Stendur betur til enn áður

­ Hóast hetta, er neyðugt at seta pening til síðis at standa ímóti við, tí sambært fiskifrøðingunum, er ikki hugsandi at fiskiskapurin veksur. Heldur ikki er hugsandi at vøksturin í fiskaprísunum heldur fram, sigur formaðurin í Ráðgevandi nevndini

­ Útlitini fyri búskaparligari framgongd er í eygsjón. Hetta er framhald av tí, sum vit sóu í fjør, sigur Arne Larsen, sum saman við limum í Ráðgevandi nevndini, hava verið í Føroyum og kannað samfelagsligu og búskaparligu viðurskiftini.

Frágreiðingin kemur í november mánað, og enn ber ikki til at siga, hvussu úrslitið verður.


Eisini ætlað føroyskum politikararum

­ Nú tá Føroyar hava átikið sær búskaparligu ábyrgdina, er uppgávan hjá Ráðgevandi nevndini ikki burtur?

­ Eftir sum Føroyar fáa blokstuðul úr Danmark, og vit hava felags gjaldaoyrað, er tørvur á hesi frágreiðing, fyri at danska stjórnin kann fylgja við støðuni í Føroyum.

­ Eg vóni sanniliga eisini, at føroyskir politikarar brúka frágreiðingina, sum er politiskt óheft, at meta um samfelagsgongdina í Føroyum, sigur Arne Larsen.

Hann heldur kortini, at um føroyingar velja sjálvstýrið, so er helst givið, at brúk verður ikki fyri frágreiðingini longur.

­ Kunnu føroyingar lívbjarga sær uttan blokstuðulin um trý ár?

­ Tað dugi eg ikki at siga, men tað velst um so nógv. Í løtuni gevur blokstuðulin yvirskot á føroysku gjaldsjavnaðinum, og er ein triðingur av inntøkunum hjá landskassanum.

­ Fellur stuðulin burtur, er neyðugt við umfevandi sparingum, ella eisini verður neyðugt at hækka skattainntøkurnar.

­ Í hesum tíðarskeiði kann kortini so nógv henda, eitt nú at vøksturin verður so stórur í samfelagnum, at tað ber til at verða blokkin fyri uttan.

­ Persónliga haldi eg ikki, at blokstuðulin eftir stuttum tíðarskeiði kann avtakast, tí tað fer at ávirka livikorini mumamdi. Er tað prísurin, sum føroyingar vilja gjalda fyri sjálvstýri, so er tað kortini ikki ógjørligt, sigur Arne Larsen.


Fleiri øki fáa gleði av framgongdini

­ Hvussu støðan í dag, í mun til fyri einum ári síðan?

­ Munurin er ikki stórur. Fyri tveimum árum síðan var ein lítil uppgongd, sum stavaði frá fiskiskapinum. Síðani hevur tað breitt seg til onnur øki í samfelagnum.

­ Orsøkin er, at fiskiskapurin hevur verið góður og somuleiðis at fiskaprísirnir eru hækkaðir.

­ Hesi viðurskifti kunnu ikki væntast at halda sær nógv longur. Eftir tí fiskifrøðingar siga, verður ikki bfiskað eins nógv og í fjør.

­ Verður føroyska samfelagið skilabetri stýrt í dag, enn fyri 10 árum síðan?

­ Tað verður tað avgjørt. Eg veit ikki, hvussu vanligi føroyingar hevur tað, men tað almenna hevur ikki so stórar útreiðslur av at veita trygd og stuðul sum áður. Tað er at kalla burtur í dag.

­ Nú er trupulleikin at ov lítlar íløgur verða gjørdar, og at bæði tað almenna og tað privata hava brúk fyri íløgum.

­ Útlit eru til at privata vinnan varisliga er farin at gera íløgur. Hóast fiskiflotin er gamal, so virkar hann og fær rávøruna til lands, men neyðugt verður at gera íløgur í flakavirkini, av tí at tey eru so slitin, at tað kostar ov nógv at framleiða við gomlu tólunum.


Kannað flutnings og samskiftisstovnar

Ráðgevandi nevndin hevur serliga kannað flutning og samskifti hesaferð, eins og viðurskiftini millum al mennar og hálv almennar stovnar, t.d. SEV og Strandferðsluna og Telefonverkið.

Spurdur, hví júst hesir stovnar vóru tiknir við hesaferð, sigur formaðurin í, at júst flutnings- og samskiftisstovnar í nútíðini hava stóran ávirkan á samfelagið. Tað var orsøkin til at Ráðgevandi nevndin vildi fáa hilling á, hvussu hesi viðurskifti virkaðu í Føroyum.

Hann er bjartskygdur um eitt nú Strandferðsluna, har broytingar eru gjørdar, sum virka væl.

­ Hvørja ávirkan fær tað í samfelagnum, at bankamálið og avtalan við donku stjórnina fekk ein góðan enda?

­ Nú er ikki talan um beinleiðis pening, sum verður útvegaður,men munurin er, at føroyingar ikki hava so stóra uttanlandsskuld longur. Árligu útreiðslurnar eru minkaðar og tað gevur meira pening í landsskassan, og hervið møguleika fyri størri yvirskoti á fíggjarlógina. Tað ger samfelagið betur ført fyri at standa ímóti, um tíðirnar verða vánaligar.

­ Fer vanligi føroyingurin at merkja broytingina?

­ Hugsandi er at viðurskiftini fara at stabilisera seg, men útlit eru ikki til at framgongdin fer at halda fram í eins stóran mun og higartil.

­ Vanligu føroyingurin fer at merkja munin, men tað verður bert til spakuligar broytingar, við færri útreiðslum og at landsskassin fær meira at standa ímóti við.


Ikki millum tey mest skuldarbundnu longur

­ Uttanlandsskuldin var so stór hjá føroyingum áðrenn seinasta avtalan varð gjørd, at Føroyar var eitt hitt mest skuldarbundna samfelagið í okkara heimsparti.

­ Nú er skuldin minkað munandi, men um vanligi føroyingurin skal fáa gagn av tí, antin sum skattalætti ella á annan hátt, skal eg ikki leggja meg út í. Tað er ein politiskur spurningur, sigur Arne Larsen.

Tráspurdur sigur Arne Larsen, at yvirskotið best kann gagnnýtast til at standa ímóti við í vánaligum tíðum, men at tað kanska er so mikið, at óneyðugt er við skattahækking.