Í gjár lat Allan Simosnen, landsliðsvenjari, frætta frá sær. Hann hevur úttikið 18 manna liðið, sum teir, ið annan sunnudag skulu spæla móti Kekkia á Svangaskarði, fara at verða valdir millum. Við at velja spælararnar longu í gjár hevur landsliðsvenjarin valt at halda fast við, at landsliðið skal fáa boð umleið tíggju dagar undan dystinum, í staðin fyri at bíða til vikuskiftið og harvið landskappingardystirnir í Føroyum, Danmark og Noregi og steypafinalan í Íslandi eru farin afturum.
Við at nýta hesa mannagongdina kann Allan Simonsen koma í ta støðu, at hann verður noyddur at taka nýggjar spælarar út eftir vikuskiftið, tí onkur av teimum fyrstu átjan vegna skaða verður noyddur at geva avboð. Hetta hevur aftur við sær, at tað kann kennast eitt sindur óhugaligt hjá honum ella teimum, sum so at siga fáa boð í seinna umfari, men hetta mugu spælararnir læra seg at liva við.
Hava bitið
seg fastar
Tað eru tvey nøvn á listanum hjá Allani Simonsen, sum neyvan nakar hevði verið heilt ovfarin av, um tey restaðu, men alíkavæl er tað heilt nátúrligt, at venjarin hevur valt hesar báðar. Talan er um Jákup á Borg, sum er toppskorari í landskappingini og sum spældi fyrstu ferð á landsliðnum í Bosnia-Hersegovina. Tað kundi hugsast, at venjarin ikki valdi hann hesa ferð, tí nú er Jan Allan Müller tøkur aftur, men venjarin hevur valt at hava unga mannin við, og tað er einki at siga til hetta.
Hin spælarin, sum her verður hugsað um, er Símun Eliasen, sum ikki var millum teir fyrstu átjan til ferðina niður til Bosnia. Hann kom við, tí onkrir spælarar góvu avboð, og at hann er millum teir fyrstu átjan hesa ferð má merkja, at hann hevur staðið seg væl undir venjingini í Sarajevo.
Hópurin
Sammett við ferðalagið, sum var í Bosnia-Hersegovina, eru tríggir nýggir spælarar við hesa ferð. Talan er um so royndar menn sum Jens Martin Knudsen, sum eftir útvísingina í Estlandi var leikbannaður móti Bosnia. Toda Jónsson, sum var skaddur og Jan Allan Müller, sum av persónligum ávum gav avboð.
Tað vóru bara seytjan spælarar í Sarajevo, og tað merkir, at bara tveir spælarar eru farnir úr hópinum. Teir eru Sunnvard Joensen úr GÍ og Jákup Eli Olsen úr B68.
Aðra staðni í heiminum verður ofta tikið til, at landsliðini eru mannað við spælarum, sum spæla í øðrum landskappingum enn henni í tí landinum, sum teir umboða. Rákið í Føroyum hevur verið soleiðis, at parturin av spælarum, ið umboða Føroyar og spæla aðra staðni, hevur verið vaksandi, og vit staðfesta, at hesa ferð koma seks av átjan spælarum ella ein triðingur úr útlandinum.
Teir átjan eru Jákup Mikkelsen, Herfølge, Jens Martin Knudsen, Leiftri, Óli Johannesen, TB, Arnbjørn Danielsen, Jákup á Borg, Jens Kristian Hansen, John Petersen og Pól Thorsteinsson, B36, Henning Jarnskor, Magni Jarnskor og Sámal Joensen, GÍ, Hans Fróði Hansen og Allan Mørkøre, HB, Todi Jónsson, FC Keypmannahavn, Jan Allan Müller, Esbjerg, Símun Eliasen, Aarhus Fremad, Julian Johnsson, Kongsvinger og Uni Arge, Leiftri.
Landsliðið skal møta hóskvøldið klokkan átjan, og dysturin verður á Svangaskarði sunnudagin klokkan 15.00.