Nelson Mandela hevur sum eingin annar megnað at tvinna saman hugsjónir og meiningar, sum hava ført til, at Suðurafrika nógv skjótari enn væntað gjørdist ein fræls tjóð.
Í Soweto legði hann ungdóminum tey ráðini at hvessa sær besta vápnið. Ikki vápnið, sum særir - men vápnið, ið er grundarlagið undir fólkaræðinum - útbúgving!
Í hesum døgum verða pisur klaktar, og ung fáa handað prógv her hjá okkum. Hetta er í ljósastu tíð - og ber boð um bjartar framtíðarvónir.
At so nógv okkara hava møguleikan at útbúgva seg er sjálvandi at fegnast um - og vit eiga at hjúkla um skúlan og eggja ungdóminum enn meira til at útbúgva seg.
Tá vit nema við útbúgving, so er talan als ikki bert um tær bókligu útbúgvingarnar. Vit hava eisini ein hóp av eitt nú handverkútbúgvingum, sum í stóran mun eru við til at menna samfelagið.
Í blaðnum í gjár høvdu vit hugtakandi grein um ungdómar á Tekniska skúla í Klaksvík - um hvussu væl tað liggur fyri, tá ungdómurin fær røttu umstøðurnar í útbúgvingartíðarskeiðnum.
Nú vit eru komin um longsta dag - stendur eisini summarfrítíðin fyri durum. Floygdu pisurnar skulu nú taka støðu til víðari lesnað, men onnur kunnu dvølja eina stund, áðrenn farið verður undir næsta útbúgvingarárið.
Orðatakið sigur, at »lærdómur er lættur at bera«. Hesi orð eiga vit at leggja okkum í geyma - og vóna, at bæði ungdómar og myndugleikar eisini leggja sær hetta í geyma, tá kosin skal stingast út í kortið.
Tað avgerandi er, at lærdómur, útbúgving og upplýsing er treytin fyri veruligum fólkaræði?