Sjálvandi er tað bert ein sum skal gjalda loysingina, og eru tað føroyingar sjálvir. Aftan fyri fáa vit fult ræði í egnum landi og ta sjálvsvirðing og ábyrgdarkenslu, sum harav stendst. Sjálvandi skulu danir ikki gjalda fyri at vit taka yvir tann rætt og tær skyldur, sum vit eru borin til.
Síðani staðfestir sambandssíðan at so hava vit ikki ráð til loysing. Hygg bara! Okkara fíggjarlóg javnvigar við meira enn 2000 milj. og okkara útflutningur er bert nakað tað sama. Hertil er at siga, at pengar hava tann eginleika at kunna ganga aftur. So at siga at kunna brúkast fleiri ferðir. Og ikki høvdu vit havt tann óneyðugt dýra yvirbygningin, um ikki danir fluttu eina miljard krónur til Føroyar um árið. Slúkt rátt eftir danskari fyrimynd av sambandsflokkinum og av fólkaflokkinum og sett í verk av einum dana. Ikki tilvildarligum, men sendur av donskum myndugleikum.
Fyri at halda okkum til danir, men helst av øðrum kaliber. Danski professarin í búskapi, Paldam, hevur sagt og víst á, at »alle overførselsøkonomier har det skidt«. Eisini hevur hann roynt at mett um livistøðið í Føroyum aftan á at blokkurin er tikin burtur og kemur til ta niðurstøðu, at tað vil vera ájavnt við livistøðið í Skotlandi.
Sjálvt sokallaðir »loysingarmenn« tagna, tá spurningurin um hvør ið skal gjalda loysingina stingur seg upp. Antin er tað av fávitsku ella tvørrandi áræði at so er. Bert ein tápulingur ella ein, sum hevur mist alt sjálvsálit, kann fáa seg til at seta spurningin um, hvør ið skal rinda loysingina.
A. Guttormur Djurhuus