- Jú, eg havi ein donor, men eg vigi ov nógv. Eg má fyrst tapa meg eini 20 kilo, áðrenn læknarnir fáa gjørt nakað.
Tað sigur 61 ára gamli Bogi Gaard Joensen, sum hevur sína føstu gongd á dialysudeildini á Landssjúkrahúsinum. Fýra dagar um vikuna, fimm tímar hvørjaferð. Bæði nýruni eru gingin fyri, og tí má ein maskina reinsa blóðið í hansara kroppi.
- Eg verði heintaður í Sørvági klokkan hálvgum átta um morgunin og eri heima aftur um hálvgum fýra tíðina seinnapart, sigur Bogi Gaard Joensen, sum ikki hevur annað val enn at leggja sítt lív eftir dialysuni:
- Jú, maskinan er mítt nýra. Blóðið gerst skitið, eg kenni meg illa til passar og tað fer at skriða illa. Men fái eg dialysuna, so er í lagi, greiðir Bogi Gaard Joensen frá.
Dialysan ger tó, at hann orkar lítið. Og tá Bogi Gaard Joensen harumframt hevur sukursjúku at dragast við, er orkan ov lítil til at hann kann átaka sær nakað arbeiði.
- So eg eri fyritíðarpensjónistur. Eg orki ikki at arbeiða. Men eg veit um fleiri, sum klára at arbeiða eitt sindur, hóast tey ganga í dialysu. Tað er so ymiskt, leggur hann afturat.
Tilboðið
Bogi Gaard Joensen er sera væl nøgdur við tilboðið á Landssjúkrahúsinum. Hann hevur fingið dialysu í trý og eitt hálvt ár, og viðgerðin er eftirhondini ein natúrligur partur av lívinum. 61 ára gamli skopuningurin í Sørvági brúkar mongu tímarnar í dialysuni til at lesa, lurta eftir útvarpi ella hyggja í sjónvarp.
- Og so fái eg bæði morgunmat og eisini døgurða. Tað er fínasta slag, sigur Bogi Gaard Joensen.
Hann fylgir væl við í politikki, lurtar javnan eftir tingvarpinum, og hoyrdi eisini landsstýrismannin í heilsumálum henda dagin í løgtinginum, tá dialysuviðgerðin var uppi og vendi.
- Jú, eg hoyrdi hann tosa um Norðoyggjar og tørvin har norðuri. Men hvat við Sandoynni og Suðuroynni, spyr Bogi Gaard Joensen og leggur afturat, at eisini hann hevur ein tíma til Havnar úr Sørvági.
- Tað er púra vitleyst at býta hetta tilboðið sundur millum Landssjúkrahúsið og Klaksvíkar Sjúkrahús. Her mugu politikararnir halda fingrarnar burturi og lata serfrøðina ráða. Eingin ivi um tað, sigur Bogi Gaard Joensen, sum nú hevur tosað seg heitan:
- Blanda politikararnir seg uppí, so verður galið, undirstrikar hann.
Spurdur, um tað fyri seg sum brúkara ikki er líka mikið at fáa dialysu á Landssjúkrahúsinum ella í Klaksvík, dregur Bogi Gaard Joensen á svarið.
- Jú, fyri sovítt. Men her er eitt tilboð á Landssjúkrahúsinum, og tað virkar sera væl. So hví fara at blanda politikk upp í hetta.