Formaðurin veit ikki, hvat yvirlæknarnir eru vorðnir samdir um, men felagið hevur fingið uppskotið, við áheitan um at gera viðmerkingar.
Vit hava júst svarað sjúkrahúsleiðaranum í hesi viku, har sagt verður, at vit ikki góðtaka uppskotið, sigur Joan Ziskason.
Uppskotið leggur upp til, at deildarsjúkrasystirin, sum arbeiðir fulla tíð, samstundis skal vera yvirsjúkrasystir á fleiri deildum.
Skal sita báðu megin borðið
Tað merkir, at hon skal vera yvir sær sjálvum og sostatt sita báðu megin borðið. Hetta kunnu vit ikki góðtaka, grundað á, at eitt fólk ikki kann sita í tveimum fulltíðarstørvum.
Joan Ziskason heldur, at um leiðslan á sjúkrahúsinum skal virka, so noyðist hon at vera sjónlig. Starvsfólkini mugu vit, hvar tey skulu venda sær. Sum bygnaðurin nú er skipaður, ber tað ikki til.
Ein deildarsjúkrasystir arbeiðir inni á deildini, men samstundis skal hon vera yvirsjúkrasystir á fleiri deildum. Hvørji viðurskifti skal yvirsjúkrasystirin so laga seg eftir?
Formaðurin í Sjúkrasystrafelagnum hevur eina viðmerking til bygnaðarbroytingarnar í hesum sambandi, og tað er, at starvið sum yvirsjúkrasystir í deildarleiðsluni skal vera eitt starv burturav. Um so var, kundi felagið góðtikið uppskotið, sigur Joan Ziskason.
Yvirsjúkrasystir - eitt starv burturav
Enn er tó ov tíðliga at tosa um tað. Nú verður bíðað eftir, at sjúkrahúsleiðarin svarar felagnum aftur upp á brævið um, at fakfelagið hjá sjúkrasystrunum ikki góðtekur uppskotið um bygnaðarbroytingar.
Sosialurin royndi eisini at fáa viðmerking frá Jákup Mørkøre, sjúkrahúsleiðara, men hann sigur bert, at hann hevur ngar viðmerkingar til bygnaðarbroytingarnar í løtuni, og at hann er burturstaddur í næstu viku.