um bjartar framtíðarvónir. At so nógv okkara hava møguleikan at útbúgva seg er sjálvandi at fegnast um - og vit eiga at hjúkla um skúlan og eggja ungdóminum enn meira til at útbúgva seg. Tá vit nema við [...] farið verður undir næsta útbúgvingarárið. Orðatakið sigur, at »lærdómur er lættur at bera«. Hesi orð eiga vit at leggja okkum í geyma - og vóna, at bæði ungdómar og myndugleikar eisini leggja sær hetta í [...] eingin annar megnað at tvinna saman hugsjónir og meiningar, sum hava ført til, at Suðurafrika nógv skjótari enn væntað gjørdist ein fræls tjóð. Í Soweto legði hann ungdóminum tey ráðini at hvessa sær besta
áheitan um at gera viðmerkingar. Vit hava júst svarað sjúkrahúsleiðaranum í hesi viku, har sagt verður, at vit ikki góðtaka uppskotið, sigur Joan Ziskason. Uppskotið leggur upp til, at deildarsjúk [...] merkir, at hon skal vera yvir sær sjálvum og sostatt sita báðu megin borðið. Hetta kunnu vit ikki góðtaka, grundað á, at eitt fólk ikki kann sita í tveimum fulltíðarstørvum. Joan Ziskason heldur, at um leiðslan [...] ystir - eitt starv burturav Enn er tó ov tíðliga at tosa um tað. Nú verður bíðað eftir, at sjúkrahúsleiðarin svarar felagnum aftur upp á brævið um, at fakfelagið hjá sjúkrasystrunum ikki góðtekur uppskotið
komin frá FSF um, at alt ikki var í lagi við loyvinum, men so vísti tað seg alíkavæl, at alt var, sum tað skuldi. Hesa ferð skoraði Gullok einki mál, men hvalbingar vóna, at hann fer at gera mál komandi [...] Tað var sjón fyri søgn, at EB/Streymur var fyrst og fremst komið suður fyri at verja tað, teir høvdu suður við. Í útgangsstøðuni vóru teir sera varnir, og tað var ikki ofta, at teir vóru frammi í brot [...] ti á grasvøllinum í Hvalba, men teir droyma framvegis um at flyta upp. Higartil hevur tað ikki eydnast, men teir gera, hvat teir kunnu fyri at varðveita vónina. Leygardagin vitjaði EB/Streymur á grasvøllinum
skulu fylgja teimum, tí at tey eru jú byrjaði at ganga í skúla. Litríkir keppar Fyri at gera tað gjørligt hjá bilførarum at kenna nýggju skúlanæmingarnar aftur, hevur Ráðið fyri Ferðslutrygd í samstarvi við [...] tíverri ikki so, at foreldrini ikki møguleika fyri at fylgja børnunum í skúla, hóast tey helst vildu fylgt børnunum heilt til skúladyrnar. Tað eru sjálvsagt eisini børn, sum ikki vilja, at foreldrini skulu [...] nógvum litum, so at tey síggjast aftur í ferðsluni. Hetta er eitt afturvendandi tiltak, sum verður gjørt fyri at leggja dent á teir heilt serligu trupulleikarnar, sum hesi smáu børn hava at dragast við, nú
landsliðsroyndir enn teir hava, og í staðin fyri at hava nervar, so kenna vit hetta sum eina stóra avbjóðing. Jú, eg rokni við, at tað fer at bera til at fáa stig, sigur Allan Mørkøre, og John Hansen, Jákup [...] umhvørvinum kennist tað, at landsliðsspælararnir trívast væl, tá teir fyrireika seg og kenna stóra trýstið á sær. Todi Jónsson er fegin um at vera komin heim í friðin á Svangaskarði at draga andan, meðan teir [...] Allan Mørkøre, sum í dag fer at spæla fyri 41. ferð á landsliðnum, hevur ongantíð spælt móti Skotlandi. ? Eg havi eina kenslu av, at hetta kann gerast heilt spennandi, og at vit kunnu koma væl burturúr
