Televarpið: Premiera 5. desember

Eftir ætlan byrjar Televarpið at senda 5. desember við 25 rásum. Enn er einki komið upp á pláss viðvíkjandi Danmarks Radio. Og so sleppa øll í høvuðsstaðnum at síggja Robinson finaluna

Arbeiðið at fyrireika Televarpið er nú komið so langt ávegis, at ásettur er ein premieru dagur, sum tó ikki hundrað prosent fastlagdur enn. Hósdagin 5. desember ætlar Televarpið at byrja at senda. Televarpið er ein dóttur fyritøka hjá Føroya Tele, sum skal víðarisenda fylgisveinarásir til føroyingar.
Byrjanin til Televarpið hjá Føroya Tele var fyri so vítt ásannanin hjá Tórshavnar býráð, at tað ikki loysti seg longur hjá teimum at senda ókeypis fylgisveinasjónvarp til sínari borgarar umvegis Rás Tórshavn.

Robinson yvir alt
Tá byrjað verður at senda 5. desember, so merkir hetta eisini, at íbúgvar í høvuðsstaðnum, sum seta teirra álit til Rás Tórshavn, sleppa at síggja allar partarnar av Robinson. Finalan í Robinson kappingini, sum skuldi verið tann endaliga, verður hin 2. desember. Hesa sleppa borgarar í høvuðsstaðnum so at síggja.
Jan Christiansen, borgarstjóri í Havn, sigur, at teir hava sum so ikki tikið endaliga støðu til øll viðurskiftini um Rás Tórshavn. Fíggjarnevndin hjá Tórshavnar býráð skal á fundi hóskvøldið endaliga taka støðu til lagnuna hjá Rás Tórshavn.
?Ùtgerðin skal seljast til Føroya Tele. Hetta skulu vit fáa endaliga upp á pláss. So skal eisini gerast av, nær vit formelt sløkkja, sigur Jan Christiansen.
Galandi avtalur hjá Rás Tórshavn eru til endan av hesum árinum, og einki er sett til komandi ár. Tórshavnar kommuna fer at spara eina millión um árið, nú einki Rás Tórshavn er at gjalda fyri longur.
Eftir hvat skilst, var tað hildið vera best av øllum pørtum, um bíðað varð til eftir Robinson finaluna at sløkkja fyri Rás Tórshavn.

Rásirnar
So gott sum allar avtalur eru nú komnar upp á pláss viðvíkjandi rásum hjá Televarpinum. Samráðst verður enn við DR um eina avtalu, og onkur onnur rás liggur eisini í buktini, og endaliga avgjørt er ikki, um hendan ella hesar koma við.
Samlaða yvirlitið yvir rásir stendur at lesa aðrastaðni á síðuni.
Tróndur Djurhuus, stjóri fyri Televarpið, upplýsir fyri Sosialinum, at teir sum er ætla at byrja 5. desember at senda. Dagin eftir, hin 6. desember, verða móttakararnir (set-top boksirnar) til sølu. Kostnaðurin fyri hesar verður umleið 2.000 kr. Til endan av árinum verður tað ókeypis at síggja Televarpið. Boksirnar verða at fáa í ymsum radiohandlum og aðrastaðni. Talan er um móttakarar, sum umbróta digital (talgilt) signal til sjónvarpsmyndir. Móttakarin, sum væntandi verður gestur í flestu føroysku stovum í næstum, er meinlíkur móttakarum, sum fólk kenna frá parabolum.
Útboðið av rásum hjá Televarpinum er annars ógvuliga meinlíkt útboðnum hjá komandi kappingarneytanum Canal Digital. Fyri so vítt er talan um júst tær somu rásirnar.
Eins og við Canal Digital verður útboðið býtt í fleiri ymsar pakkar. Tað hevur ikki eydnast okkum at fingið upplýst prísir, men eftir hvat skilst, er talan ein ?bíligan? pakka við nógvum rásum, og síðani koma dýrari pakkar við rásum sum Canal+ og kanska eisini DR.
Ein av rásunum hjá Televarpinum er tann sokallaða INFO rásin. Hendan rásin er rás, sum Televarpið í roynd og veru sjálvt eigur. Televarpið fer tó ikki sjálvt at senda annað eitt upplýsandi tilfar á hesari rásini.
Tróndur Djurhuus sigur, at teir í løtuni arbeiða við at koyra prosjekt av bakkastokki, sum hevur til endamáls at kanna, hvøjar møguleikar eru til at nýta INFO rásina til at senda ymiskt forkunnugt føroyskt tilfar. Roknast skal tó ikki við føroyskum tíðindum, tí hetta verður væntandi ov dýrt at framleiða.
Annars er tað at siga um rásirnar hjá Televarpinum, at talan er um enskar og danskar rásir. Útboðið fevnir um tónleika-, barna-, tíðinda-, ítrótta-, films- og undirhaldsrásir umframt aðrar.


Rásirnar, ið Televarpið hevur tikið endaliga støðu til vera við í teirra útboði, eru hesar:

SvF (Skal vera við sambært Kringvarpslógini)
INFO (Egin rás hjá Føroya Tele, sum kann nýtast til ymisk endamál)
Canal+ (tríggjar)
TV Danmark 1
TV Danmark 2
CNN
CNBC
MTV
VH1
VH1 Classic
God Channel
Fox Kids
Cartoon Network
Eurosport
Eurosport News
Hallmark
TCM
BBC Prime
BBC World
Animal Planet
National Geographic
Discovery

Afturat hesum koma møguliga aðrar rásir. Rásirnar verða seldar í ymsum pakkum. Prísirnir vera ymiskir, alt hvussu nógvar og hvørjar rásir, ein velur.