Tað er nú komið rættiliga væl áleiðis við fyrireikingunum til tað stóru Handils- og sølustevnuna, sum verður í ítróttarhøllini á Tvøroyri beint fyri páskir.
Stevnan letur upp hósdagin 2. apríl og endar sunnukvøldið 5. apríl.
Hóast stevnan ikki er heilt fullteknað, er longu nú greitt, talan verður eitt ógvuliga fjølbroytt úrval av vørum, sum verða bjóðaðar út og vístar fram.
Higartil hava 31 framsýnarar teknað seg, men enn er pláss fyri einum fýra, fimm afturat.
Og har verður alt møguligt at finna, heilt frá bilum og billutum, edv - útgerð, fiskiútgerð hondarbeiði og bøkur, fyri at tríva niður í rúgvuna.
Av kanska meiri sjáldsomum framsýnarum, kann nevnast, at Tekniski Skúli í havn hevur ein bás, har ið ætlanin er at upplýsa um útbúgvingarmøguleikar.
Og sum nakað heilt sjáldsamt kann nevnast, at oljufelagið Saga Petroleum er við á stevnuni, har tey fara at vísa ymiskt áhugavert fram.
Nógv undirhald
Á stevnuni verður nógv undirhald.
Hvønn dag er mótasýning, men eisini verður kórsangur og hornmusikkur. Dansistovugaman fer at undirhalda saman við Tóka & Co. Tvøroyar Sjónleikarafelag fer at undirhalda, og Alex Bærendsen fer at syngja.
Eisini fara Torgerð og Dagfinn at undirhalda.
Jens & Finn fara at skipa fyri skemti fyri børnum og tað eina kvøldið verður stórt fýrverkarí.
Undirhaldið endar við einum stórum gallashowi við tónleiki, mótasýning og undirhaldi.
Fyri at lokka framsýnarar at gera nakað serligt burturúr básunum, er ætlanin at atkvøða um, hvør básurin er tann vakrasti, har ið besti básurin fær vinning.
Hvønn dag verður eisini lutakast ímillum atgongumerkini.
Sí annars lýsing aðrastaðni í blaðnum í dag.