Fjølmiðlar í leysum lofti

Løgfrøðingurin Annfinn V. Hansen sigur, at tað ber ikki til hjá tí almenna at áseta, hvørji hjástørv fólk í føroysku fjølmiðlunum kunnu røkja og ikki

Í Sosialinum í farnu viku fekk stjórin í Útvarpi Føroya, Jógvan Jespersen, av grovfílini frá fjølmiðlafólkunum Una Arge og Brynhild Thomsen, tí hann situr sum stjóri á ÚF, meðan hann samstundis røkir nevndarsess í Føroya Banka.
Bæði fjølmiðlafólkini róðu fram undir, at fremsta uppgávan hjá fjølmiðlunum er at hava eftirlit við valdsharrunum, og tí kann stjórastarvið hjá Jógvani Jespersen í Útvarpi Føroya als ikki sameinast við nevndarsessin hjá honum í Føroya Banka.

Stýrisskipanin vísir veg
Í 1995 varð Stýrisskipan Føroya sett í gildi. Eitt av aðalmálunum við nýggju stýrisskipanin var at fáa eitt greitt býtið millum lógevandi løgtingið og útinnandi landsstýrið.
Ein av uppgávunum hjá løgtinginum er at hava eitt vakið eyga við, at landsstýrið røkir sítt vald á haldgóðan hátt. Fyri at tryggja, at løgtingslimir veruliga kunnu hava eftirlit við landsstýrinum, eru greiðar ásetingar í Stýrisskipanini um, at limir í løgtinginum skulu niðurleggja øll álitisstørv í nevndum og ráðum, sum eru undir eftirliti landsstýrisins.
Løgtingslimur hevur eitt nú ikki loyvið til at røkja ein nevndarsess í Atlantic Airways, sum er stovnur undir landsstýrinum, meðan hann situr í løgtinginum. Henda áseting tryggjar, at løgtingslimir eru skikkaðir at viðgera landsstýrið, uttan at ivið verður sáddur um teirra gegni.

Lógleysir fjølmiðlar
Meðan greiður skilnaður er ásettur í Stýrisskipanini um, at løgtingið skal verða óheft av landsstýrinum, er støðan heilt øðrvísi í føroysku fjølmiðlunum.
Í Sosialinum í farnu viku varð víst á óhepnu ognarviðurskiftini á Dimmalætting, Sosialinum og Fregnum. Eisini varð nevndarsessurin hjá útvarpsstjóranum havdur á lofti. Samanumtikið kundi staðfestast, at ongar greiðar reglur eru fyri fjølmiðlarnar, hvørki tá tosað verður um ognarviðurskiftið ella leiðsluviðurskiftið í føroysku fjølmiðlunum.
Tað er undrunarvert, at ongar greiðar ásetingar eru fyri føroysku fjølmiðlar á hesum økjum. Í prinsippinum røkja løgting og fjølmiðlar somu uppgávu, tí orðið eftirlit er kjarnuhugtak hjá báðum pørtum.
Vit hava spurt ein av fedrunum til Stýrisskipan Føroya, Annfinn V. Hansen, um ikki greiðar ásetingar áttu at verið fyri føroyskar fjølmiðlarnar, sum tryggjaðu, at starvsfólk í føroysku fjølmiðlunum, eins og løgtingslimir, halda fingrarnar burtur frá nevndarsessum og øðrum valdspostum, sum kunnu seta fjølmiðlafólk í eina óskikkaða støðu.

Einki formelt vald
Ein av hornasteinunum í vesturlendsku samfeløgunum er trýbýtið av valdinum. Grundhugsjónin handan trýbýtið er, at lóggevandi, útinnandi og dømandi valdið skulu hava eftirlit við hvørjum øðrum.
Hugtakið, tað fjórða statsvaldið, hevur síðan stungið seg upp. Meðan ting, stjórn og dómstólar eru tey trý statsvøldini, hava fjølmiðlarnir fingið heitið sum fjórða statsvaldið.
Omanfyri varð víst á, at meðan greiðar ásetingar eru fyri ting, stjórn og dómstólar í Stýrisskipanini, so valdar lógloysi í Føroyum fyri fjórða statsvaldið, fjølmiðlarnar.

Skuldu greiðar ásetingar ikki eisini verið fyri fjølmiðlarnir ?

-Hóast vit vanliga kalla fjølmiðlarnar fyri fjórða statsvaldið, hava fjølmiðlarnir formelt einki vald. Tað ber tí ikki til at áseta almennar reglur fyri fólk innan fjølmiðlarnar um hvørjar nevndarsessir, tey ikki skulu røkja, sigur Annfinn V. Hansen.
Hann vísir á, at hóast fjølmiðlarnir formelt einki vald hava, so er veruleikin øðrvísi.
-Føroysku fjølmiðlarnir hava ómetaliga stórt vald, og fleiri dømið eru um, har fjølmiðlarnir stýra viðgerðini av málum. Løgfrøðiliga sæð ber kortini ikki til frá almennari síðu at lóggeva fyri einum ávísum bólki(fjølmiðlunum, blðm) um, hvørji størv starvsfólkini kunnu røkja og ikki, vísir Annfinn V. Hansen á.

Innanhýsir lógir
Útvarp ? og Sjónvarp Føroya eru bæði fevnd av lógunum um public service. Public Service ásetingin áleggur báðum stovnunum at hava eina ávísa breidd í tíðindaflutinginum.
Spurdur, um onnur løgdømi ikki hava greiðar reglur fyri, hvørji hjástørv skattagjaldarans fjølmiðlafólk kunnu røkja, svarar Annfinn V. Hansen, at vanliga hava almennir fjølmiðlar í øðrum londum innanhýsis lógir á hesum økinum.
Í leygardagssosialinum greiddi stjórin í SVF, Mikkjal Helmsdal frá, at stovnurin um ársskiftið 2001/2002 setti slíkar reglur í gildið fyri starvsfólkini í SVF.
Í hinum almenna fjølmiðlunum, Útvarpi Føroya, eru ikki nakrar fastar mannagongdir um, hvørji hjástørv starvsfólkini á stovninum kunnu røkja.

Privat frítikin
Meðan ÚF og SVF mugu lúka Public Service treytirnar, hava privatu miðlarnir eitt størri frælsi. Annfinn V. Hansen greiðir frá, at løgfrøðiliga hava privatu miðlarnir nógv størri frælsi enn almennu miðlarnir-eisini tá tað kemur til starvsfólkapolitikk
Hann vísir á, at tað er nógv torførari at áleggja privatu miðlunum reglur enn almennu miðlunum.
Velur tað almenna at gera reglur fyri starvsfólkini á privatu miðlunum um, hvørji størv tey kunnu røkja, so ger tað almenna seg inn á grundlógartryggjaða rættin hjá borgaranum, og tað er ógvuliga vandamikið, sigur Annfinn V. Hansen løgfrøðingur at enda.