkir, sum vit hava fingið og tey skip, sum hoyra til kommununa, fara saman við okkara góða og virkisfýsna fólki at bera kommuna enn longur fram á leið, sigur borgarstjórin, Símun Johannesen, sum er ógvuliga spentur upp á luttøkuna á North Atlantic Fish Fair.