Tórshavnar Kommunu, so vóru runa og vatn í høvuðsheitum einastu uttandura leikurnar hjá børnunum, sum ganga í dagstovninum á Landavegnum í Havn. Stovnurin lat upp í 2004, men tá var uttandura økið ikki gjørt [...] myrkt, tí tey rýma út í øll heraðshorn, og kunnu, um illa vil við, drukna í einum av stóru hyljunum uppi á høvdini aftanfyri stovnin, sigur Martha, sum kundi hugsað sær, at økið í størri mun var skermað [...] staðnum. Foreldrini hava roynt at hampa um, men í juni 2006, eftir nógvar garðdagar og útreiðslur, gjørdu tey av at senda kommununi eina klagu við undirskriftum. Í tí sambandi vóru tey eisini á fundi við bo
her á Tvøroyri og uppi í Kirkwall. Vit vóru so nógvir dreingir í grannalagnum, at vit mannaðu eitt heilt fótbóltslið. Vit gingu út á sluppirnar, sum lógu við kei, og altíð var politiið í hølunum á okkum [...] annars í óføri, tí tey ongantíð fingu hýruna í hondina, tá tey snøgt sagt høvdu etið hana upp við at keypa uppá borg, áðrenn pápin kom heim av fiskiskapi. Ótangar ella bara óvitar Martin er uppvaksin í Kirkwall [...] Handilslív - Men her í handlinum vóru fólk altíð blíð at keypa frá. Undir vegginum sótu teir gomlu á bonkinum og prátaðu, og handan skivuna rokaðust Niels í Øravík, Jenna og Herta var eisini í mong ár, sigur
Pison og Kvikki, ásannar, at nógv er broytt bara í eitt ár. - Jú, tað er ein øgilig broyting í heyst í mun til seinasta heyst, sigur hann. Hann vísir á, at í fjør var august mánaði kanska tann besti mánaðurin [...] á einar 170.000 krónur í tveir mánaðir! Í samrøðu við Sosialin, segði reiðarin, Torleif Sigurðsson, at fiskiskapurin hevði verið óvanliga góður. Tá ið hendan samrøðan var gjørd í fjør heyst, átti Pison [...] Eftir ólavsøku í fjør gjørdi línuskipið, Pison úr Klaksvík, fleiri roktúrar á Føroyabanka. Tá skipið hevði verið fýra túrar, var samlaða veiðinøgdin 647.000 pund. Teir høvdu tá fiskað í tilsamans 32 dagar
kennast við navnið. Í øllum førum er tað púra vist, at danir ikki kendu hana tá. Men í dag vita so at siga øll, hvør henda unga, vakra og fryntiliga tvørágentan er. Hon sang seg inn í hjørtuni á øllum áhoyrarum [...] og har var sangurin uppi á. ? Je fall fyri honum beinanvegin, og mær dámdi hann bara so væl, sigur Guðrun, sum aftur verður at hoyra annaðhvørt 21. ella 28. mars í hálvfinaluni í Stjerne for en aften [...] at syngja í hálvfinaluni í Stjerne for en aften. Og hesuferð verður tað eisini ein stillur sangur við nógvum avbjóðingum til røddina. Sangurin Hero var eitt stórt hitt, tá hann kom út fyrst í níti-árunum
longur uppi, og tá hevði hann bert verið 1 km. langur. Um eitt ár Býráðsformaðurin í Fuglafirði væntar, at hol verður sett á fyrst í komandi ári, men helst ganga eini 10 ár, áðrenn koyrandi verður í tunnli [...] kommuna. Stórir slættar Meðan nógv brattlendi er í Fuglafirði, eru stórir slættar á Hellunum og millum Hellurnar og Oyndarfjørð. Sigurd Simonsen, býráðsformaður í Fuglafjarða kommunu, sigur, at parturin hjá [...] sum slættlendi, ið kommunan eigur á Kambsdali. - Hyggja vit fram í tíðina, meta vit tað vera rætt, at sambandið millum hesar partarnar í kommununi verður høgligari. Sum er, er vegurin millum Fuglafjørð
