Onnur mugu eisini sleppa til

Maðurin úr Leynum við lampuskermunum, verður ikki við á framsýningini í ár. Onnur eiga eisini at sleppa framat, men hann lovar at koma aftur næsta ár

Ein av teimum trúgvu framsýnarunum tey bæði undanfarnu árini, Ole Jacob Nielsen, verður ikki við á framsýningini í ár.

? Onnur mugu eisini sleppa framat, sigur hann smílandi, men hann skundar sær at leggja afturat, at hann nokk verður við aftur næsta ár.

Ole Jacob Nielsen er trædreyari og er uttan iva best kendur fyri sínar sermerktu trælampuskermar.

Ole Jacob hevur verið stak fegin fyri at vera við á teimum báðum undanfarnu framsýningunum og sigur, at tað hevur hjálpt øgiliga væl til hjá føroysku listhandverksmentanini.

? Vit sita hvør í sínum lagi og arbeiða, og tað eru verri enn so øll, sum hætta sær undir eina stakframsýning sigur hann.

Sjálvur hevur hann havt onkra, men hann fjalir ikki, at tað er hugaligari at sýna fram saman við øðrum.

? Eitt annað er, at vit hava fingið eitt stak gott samstarv við t. d. íslendingar, og tað gevur okkum góðar menningarmøguleikar, sigur Ole Jacob Nielsen, sum sjálvur triði var í Íslandi fyrr í ár, tá íslendingar høvdu sína »Hendur & Hugflog« framsýning.

? Sjálvandi er tað stuttligt at sýna fram uttan fyri landoddarnar, men tað er minst líka stuttligt, at kenna, at tað er onkur her heima, sum hevur áhugað fyri tí vit takast við, sigur hann, og vísir til fyrireikingarnevndina, sum ger eitt stórt arbeiðið fyri at fáa framsýningina at hanga saman.

? Vit hava íblástur fyri neyðini, men tað er ikki neyðugt at hann skal koma frá onkrum, sum ger tað sama, sum vit gera, sigur Ole Jacob Nielsen at enda