Jógvan Páll Lassen
?????????????????
Ein tíðindamaður í útvarpinum hevur nú í nærum eina viku í fleiri samanhangum umrøtt »tað ólógliga springaradrápið í Havnini« og sum skilst, verður tað sagt at vera ólógligt, tí sýslumaðurin ikki hevði givið loyvi til tess.
Undirritaði hevur gjørt útvarpsmannin varugan við, at umrøðan ikki er røtt, men hóast hetta, hevur hann ferð eftir ferð, og seinast í samrøðu við Jústines Olsen, djóralækna, endurtikið pástandin.
Jústines var eftir tykki tíðindafólksins serkønur, tí hann hevði verið við til at gjørt kunngerðina.
Nú er tað einaferð soleiðis, at einhvør myndugleiki, t.v.s. Vinnumálastýrið og/ ella sýslumaður sum forvaltningsmyndugleiki, skal ? áðrenn avgerð verður tikin ? hava heimild til at taka avgerðina, hetta fylgir av vanligum forvaltningsrætti.
Við atliti til grind og springarar v.m., so er tað við kunngerð frá landsstýrinum ásett, at tað er loyvt at taka hesi hvalasløg.
? Grindahval
? Hvessing
? Kjafthvítar springarar
? Sjórutar springarar
og fyri veiðu av hesum sløgum, eru reglurnar um grind og reglurnar um góðkenning av hvalvágum galdandi.
Tær reglurnar eru ásettar í kunngerð nr. 46 frá 8. apríl 1998 frá Føroya Landsstýri, og verður har ásett í § 1
? »At Føroya Landsstýri er hægsti myndugleiki í øllum málum viðvíkjandi grind«.
? Stk. 2 »Landsstýrið kann við kunngerð seta bráðfeingisbann fyri grindadrápi í ávísum grindadømum«.
Eftir hesi reglu hevur sýslumaðurin onga heimild fyri at banna grindadrápi ? men bert landsstýrið. Í § 1 í kunngerðini er ásett, at sýslumaðurin stílar fyri grindadrápi, og hevur eftirlit við at rakstur og dráp fara fram eftir reglunum, og skal hann saman við grindaformanninum ansa eftir, at hvør ger sína skyldu. Hetta hevur við sær, at sýslumaðurin hevur skyldu til at hava eftirlit við drápinum, og skal ein leggja merki til, at einki mark er sett fyri, hvussu stór grindin skal vera, men skal sýslumaðurin harafturímóti, sambært § 5 í kunngerðini, kunna møguligan finningarbát, um landsstýrið hevur sett forboð fyri at drepa. Meting sýslumansins í hesum sambandi er uttan týdning.
Hetta merkir, at sýslumaðurin sum sína embætisskyldu skal taka sær av grindaboðum, herundir springaraboðum.
Einasta heimild, sum sýslumaðurin hevur at steðga drápi, er nevnd í § 11 í kunngerðini, har tikið verður til:
? »Um grind, sum verður hildin til, er størri enn pláss er fyri á hvalvánni, kann sýslumaðurin steðga drápinum. Skipað verður so fyri, at tað, ið eftir er av grindini, verður rikið út aftur«.
Sostatt er niðurstøðan tann, at sýslumaðurin hevur skyldu til sum í so nógvum øðrum viðurskiftum í sínum arbeiði, at útinna eina embætisskyldu, sum í hesum føri er at taka sær av grindini ella springarunum. Um sýslumaðurin ikki unnast at útinna sínar embætisskyldur, eigur hann sum konsekvens at umhugsa, um tað er rætt starv hann hevur valt.
Tað er eisini ein undarlig rættarstøða, sum fólk í Havn og Eysturoynni eru komin í, tí hóast lógin og kunngerðin er galdandi fyri allar Føroyar, so sleppa nakrir føroyingar at drepa springarar, meðan nakrir ikki sleppa.
Meira undrunarvert tykist tað, at eitt starvsfólk hjá tí almenna Útvarpi Føroya á henda hátt, og í eina heila viku, kann blíva við at trútta niður í fólk um »tað ólógliga springaradrápið«, hóast hann er gjørdur varugur við, at málið ikki er so einfalt, sum hann hevur gjørt tað til.
Annars hevur verið ført fram, hvussu illir menn eru í sambandi við springara-dráp, men tær ferðir, eg havi verið í hesum drápi og skift í Havn, havi eg ongan illan mann sæð. Tað havi eg harafturímóti sæð í sambandi við grindarakstur og -dráp, og ikki minst undir grindaskifti.
Loksins vil eg siga við Jústines Olsen ? vælsignaður, fá tað skrivað í grindareglugerðina, sum skal standa ? ístaðin fyri at úttala teg um, hvussu reglugerðin skal skiljast. Tað telur slettis ikki løgfrøðisliga, hvat tú heldur, tá ið tað ikki stendur skrivað.
Tá ið hetta er sagt, so er tað ein heilt annar spurningur, hvørvítt vit eiga at drepa springarar ella ikki, og kunnu øll fólk hava sína hugsan um hetta, men er hetta framvegis ikki ein spurningur, sum sýslumenninir skulu taka avgerð um, men bert Føroya Landsstýri, sum einsamalt hevur hesa heimild.