Kári P. Højgaard
løgtingsmaður
Tað var ein hugaligt at síggja góðu uppmøtingina í Norðurlandahúsinum, mánadagin 10. mai, har Javnstøðunevndin skipaði fyri almennari ráðstevnu við heitinum "Á leiðini til javnstøðu". Ofta eru tað kvinnur, sum leita sær til tiltøk, ið hava við javnstøðu at gera og soleiðis var eisini hesaferð - men nærum ein fjórðingur av luttakarunum vóru menn.
Sjálvstýrisflokkurin hevur boðað frá, at málið til næsta val er at hava eins nógvar kvinnur og menn á vallistunum. Tað tykist, sum um aðrir politikkarar taka okkum táttin upp. Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í javnstøðumálum, hevði eina framløgu, har hann segði seg hava ætlanir um at leggja eitt uppskot til samtyktar fyri tingið um at seta eina nevnd, sum skal arbeiða júst við hesum sama endamálið, at fáa meira javnvág í kynsbýti á løgtingi, soleiðis at hon speglar samfelagið sum heild.
Gitte Larsen frá Copenhagen Institute for Future Studies helt ein fyrilestur. Granskarin helt ikki, at tað hjálpir at skumpa og hála fleiri kvinnur í politikk og leiðandi størv. Ístaðin helt hon, at størvini eiga at broytast. Verður hugt at leiðarastørvum má ásannast, at tað ikki altíð er eitt 9:00 - 16:00 starv, men ofta krevur hetta, at arbeitt verður langt út yvir vanligar arbeiðstíðir. Sum hon so beinrakið segði, so hava kvinnur í slíkum størvum tørv fyri "at ha´ en kone derhjemme".
Nógv góð hugskot kundi ein fáa við at sita og lurta eftir frálíku fyrilestrarhaldarunum, og tað er ringt at taka ein fram um annan. Okkara heimligu kreftir stóðu einki aftanfyri útlendsku gestarøðararnar.
Áhugavert var tað, sum fyrilestrarhaldarin frá Tele Danmark greiddi frá viðvíkjandi teirra politikki, at fáa fleiri kvinnur í leiðandi størv. Hann segði millum annað, at Tele Danmark rætt og slætt ikki hevur ráð til, at lata ein slíkan hóp av góðari kvinnuligari leiðsluorku fara til spillis. Tey nýta ein Talent Pool, har tey hvørt ár dyrka leiðsluevnir. Í byrjanini vóru 21% kvinnur í hesum Talent Pool, men er hetta tal økt og verður skjótt 33%. Hetta kundi verið eitt hugskot til allar politiskar flokkar í Føroyum og sjálvsagt eisini til privata vinnulívið.
Vígdis Finnbogadóttur, livandi fyrimyndin, ið megnaði at gerast fyrsti kvinnuligi forseti, hevði áhugaverdan fyrilestur. Tá hon varð biðin um at stilla upp til forsetavalið í Íslandi fyrstu fer, bar hon seg undan. Tað var eitt langt telegram frá einari trolaramanning, sum fekk hana til at taka stigið og játta. Hendan skipsmanningin, allir menn, heittu á hana um at stilla upp og lovaðu henni sín fulla stuðul. Hon segði seg arbeiða fyri javnstøðu, eisini hjá monnum. Tó helt hon, at menn ikki í so stóran mun sum kvinnur, høvdu hennara hjálp fyri neyðini.
Fremsta kvinnan í føroyskum politikki var Marita Petersen, sáli. Floksfelagin Vilhelm Johannesen løgtingslimur hevði eina kensluborna og livandi talu um hesa kvinnu, ið hóast stuttan arbeiðsdag megnaði at skriva politiska søgu sum floksleiðari, fyrsti kvinnuligi løgtingsformaður og løgmaður.
Ein onnur kvinna varð nevnd, ið hevur nátt politisku tindarnar og er kend av hvørjum mansbarni í Føroyum. Tað er Lisbeth Petersen, løgtingslimur, ið hevur virkað sum borgarstjóri, floksformaður og fólkatingsumboð. Harumframt hevur hon havt fleiri onnur álitisstørv og slóða fyri, at alt ber til, tá hugurin drívur verkið.
Livandi og sigandi var - sum altíð - fyrilesturin hjá Jógvani Fríðrikssyni, presti. Hann slóg fast við sjey tumma seymi, at javnstøða frá einum kristiligum sjónarhorni er verulig javnstøða. Gud skapti ikki mannin fyrst og síðani kvinnuna. 1.Mós. 1.26. "Vær viljum gera menniskjur eftir okkara mynd". Vers 27, sum kall og konu skapaði han tey. (hatta havi eg ikki hugsa um fyrr)!
Meirilutin av teimum sum høvdu orðið vóru kvinnur, og tær høvdu so sanniliga "orðið í síni makt".
Ráðstevnan bleiv meistaraliga leidd av tíðindakvinnuni Bjørt Samuelsen.
Tað mest positiva við ráðstevnuni var hugburðurin. Tað sum kom fram, var veruleikin, uttan dukan í høvdið av hinum kyninum t. v . s. skeivleikar vóru ávístir, har ein sum luttakari sat eftir við tí kenslu, at her er ein avbjóðing, kvinnur og menn í felag mega taka upp og gera nakað við.
Javnstøðunevndin við Anniku W. Joensen á odda. Tøkk fyri ein stak góðan dag, sum fyri onkran luttakara hevur flutt mørk.