Forkvinnan í stýrinum fyri Arbeiðsloysisskipanina valdi at tríva í orðini úr søguni hjá H.C.Andersen um »at først skal man gå så gruelig meget igennem, før man bliver lykkelig«, tá hon við einum setningi skuldi lýsa gongdina, nú ALS hevur 10 ár á baki.
Og hátíðarhaldið í Norðurlandahúsinum í samband við 10 ára dagin hjá ALS var eisini merkt av hesum orðum. 1.august 1992 varð á fyrsta sinni goldið úr Arbeiðsloysisskipanini og fyrstu árini var brekkan brøtt hjá ALS. Hóast inngjaldið var høgt, heilt upp í 2,75 prosent, so var fyrstu árini fleiri ferðir neyðugt at útvega skipanini meira pengar, skuldi hon klára sínar skyldur mótvegis mongu arbeiðsleysu føroyingunum. Ikki fyrr enn í 1996 hevði ALS á fyrsta sinni yvirskot, og síðan hevur gingið rætta vegin. Seinnu árini hevur Arbeiðsloysisskipanin verið før fyri at seta pengar til síðis, og við árslok í ár fer eginognin at tátta í 480 milliónir krónur. Henda gongd hevur eisini ført við sær, at inngjaldið til skipanina er lækkað fleiri ferðir, og á nýggjárinum lækkar tað niður í 0,5 prosent.
Karin Kjølbro, sum hevur verið forkvinna í stýrinum fyri ALS síðan 1996, segði millum annað, at stýrið bað politikararnar um arbeiðsfrið, tað fekk stýrið, og nýtti hon eisini høvi til at takka fyri tað.
- Endamálið er, at ALS framvegis skal vera óheft, av politisku skipanini og partapolitiskum kjaki, men ein skipan, ið partarnir á arbeiðsmarknaðinum sjálvir umsita, segði Karin Kjølbro millum annað. Hon vísti á, at ALS er eindømi í mun til okkara grannalond, m.a. tí at skipanin ikki fær pengar frá tí almenna, eingi beinleiðis krøv verða sett til aktivering av arbeiðsleysum, og harumframt eru Føroyar at rokn sum eitt arbeiðsøki.
Forkvinnan í stýrinum sigur, at ALS í dag er brynjað til eina møguliga nýggja kreppu. Hon vísir á, at tá tað gongur væl í samfelagnum, hevur tað tvinnanda faktorar á ALS: Meira kemur inn og minni fer út úr skipanini. Sama ger seg galdandi, tá búskaparliga gongdin versnar: tá verður meira útgoldið úr ALS, meðan minni kemur inn. So hóast inngjaldið lækkar á nýggjárinum, so fer tað at hækka aftur, gerst tað neyðugt, vísir Karin Kjølbro á.
ALS skal endurskoðast
Nú ALS hevur 10 ár á baki hevur stýrið biðið Bjarna Djurholm, landsstýrismann í arbeiðsmarknaðarmálum, um at seta ein arbeiðsbólk at endurskoða og eftirmeta skipanina. Hetta verður mett neyðugt, millum annað tí fleiri grundleggjandi spurningar standa ósvaraðir og tørva svar.
Millum annað skal støða takast til, hvørt Arbeiðsloysisskipanin er privat ella almenn. Um eitt inngjaldsloft skal setast í gildi aftur, um útgjaldið úr skipanini til arbeiðsleys skal hækka. Eisini skal metast um, hvørt lækkingin í inngjaldinum, sum kemur í gildi á nýggjárinum, møguliga eigur at nýtast til at leingja barnsburðarfarloyvi. Harumframt er ivi sáddur um, hvørt inngjaldið til ALS er at rokna sum ein skattur. Er niðurstøðan, at talan er um ein skatt, so er hetta í stríð við stýrisskipanarlógina
Arbeiðsbólkurin, ið landsstýrismaðurin skal seta í samstarv við partarnar á arbeiðsmarknaðinum, er ikki settur enn, men verður settur ein av fyrstu døgunum, segði Bjarni Djurholm, landsstýrismaður, í síni røðu við hátíðarhaldið í Norðurlandahúsinum hósdagin.
Bjarni Djurholm vísti í síni røðu á, at ein meginregla við ALS er, at tað framvegis skal loysa seg at arbeiða. Og hann staðfesti samtíðis, at tað í dag er ósemja um, hvussu høgt útgjaldið úr skipanini skal vera. Eitt andstøðuuppskot um at hækka útgjaldið úr verandi 70 prosentum upp í 80 prosent av eini arbeiðaraløn, liggur í løtuni í løgtinginum, og harumframt hava 20 fakfeløg kravt, at útgjaldið hækkar upp í 80 prosent.
Fallandi arbeiðsloysi
Síðan ALS fór at virka fyri 10 árum síðan, er arbeiðsloysi broytt nógv. Elisabeth O. Gaardbo vísir á, at síðan 1993, tá arbeiðsloysi lá omanfyri 20 prosent, hevur tað verið javnt fallandi, og er í dag komið niður á umleið 2,2 prosent.
Síðan skipanin fór at virka, hevur ALS havt umleið 14.000 viðskiftafólk, ið hava fingið vanligan arbeiðsloysisstuðul og stuðul úr fiskavirkisskipanini. Tilsamans eru útgoldnar umleið 1,4 milliard krónur úr skipanini, hesi tíggju árini.
Nærum øll árini, ella líka síðan 1994, hava fleiri kvinnur enn menn verið arbeiðsleys. Talan hevur verið um eina javna gongd, har kvinnurnar hava umboðað ein vaksandi part av arbeiðsloysu føroyingunum. Í dag eru umleið 400 føroyingar arbeiðsleysir, tá eru tey í fiskavirkisskipanini ikki íroknað. 65 prosent av teimum eru kvinnur.