Nú summarið hevur verið í hæddini, hava gospelkonsertirnar ikki verið so títtar, men nú er farið at bragda aftur.
Leygarkvøldið skipaði átakið »Manila ´98« fyri gospelkonsert einans við føroyskari luttøku, og allur innkomni peningurin fór til at hjálpa neyðstøddum á Filipsoyggjunum.
Ein hálvan tíma seinkað kundi konsertin byrja, og tað var ikki sørt at lurtrarnir, einir 500-600 í tali vóru farnir at leingjast eftir at byrjast kundi. Aftaná eitt Guds orð og bøn var Torkil Mørkøre úr Klaksvík tann fyrsti at framføra nøkur av sínum løgum.
Nú havi eg ongantíð havt høvi at hoyra Torkil fyrr, men bert hoyrt hann umtalaðan millum manna.
Sjálv byrjanin var góð, og tað hoyrdist týðuliga, at her er talan um ein sera góðan sangara, og ikki minst ein góðan sangskrivara.
Sangir hansara handlaðu allir um sera viðkomandi viðurskifti, sum vit sum menniskju hava við at gera og ikki minst vóru hesi viðurskifti sett í samband við hin almáttagu, ið altíð skilir okkara støðu sum hansara børn, ið hann sjálvur hevur skapað í síni mynd.
Torkil og tónleikarar hansara framførdu eina røð av sangum, og forkunnugt var at hoyra hesar ungu framúr góðu tónleikarar luttaka.
Kanska var ljóðið nakað hart soleiðis at byrja við. Var farin eitt ørindi útum og møtti kvinnu á aldri við meg sjálvan.
Hon ógvaðist við og takkaði fyri seg, tí ljóðstyrkin beinleiðis skakaði hana, soleiðis at hon valdi eg seta kós aftur móti Havnini, haðani hon var komin.
Hetta er bert eitt dømi, um hvussu ringt tað er at gera øllum til vildar, men vert at hava í huga, tá nú ein konsert verður fyriskipað - ivaleyst ætlað øllum.
Torkil Mørkøre skal fáa alt rós uppiborið frá mær, og síggi eg fram til at hoyra hann framhaldandi. Eitt graml hevur verið frammi um at hann arbeiðir við eini útgávu. Hertil er at siga, at hann eigur at gera nakað við hetta, so útgávan kann gerast verunleiki, men vituligt er, at slíkt er tungt at fáast við, men eg ynski honum alt tað besta og gleði meg at hoyra hann aftur.
Næstur á pallin var okkara vælkendi Regin Guttesen. Tað er ikki neyðugt við nærri umtalu um hvør Regin er, tí flestu okkara kenna hann, kanska serliga frá hansara seinastu útgávu »Writing you a song«, sum hevur fingið sera góða móttøku, kanska serliga millum tey ungu.
Regin hevur megnað at seta spor eftir seg, tá tað viðvíkur at váða nakað við sínum tónleiki, og enntá er hann so framsíggin, at hann eisini bjóðar seg fram uttanlanda, hava vit hoyrt hann greitt frá.
Regin framførdi fyrst instrumentalsk løg saman við fræga bassspælaranum Jan Zachariassen, meðan vit sóu sera talandi, livandi myndir av gøtubørnum í Manilla við upplýsing um støðu teirra har.
Vit kunnu bara fegnast og vera takksom fyri at vit hava tað so gott í okkara egna landi, sum ein av fyrireikarunum segði, at vit her heima kenna bert til eina landaplágu, nevniliga løg sum eru at hoyra í kvøðuljómunum í útvarpinum, so vit hava ikki nógv at klaga um.
Regin segði sjálvur frá, at hann í oktober fer saman við øðrum yvir til Filipsoyggjarnar at syngja og spæla fyri íbúgvunum har og annars at uppliva alt sum hann her bert hevur fingið frágreitt.
Aftaná eitt blandað úrval av bæði føroyskum sangum og løgum, sum hann sjálvur hevði skrivað, var hann enntá klappaður uppaftur, har hann framførdi lagið »Born again«. Sera gott og væl avstemmað framførsla hjá Regin, við framúr góðum tónleikarum.
Síðstur av luttakarunum var Heine Lutzen. Nú er at siga um Heina, at hann hevur serstøk góð evni at fáa lurtarafjøldina við sær, og soleiðis var eisini hetta kvøldið.
Heine byrjaði við vælkenda lagnum »Breið verndarveingir tínar«, eitt lag, sum rættuliga fangaði áhoyrarnar.
Alla æru vert, at Heine ikki gloymir henda arv av sangum, sum ongantíð koma at doyggja, tí teir veruliga eru sprotnir úr Guds egna hjarta og givnir til persónar, sum hava megnað at lata orð Guds egnu tankar til okkara, og tekur teir við í sangúrval sítt.
Øðrvísi er tíverri við mongum av tí, sum í dag verður skrivað og givið ut og skal eitast at vera andaligur tekstur, ið bert er sum uppvaskivatn at líkna við hesar sangir, ið siga so nógv.
Annars var Heine rættuliga livandi í síni framførslu og helt hann á til síðsta enda, nú tað var blivið rættuliga seint.
Eitt sindur minni elektronifiserað framførsla enn hinar frammanundan, um so ber til at siga.
Heildarinntrykkið av konsertini var, at enn eru knotir í føroyksum gospeltónleiki, og innast í mínum hjarta fegnist eg um, at so væl er statt í okkara landi á hesum øki. Má Gud vælsigna tykkum, og haldið á og tænið við tykkara sangi og tónleiki.
Føroyingar hava altíð stuðlað væl, tá tað ræður um at hjálpa øðrum, og soleiðis var vist eisini hetta kvøldið, har allur innkomni peningurin fór til »Manilla ´98«.
Ein lítil heilsa til tykkum, ið skipaðu fyri: Takk fyri eitt gott kvøld.