Hann var ikki stórt meira enn hálvan hálvleik á vøllinum, men eingin ivi var um, hvør var stóri maðurin í B36-leguni sunnudagin. Við tveimu málum móti EB/Streymi var Áki Mørk í øllum førum maðurin, sum í einum hálvgum vánaligum fótbóltsdysti beindi allan iva til viks, og fyribils er úrslitið, at B36 stendur ovast á stigatalvuni, nú fyrsta landskappingarumfarið er farið aftur um bak.
Óskipaður diamantur
Sum sagt, so var talan ikki um ein serliga góðan dyst í Gundadali sunnudagin. Veðrinum kundu partarnir tó ikki geva skuldina fyri hetta, tí tað man vera sjáldan, at fyrsta landskappingarumfarið verður avgreitt í so góðum líkindum, sum tað var hesaferð.
Men tað var alla tíðina ? og serliga fyrstu trý korterini ? sum høvdu liðini bæði sera trupult við at finna stevið. Hjá B36 tóktist sera missurin av John Petersen at vera tungur, og dysturin undirstrikaði væl og virðiliga, hvussu stóran týdning mittasti álopsmaðurin hevur, um spælt verður við 4-3-3. Her royndi B36 seg við Jens Eriki Rasmussen, men hann fall í longum løtum aftur á miðvøllin, soleiðis at talan at síggja til gjørdist um ein óskipaðan diamant mitt á.
Tað viðførdi so eisini, at einastu royndirnar til veruligt álopsspæl kom upp ígjøgnum kantarnar, men tað hjálpti tó lítið, tá eingin var at taka ímóti, tá sent varð innfyri. Longu í fyrsta minutti kundi heimaliðið tó lagt seg á odda, tá Ronnie Samuelsen (helst rangstaddur) kom at standa púrasta blankur, men onkursvegna megnaði hann úr fimm metrum at senda fram við málinum.
Tvær flaggdagsgávur
Øvuta vegin var talan heldur ikki um nakað serliga skipað fótbóltsspæl, men kortini tóktust gestirnir at hava nakað væl meira av broddi í, tær ferðirnar, teir settu ferð á í kontra-spælinum. Tvær ferðir var eisini um reppið, at úrslit spurdist burturúr, men fyri tað mesta tóktust teir tó at leggja dentin á at standa rætt í verjupartinum, og um ikki annað, so tóktist hesin parturin av spæliætlanini at rigga heilt væl.
Alt hetta arbeiði fór tó fyri skeyti, teir báðar fyrstu minuttirnar av seinna hálvleiki. Vandin tóktist annars ikki vera serliga stórur, tá Jens Erik sendi fríspark innfyri, men uttan at vera trýstur yvirhøvur, tór Sorin Anghel í luftdyst við Gunnar á Steig, og úrslitið var, at bólturin av høvdinum hjá rumenska álopsmanninum dalaði niður í tóma málið.
Og áðrenn gestirnir høvdu fingið eyguni uppaftur, stóð 2-0 á talvuni. Hesaferð var tað víkamaðurin, Ronnie Samuelsen, sum við kvikum 1-2 spæli fekk stungið bóltin inn um til Bárð Mortansson, og so mundu tey flestu halda, at dysturin var avgjørdur.
Áki avgjørdi
EB/Streymur royndi tó at svara aftur, og einar tvær ferðir var eisini heilt nær við, at teir fingu minkað um munin, men so líðandi fánaði hetta tó burtur. Viðvirkandi var eisini, at B36 nú hevði umskipað liðið nakað, soleiðis at talan var um 4-4-2, har serliga Santos og Arnbjørn Danielsen tóktust stórtrívast á miðvøllinum.
Og so var tað, at Jóannes Jakobsen kundi senda trumfin hjá sær á vøllin. Áki Mørk hevur fyri tað mesta verið upptikin av hondbólti í vetur, men nú er tann kappingin liðug, og so skuldi hann prógva, at hann eisini dugir at handfara bóltin við fótunum.
Jens Erik Rasmussen mátti víkja í álopinum, og skjótt stóð greitt, at hetta var ein klók avgerð. Sjálvandi serliga tí Áki var maðurin, sum við tveimum málum sløkti alla vón hjá gestunum hendan dagin, men eisini tí hann í nógvar mátar megnaðí at fylla leiklutin, sum John Petersen ofta hevur á liðnum. Kropsliga er hann væl fyri, og tekniski førleikin eins og styrki í loftrúminum standa eisini ovarliga á breddanum, tá tosast skal um dygirnar.
Og so hevur hann eisini máltev. Fyrru ferðina, hann sýndi hetta, var tá hann stútaði innlegg frá Bárði Mortansson í kassan, og nakað seinni var hann aftur maðurin á rætta staðnum, tá eitt illa umhugsað útkast endaði hjá Bárði, sum dróg einaferð, áðrenn hann rullaði upp á tvørs. 4-0 til B36, sum sostatt hevur lagt seg á odda í landskappingini, og við enn einum heimadysti í næsta umfarinum er einki at ivast í, at teir ætla sær at halda fast um hesa støðuna.









