Hesa vikuna er nógvur altjóða liðfótbóltur kring í Europa. Talan er um tey seinastu innleiðandi umførini í teimum trimum Europa Cup kappingunum.
Umframt GÍ, sum í gjár spældi í Ungarn, er ein annar føroyingur við í europeisku kappingini. Tað er Todi Jónsson, sum saman við hinum í FCK næstan er so langt eysturi og suðuri, sum tað ber til at koma, tá tað verður spælt í Europa Cup.
Todi og teir eru í Aserbadjan, har teir seinnapartin í gjár klokkan 15 føroyska tíð skuldu spæla seinna dystin móti Karabakh Agdam í europeisku kappingini fyri steypavinnarar. FCK vann fyrra dystin við ikki minni enn 6-0, sum eisini var støðan í hálvleikinum. Ta ferðina spældi Todi Jónsson ikki við, tí hann hevði trupulleikar av lærskaðanum, sum eisini helt honum uttanfyri, tá landsliðið í síðstu viku var í Bosnia-Hersegovina.
Vit hava einki hoyrt um, hvussu liðið hjá FCK fer at síggja út seinnapartin í dag, men tað hevði ikki komið óvart á, um Kent Karlsson gjørdi av at lata onkrar av lyklaspælarunum sita uttanfyri. Sjálvandi fer FCK eftir sigrinum ? fyri framtíðar flokkingar í sambandi við lutakast hevur tað týdning fyri FCK at vinna so mong stig sum møguligt, og fyri framtíðar donsku umboðanina í europeisku kappingunum hevur tað eisini týdning, at liðini vinna ? men við úrslitinum frá fyrra dystinum í huga er tað væl hugsandi, at FCK kann vinna, hóast teir ikki spæla við fullari kraft.
At tað kann hugsast, at FCK venjarin letur onkran av føstu monnunum sita uttanfyri, kemst av, at FCK seinnapartin sunnudagin skal spæla á heimavølli móti Brøndby í Parkini. Hetta verður av felagnum og viðhaldsfólkunum mett sum ein hin týdningarmiklasta uppgávan á árinum, og tí ræður um, at liðið er so væl fyri, sum tað ber til. Bara tað at ferðast so langt, sum FCK hevur gjørt í hesi vikuni og at liva undir so nógv øðrvísi umstøðum, sum tað er at vera í Aserbadjan, sammett við at vera í Danmark, er ikki serliga heppið fyri fyrireikingarnar til stórdystin sunnudagin.
Fyrrakvøldið klokkan 20.10 danska tíð skuldi Brøndby spæla í Europa Cup. Talan var um seinna dystin í innleiðandi umfarinum til meistarakappingina, har allar milliónirnar eru at vinna. Brøndby vann fyrra dystin móti FC Kosice úr Slovakia 2-0, so donsku meistararnir høvdu góð kort á hondini. Brøndby slapp undan tí nógvu ferðingini í hesi vikuni, tí dysturin varð spældur í Parkini í Keypmannahavn.
Danir góð úrslit
Týskvøldið vórðu seinnu dystirnir í innleiðandi umfarinum í UEFA Cup kappingini spældir. Danir hava staðið seg so mikið væl í hesi kappingini tey seinnu árini, at teir eiga tvey pláss, og bæði Silkeborg og Vejle stóðu seg væl.
Silkeborg, sum á útivølli í fyrra dystinum megnaði 0-0 móti sloveniska NK Mura, vann 2-0 á heimavølli, og Vejle endurtók á útivølli 3-0 sigurin, sum teir eisini vunnu á heimavølli móti Otelul Galati úr Rumenia.
Norðmenn hanga í
Úrtøkan hjá hinum Norðanlondunum var misjøvn týskvøldið. Ísland hevði ? akkurát sum Føroyar ? einki lið við í seinna innleiðandi umfarinum.
Norska Strømgodset, sum á áttanda plássinum í landskappingini er tvey pláss frammanfyri Kongsvinger, vann á heimavølli 1-0 móti ísraelska Hapoel Telaviv, og so stóð á jøvnum 1-1. Norðmenninir vunnu brotssparkskappingina 4-2 og eru tískil í hattinum, tá lutur í morgin verður drigin um, hvussu liðini skulu spæla í fyrsta umfarinum.
Brann Bergen, sum liggur um niðurflytingarstrikuna í landskappingini, stóð seg væl. Eftir at hava vunnið 1-0 á heimavølli megnaðu teir málleysan javnleik móti Jalgiris úr Litava, og sostatt kom norska liðið víðari í kappingini.
Verri gekk hjá Molde, sum annars er oddalið í norsku landskappingini og sum Kongsvinger skal spæla móti á útivølli komandi sunnudag. Eftir 0-0 á heimavølli tapti norska liðið 2-0 á útivølli móti CSKA Sofia úr Bulgari, og tískil er norska oddaliðið farið úr Europa Cup á hesum sinni.
Sviar og finnar sørir
Tað gongst illa hjá svium, bæði í landsliðsfótbólti og í liðfótbólti. Landsliðið var ikki við í HM endaspælinum í summar, og longu nú eru svensku liðini farin úr UEFA Cup. Tey bæði fyrrverandi stórliðini, sum hava vunnið meistaraheitið so ofta og sum hava staðið seg so væl í Europa Cup ? Malmø FF og IFK Göteborg ? vórðu varpaði úr kappingini. Malmö, sum hevði megnað 1-1 á útivølli og tískil tóktist hava góðar møguleikar á heimavølli, tapti 2-1 móti Hajduk Split úr Kroatia, og so kunnu teir í Malmö brúka alla orku at sleppa undan niðurflytingini, sum teir rættuliga kenna brenna undir sær.
IFK Göteborg hevði vunnið 2-1 á heimavølli móti Fenerbache úr Turkalandi, men hetta var ikki nóg mikið. Turkiska liðið vann 2-1 týskvøldið, og so komu teir víðari í kappingini, tí teir høvdu skorað á útivølli.
VPS Vaasa, sum sendi HB úr Europa Cup, náddi ikki langt. Teir megnaðu 0-0 á heimavølli móti Grazer AK úr Eystturríki, men á útivølli týskvøldið bar einki til. Teir taptu 3-1, og tað vil siga, at finskur, svenskur, íslendskur og føroyskur fótbóltur eiga ongan lut í UEFA Cup kappingini. Betri stendur til hjá norðmonnum og dønum, sum hava tvey lið í part við í hattinum, tá lutur verður drigin í morgin.
jh