Tvøroyri
Tvøroyrar kommuna er nú farið at kanna, um tað ber til at krevja vørugjald av tí farmi, sum fer úr Suðuroynni og kemur í oynna við Smyrli.
Hetta varð samtykt á býráðfundi í farnu viku.,
Tað var umsitingin hjá Tvøroyrar kommunu, sum spurdi Býráðið um hon ikki skuldi kanna møguleikan fyri at krevja vørugjald av tí farmi, sum fór um bryggukantin á Tvøroyri við Smyrli.
Tað hevði býráðið onki ímóti og tað varð einmælt samtykt.
Men samstundis mæltu býráðslimir til at vísa størsta varsemi, tí hetta mátti ikki merkja, at eykagjøld verða løgd á vinnulívið í oynni.
Tað gjørdi býráðið sær greitt at tað ikki skuldi.
Orsøkin til hetta uppskotið er ein alsamt veksandi misnøgd við, at Tvøroyrar Kommuna als onki fer í vørugjaldi av øllum tí farmi, sum verður fluttur úr Suðuroynni og tí farmi, sum verður fluttur í oynna við Smyrli.
Kommunan fær heldur ikki eitt oyra í vørugjaldi av øllum tí fiski, sum verður virkaður í Suðuroynni og sum síðani verður fluttur av landinum um bryggjukant á Tvøroyri, fyrst við Smyrli til Havnar og síðani av landinum.
Ístaðin stendur Havnin sum avskipingarhavn og tí er tað Havnin, sum fær alt vørugjaldið.
Somuleiðis fær Tórshavnar Kommuna vørugjaldið av øllum farmi, sum kemur til Suðuroyar við Smyrli.
Nógvur peningur
À býráðsfundinum á Tvøroyri varð ført fram, at tað var ikki sørt av peningi, sum Tórhavnar Havn fær í kassan við vørugjaldi, sum annars onki hevur við Havnina at gera, men sum er fyri farm, sum skal í aðrar partar í landinum, ella sum kemur úr øðrum pørtum í landinum.
Býráðslimir, sum hava sitið leingi, søgdu, at hetta er ein spurningur, sum hevur verið uppi av og á, men hann var sovnaður burtur aftur hvørja ferð.
Eitt nú hevði málið verið til viðgerðar í Felagnum fyri Føroyskar Havnir fyri nøkrum árum síðani, men har var onki hent, tí tær stóru kommunurnar, sum høvdu fyrimun av hesum og fingu alt vørugjaldi, eitt nú Tórshavn, Runavík og Klaksvík, høvdu barst ímóti við hond og fót.
Eitt uppskot, sum hevði verið frammi, var at áleggja Strandferðsluni eitt eyka vørugjald, sum kommunurnar kring landið skuldu fáa, tvs at landið skuldi betala, men tað datt eisini niðurfyri.
Býráðslimir hildu tó, at rákið var við at venda, tí útflutingur og innflutningur varð meiri og meiri miðsavnaður um Havnina, so at tað kanska blivu fleiri og fleiri kommunur, sum høvdu áhuga í at fingið viðurskiftini broytt.
Tí var semja í Tvøroyrar Býráð, um, at rætta løtan er komin til at taka málið upp aftur.