sum Tórhavnar Havn fær í kassan við vørugjaldi, sum annars onki hevur við Havnina at gera, men sum er fyri farm, sum skal í aðrar partar í landinum, ella sum kemur úr øðrum pørtum í landinum. Býráðslimir [...] úr Suðuroynni og tí farmi, sum verður fluttur í oynna við Smyrli. Kommunan fær heldur ikki eitt oyra í vørugjaldi av øllum tí fiski, sum verður virkaður í Suðuroynni og sum síðani verður fluttur av landinum [...] tað ber til at krevja vørugjald av tí farmi, sum fer úr Suðuroynni og kemur í oynna við Smyrli. Hetta varð samtykt á býráðfundi í farnu viku., Tað var umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu, sum spurdi Býráðið
Joensen. Hann fylgir væl við í politikki, lurtar javnan eftir tingvarpinum, og hoyrdi eisini landsstýrismannin í heilsumálum henda dagin í løgtinginum, tá dialysuviðgerðin var uppi og vendi. - Jú, eg hoyrdi [...] natúrligur partur av lívinum. 61 ára gamli skopuningurin í Sørvági brúkar mongu tímarnar í dialysuni til at lesa, lurta eftir útvarpi ella hyggja í sjónvarp. - Og so fái eg bæði morgunmat og eisini døgurða [...] tímar hvørjaferð. Bæði nýruni eru gingin fyri, og tí má ein maskina reinsa blóðið í hansara kroppi. - Eg verði heintaður í Sørvági klokkan hálvgum átta um morgunin og eri heima aftur um hálvgum fýra tíðina
ðurin ivast tó onga løtu í, at fiskurin kemur aftur. Hann vísir á, at hýsan, sum fekst í fjør, var rímiliga stór. Hinvegin hevur nógv smáttfallandi hýsa verið uppi í veiðini í ár, og tað er gott tekin [...] Hetta var eitt stórt arbeiðspláss - ja, helst eitt tað størsta í Føroyum. Í dag er deytt sum í grøvini, og kanska eru fýra bátar eftir í dag, sum eru størri enn 20 tons, sigur útróðrarmaðurin, sum nú hevur [...] Útróðrarmaðurin heldur tað vera stórt spell, at gongdin í útróðrarvinnuni er so vánalig. - Í fyrsta lagi er tað harmiligt fyri hesa vinnu, og í aðrar mátar er tað eisini spell fyri samfelagið. Útróðurin
hvør einstakur skal føla seg sum ein part í felagsskapinum. Hugurin til at vera við í hesum felagsskapi, er treytaður av, at hvør einstakur følir seg at vera part í hesum felagsskapi. - Við øðrum orðum, um [...] inn á sjálvt hjartað í vælferðarsamfelagnum, og hetta hevur nógv víðfevndari avleiðingar við sær, enn fólk ímynda sær í fyrstu atløgu. - Tí vælferðarsamfelagið verður hildið uppi av einum slagi av kontrakt [...] tingkvinna fyri Javnaðarflokkin og ofta talskvinna fyri flokkin í almannamálum. Hon sigur tað eftir at tað varð fráboðað á landsfundi í Miðflokkinum leygardagin, at samgongan arbeiðir við eini skipan,
fær á lørift. Fyrr í ár fekk Hansina Iversen játtað trý ára starvsløn frá Mentanargrunni Landsins Pápi Hansinu er úr Kvívík og mamman úr Vági. Hon er uppvaksin uppi undir Varða í Havn saman við foreldrunum [...] miðnámsskúla. Hon fór á málsligu deild á studentaskúlanum í Hoydølum, og henni dámdi væl at ganga í skúla. – Tað var ein deilig tíð, og mær dámdi væl at ganga í skúla, hóast eg ikki fekk tey hægstu próvtølini. [...] havt stóran áhuga í list, og listin var eisini ein partur av uppvøkstrinum. Serliga mamma hennara hevur altíð verið listaáhugað. Nógv varð tosað um list heima, og tað vóru fleiri listafólk í familjuni. – Skuldi