sandinum í Syðrugøtu. Byrjað verður kl. 16 við at børn sleppa at sita á rossabaki (ponyríðing). Uml. kl. 17.30 fara ung, konur og menn úr Norðragøtu og Syðrugøtu at toga tog móti hvør øðrum. Kl. 18 verður stór [...] tíma. Ongum nýtist heldur at ganga svangur á sandinum, tí umframt pylsur og djús, verður eisini kaffi og køka at fáa. Uml. kl. 19.30 fer Óli Jacobsen, fiskimannafelagsformaður, at halda røðu. Síðani verður [...] verður í hesum sambandi á fólk um at hava grønusangbók við. Kl. 22.00 verður útikonsert við Eivør Pállsdóttir, ársins songrødd. Gøtu Menningarfelag væntar, at tað fara at koma eins nógv fólk sum undanfarin
milj. og okkara útflutningur er bert nakað tað sama. Hertil er at siga, at pengar hava tann eginleika at kunna ganga aftur. So at siga at kunna brúkast fleiri ferðir. Og ikki høvdu vit havt tann óneyðugt [...] . Fyri at halda okkum til danir, men helst av øðrum kaliber. Danski professarin í búskapi, Paldam, hevur sagt og víst á, at »alle overførselsøkonomier har det skidt«. Eisini hevur hann roynt at mett um [...] harav stendst. Sjálvandi skulu danir ikki gjalda fyri at vit taka yvir tann rætt og tær skyldur, sum vit eru borin til. Síðani staðfestir sambandssíðan at so hava vit ikki ráð til loysing. Hygg bara! Okkara
Dansistovugaman fer at undirhalda saman við Tóka & Co. Tvøroyar Sjónleikarafelag fer at undirhalda, og Alex Bærendsen fer at syngja. Eisini fara Torgerð og Dagfinn at undirhalda. Jens & Finn fara at skipa fyri [...] alt møguligt at finna, heilt frá bilum og billutum, edv - útgerð, fiskiútgerð hondarbeiði og bøkur, fyri at tríva niður í rúgvuna. Av kanska meiri sjáldsomum framsýnarum, kann nevnast, at Tekniski Skúli [...] hevur ein bás, har ið ætlanin er at upplýsa um útbúgvingarmøguleikar. Og sum nakað heilt sjáldsamt kann nevnast, at oljufelagið Saga Petroleum er við á stevnuni, har tey fara at vísa ymiskt áhugavert fram.
tosað við fólk í Suðuroynni, ið siga, at tey vænta, at nógv fólk fer at koma til kappingina, sigur ein av heimsins sterkastu monnum, Regin Vágadal. Til Skotlands at kappast Regin Vágadal fer í næstum til [...] alt hevur ætlanir um at liggja millum tríggjar teir bestu. Hann sigur, at gongd nú er við at koma á venjingina aftur, eftir at hann tók tað róligt um jólini. Kappingin í Skotlandi er ikki nøkur stór kapping [...] hava alt Hvussu ber tað til, at ein havnarmaður skipar fyri eini slíkari kapping í Trongisvági? Eg haldi ikki, at Havnin skal fara avstað við øllum. Vit eiga eisini at skipa fyri águaverdum tiltøkum
arbeiðið fyri at fáa framsýningina at hanga saman. ? Vit hava íblástur fyri neyðini, men tað er ikki neyðugt at hann skal koma frá onkrum, sum ger tað sama, sum vit gera, sigur Ole Jacob Nielsen at enda [...] sigur hann. Sjálvur hevur hann havt onkra, men hann fjalir ikki, at tað er hugaligari at sýna fram saman við øðrum. ? Eitt annað er, at vit hava fingið eitt stak gott samstarv við t. d. íslendingar, og [...] »Hendur & Hugflog« framsýning. ? Sjálvandi er tað stuttligt at sýna fram uttan fyri landoddarnar, men tað er minst líka stuttligt, at kenna, at tað er onkur her heima, sum hevur áhugað fyri tí vit takast