Lagið er gott og vónirnar stórar

Fleiri av føroysku spælarunum smæðast ikki við at siga, at teir rokna við at fáa stig móti skotum

Ársins fyrsti undankappingardystur er á skránni, og á umhvørvinum kennist tað, at landsliðsspælararnir trívast væl, tá teir fyrireika seg og kenna stóra trýstið á sær.

Todi Jónsson er fegin um at vera komin heim í friðin á Svangaskarði at draga andan, meðan teir í Keypmannahavn royna at fáa FCK skútuna upp á pláss aftur eftir nosið, sum Brian Laudrup í vikuni hevur verið orsøk til.

Í gjáramorgunin vóru spælararnir hjá FCK á fundi við leiðsluna í felagnum, sum kunnaði teir um framtíðina, men hetta veit Todi Jónsson av góðum grundum einki um:

? Tíðindini um at Brian er givin í FCK komu ikki í ljósmála, fyrrenn eg var farin til Føroya. Eg frætti um hetta gjøgnum pressuna, og eg veit ikki meiri enn onnur her í Føroyum, tí eg havi einki hoyrt frá FCK.

Tað sær ikki út til, at einasti KÍ maðurin í landsliðshópinum, John Hansen, verður millum teir fyrstu ellivu, men tað er greitt, at tað verða tríggir klaksvíkingar á vøllinum, og teir hava allir gott mót.

Allan Mørkøre, sum í dag fer at spæla fyri 41. ferð á landsliðnum, hevur ongantíð spælt móti Skotlandi.

? Eg havi eina kenslu av, at hetta kann gerast heilt spennandi, og at vit kunnu koma væl burturúr hesum. Í miðal hava vit fleiri landsliðsroyndir enn teir hava, og í staðin fyri at hava nervar, so kenna vit hetta sum eina stóra avbjóðing. Jú, eg rokni við, at tað fer at bera til at fáa stig, sigur Allan Mørkøre, og John Hansen, Jákup Mikkelsen og Todi Jónsson siga honum ikki ímóti.