Leivur úr Kollafirði vann

Ikki færri enn 35 bátar tóku lut í kappsiglingini á Skálafjørðinum, sum varð sigld fyri 29. ferð

Sunnudagin 23. august skipaði L. C. Eysturoy fyri kappsigling á Skálafjørðinum.

38 bátar vóru tilmeldaðir, men tríggir teirra møttu ikki til byrjanina, so samlaða luttakaratalið var 35.

Hetta var 29. ferðin at Lions skipaði fyri kappsigling á Skálafjørðinum og tað merkir samstundis, at næsta ár verður tríati ára »jubileum«.

Í nógv ár varð málið á Skála, men seinastu nógvu árini hevur málið verið í Runavík.

Tað var tað aftur í ár og hesaferð varð siglt úr Skálabotni út til Runavíkar.

Tað sigur seg sjálvt, at tá ein hevur við seglbátar at gera, so ber illa til frammanundan at siga hvar byrjað verður, tí tað er betri at sigla undan vindinum, um nakar slíkur er og tað plagar ikki at vera

Sunnudagin lá eitt frískt lot út eftir Skálafjørðinum og so var sjálvsagt, at byrjast skuldi í Skálabotni.

Men, sum so ofta er, tá ein hevur brúk fyri lotinum, so hvørvir tað. Soleiðis var eisini sunnudagin. Tá bátarnir vóru komnir reiðiliga hálva leið, hvarv lotið eina tíð og so lógu bátarnir mestsum stillir.

Tó so tá ein stund var farin kom eitt lítið lot og so fingu bátarnir so mikið av vindi í seglini, at teir komu á mál.

Tey flestu árini hevur bert verið siglt í 4 og 5 mannaførum, men í ár var eisini roynt við størri bátum. Tveir størri bátar vóru við sunnudagin og av teimum gjørdist »Greipur« fremstur og »Dvørgamoy« gjørdist nummar tvey.

Greipur gekk nakað skjótari enn smærru bátarnir, meðan Dvørgamoy hevði á leið somu ferð sum teir.


»Leivur« úr

Kollafirði vann

Úrslitið av kappsiglingini á Skálafjørðinum gjørdist annars tað, at »Leivur« úr Kollafirði gjørdist fyrstur um mállinjuna, við Jónálvi Johannesen, sum »skipara«.

Næstur um mállinjuna gjørdist »Svanur« av Skála við John Mikkelsen við róðri. Hesin svanurin er ikki tann sami, sum kappróðrarbáturin, um onkur er sum ivast.

Nummar trý gjørdist »Thyra« av Strondum við Svenn Berg við róðri.


»Thyra« er

førameistari

Úrslitið av kappsiglingini á Skálafjørðinum hevði við sær, at »Thyra« av Strondum, við Svenn Berg sum »skipara« gjørdist føroyameistari við 77 stigum. Á øðrum plássið komu »Svanur« av Skála og »Leivur« úr Kollafirði. Báðir bátarnir høvdu 67 stig.

Tað er Seglið -áhugafelagið fyri sigling, sum stendur fyri føroyameistarakappingini fyri »seglbátar«.