tá ið tú kundi hava tíð til at kontrollera um stjórin var til arbeiðis ella ikki. Tú sigur eisini, at hevði ikki aðrir vælviljað stuðlað, var ivingarsamt, um A. T. knóraði upp til kríggið. Tú gloymdi kanska [...] umboð í FAG. Hví leggja ilt á sinni um pápa, við at kalla hann, sum »permanent sproyta fyri FAG«. P. M. Dam var í nógvum nevndum, uttan at nakar fór at siga nakað um hann. Teir sum eru í nógvum nevndum [...] Tað er harmuligt, at hann í minningarorðum um P. M. Dam, ikki kann lata pápa mín liggja í friði í sínari grøv, líkasum pápi heldur ikki kann forsvara seg. Eg visti ikki, at tú Karl kundi gera teg so lágan
var góð, og tað hoyrdist týðuliga, at her er talan um ein sera góðan sangara, og ikki minst ein góðan sangskrivara. Sangir hansara handlaðu allir um sera viðkomandi viðurskifti, sum vit sum menniskju hava [...] framførsla enn hinar frammanundan, um so ber til at siga. Heildarinntrykkið av konsertini var, at enn eru knotir í føroyksum gospeltónleiki, og innast í mínum hjarta fegnist eg um, at so væl er statt í okkara [...] hesar ungu framúr góðu tónleikarar luttaka. Kanska var ljóðið nakað hart soleiðis at byrja við. Var farin eitt ørindi útum og møtti kvinnu á aldri við meg sjálvan. Hon ógvaðist við og takkaði fyri seg, tí
fyrstur um mállinjuna, við Jónálvi Johannesen, sum »skipara«. Næstur um mállinjuna gjørdist »Svanur« av Skála við John Mikkelsen við róðri. Hesin svanurin er ikki tann sami, sum kappróðrarbáturin, um onkur [...] so ber illa til frammanundan at siga hvar byrjað verður, tí tað er betri at sigla undan vindinum, um nakar slíkur er og tað plagar ikki at vera Sunnudagin lá eitt frískt lot út eftir Skálafjørðinum og [...] reiðiliga hálva leið, hvarv lotið eina tíð og so lógu bátarnir mestsum stillir. Tó so tá ein stund var farin kom eitt lítið lot og so fingu bátarnir so mikið av vindi í seglini, at teir komu á mál. Tey flestu
Umframt sjálvan hylin, sum er 29 stig heitur, eru tveir gosbrunnar, sum eru væl heitari. Um middagsleitið fóru vit ferð um býin við bussinum. Jóhann, sum er arbeiðsformaður hjá kommununi, greiddi frá. Hann hevði [...] erøgilig - 193 tons um sekundið! Dettifossur er stórsti fossur í Europa. Ein biti varð etin og síðan lá leiðin til Húsavíkar. Vit góvu okkum góðar stundir og komu ikki til Akureyrar fyrr enn um 7-tíðina. Hetta [...] hevur tú hug til tess. Veðrið í tí góða lagnum, klárviðrað og sól. Seinnapartin um 5- tíðina fóru vit gonguferð út um Neskaupstað. Har er stórt øki, sum er friðað frá fjals til fjøru. Vit fóru niður í
viku var í Bosnia-Hersegovina. Vit hava einki hoyrt um, hvussu liðið hjá FCK fer at síggja út seinnapartin í dag, men tað hevði ikki komið óvart á, um Kent Karlsson gjørdi av at lata onkrar av lyklaspælarunum [...] 4-2 og eru tískil í hattinum, tá lutur í morgin verður drigin um, hvussu liðini skulu spæla í fyrsta umfarinum. Brann Bergen, sum liggur um niðurflytingarstrikuna í landskappingini, stóð seg væl. Eftir [...] Hesa vikuna er nógvur altjóða liðfótbóltur kring í Europa. Talan er um tey seinastu innleiðandi umførini í teimum trimum Europa Cup kappingunum. Umframt GÍ, sum í gjár spældi í Ungarn, er ein annar føroyingur
na til. Hann hevði hugsað um pappírsframleiðslu, men av tilvild valdi hann gummiframleiðslu - uttan iva tí gongd var komin í gummirframleiðsluna í Akron tá. Hetta var júst um tað mundið, tá bilarnir gjørdust [...] eingin ríkmaður. Tvørturímóti átti hann ikki sýru í vegg. Kona hansara, Clarissa, bað og bønaði hann um at leggja alt hetta gummiarbeiði frá sær - og heldur royna at forvinna familjuni eitt sindur av peningi [...] longu gjørt honum kynstrið eftir, men hann vann kortini eitt rættarmál seinni, hóast hetta kostaði hon um 25.000 dollarar. Charles Goodyear vann ongantíð pening burtur úr sínum uppfinnilsi - og í 1860 doyði
liggjandi, serliga umvælingar, og ein fyrispurningur er um eitt sjeymannafar. Eg havi fitt at gera, men henda vinnugreinin er í stórum vanda, um meirvirðisgjaldið ikki verður tikið av nýggjum bátum. So [...] tað seg, at fólk hava fingið áhuga fyri træbátinum aftur runt um í Føroyum til stuttleikabrúk. Tann føroyski báturin hevur avgjørt nakað fram um aðrar, hann er nógv betri at vera í, og liggur róligari í sjónum [...] kvinnan eitur, gjørdi ikki mætari men bílegði ein bát við segli og árum frá Jóan Peturi. Báturin er nú farin til Noregs við Norrønu, til eitt lítið pláss sunnanfyri Stavanger, har kvinnan er ættað. Henda norska
politikarar brúka frágreiðingina, sum er politiskt óheft, at meta um samfelagsgongdina í Føroyum, sigur Arne Larsen. Hann heldur kortini, at um føroyingar velja sjálvstýrið, so er helst givið, at brúk verður [...] frágreiðingini longur. Kunnu føroyingar lívbjarga sær uttan blokstuðulin um trý ár? Tað dugi eg ikki at siga, men tað velst um so nógv. Í løtuni gevur blokstuðulin yvirskot á føroysku gjaldsjavnaðinum [...] tað almenna og tað privata hava brúk fyri íløgum. Útlit eru til at privata vinnan varisliga er farin at gera íløgur. Hóast fiskiflotin er gamal, so virkar hann og fær rávøruna til lands, men neyðugt
Fleiri av viðhaldsfólkunum eru farin at rokna uppá, nær FM heitið teoretiskt verður vunnið, og um tað skuldi hent, at B68 og GÍ í morgin vinna móti ávikavíst B36 og KÍ, ella um hesir dystirnir enda við javnleiki [...] at fegnast um FM, tá B68 13. september kemur í Gundadali. Teir, sum spæla við HB og annars hava við liðið at gera, eru meiri sinniligir, og tað er væl skiljandi, tí vágbingar hava ofta gjørt um seg í Gundadali
Simonsen, sum neyvan nakar hevði verið heilt ovfarin av, um tey restaðu, men alíkavæl er tað heilt nátúrligt, at venjarin hevur valt hesar báðar. Talan er um Jákup á Borg, sum er toppskorari í landskappingini [...] vikuskiftið og harvið landskappingardystirnir í Føroyum, Danmark og Noregi og steypafinalan í Íslandi eru farin afturum. Við at nýta hesa mannagongdina kann Allan Simonsen koma í ta støðu, at hann verður noyddur [...] valt at hava unga mannin við, og tað er einki at siga til hetta. Hin spælarin, sum her verður hugsað um, er Símun Eliasen, sum ikki var millum teir fyrstu átjan til ferðina niður til Bosnia. Hann kom við