Vágbingar skerdir móti havnamonnum

Fótbóltur: Magni á Lakjuni verður nú fastur fúsur hjá HB

Lagið er gott í HB. Fleiri av viðhaldsfólkunum eru farin at rokna uppá, nær FM heitið teoretiskt verður vunnið, og um tað skuldi hent, at B68 og GÍ í morgin vinna móti ávikavíst B36 og KÍ, ella um hesir dystirnir enda við javnleiki, so er HB í hvussu so er níggju stig undan teimum næstbestu, og tá vera fýra umfør eftir at spæla, og so er ikki torført at rokna seg fram til, at tað fer at bera til at fegnast um FM, tá B68 13. september kemur í Gundadali.

Teir, sum spæla við HB og annars hava við liðið at gera, eru meiri sinniligir, og tað er væl skiljandi, tí vágbingar hava ofta gjørt um seg í Gundadali. Síðst teir gjørdu tað var í fjør og í fyrraárið, tá teir báðu ferðirnar vunnu 2-1, og at vágbingar hava gott tak á HB sæst eisini í, at VB var fyrsta liðið, sum í ár tók stig frá oddaliðnum. Tá var úrslitið 1-1. HB vann í 1995 2-0 móti Sumba/VB. Síðst HB vann móti VB í Gundadali var í 1993 (VB var í 2. deild í 1994), tá teir vunnu 2-0.


Ymiska manning

Tað eru ymiskir trupulleikar, sum tey bæði liðini hava at dragast við. Hjá VB, sum framvegis heldur seg hava hampuligar møguleikar fyri at røkka Intertoto Cup plássinum, sum teir høvdu í summar, eru Eyðun Kjærbo og Milan Culjic leikbannaðir. Magni Mohr fekk eisini gult kort móti B68, men hann er ikki leikbannaður og kemur heim aftur úr Danmark at hjálpa skerdu liðfeløgunum. Jón Pauli Olsen var leikbannaður móti B68, men hann er tøkur aftur.

Trupulleikin hjá HB venjaranum er meiri positivur. Hann hevur nógv fólka at velja ímillum. Eingin er leikbannaður og eingin er skaddur. Magni á Lakjuni var ikki við móti GÍ, men í hesi vikuni er hann fluttur heim úr Danmark, og spurningurin er so, hvussu venjarin velur at blanda kortini.