Tey ríku skulu eisini fáa fólkapensjón

Verður fólkapensjónin tikin frá teimum vælbjargaðu, fær tað nógv álvarsligari avleiðingar, enn nakar kann hugsa sær í fyrstu atløgu, sigur Rigmor Dam úr Javnaðarflokkinum

Eisini vælbjargaðir pensjónistar skulu hava almenna fólkapensjón, hóast teir eisini hava góðar, privatar pensjónir.

 

Tað staðfestir Rigmor Dam, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin og ofta talskvinna fyri flokkin í almannamálum.

 

Hon sigur tað eftir at tað varð fráboðað á landsfundi í Miðflokkinum leygardagin, at samgongan arbeiðir við eini skipan, har tey, sum hava privatar pensjónir ikki eisini skulu hava fólkapensjón, ella í hvussu so er, ikki fulla fólkapensjón, alt eftir, hvussu høg tann privata pensjónin er.

 

Les eisini: Vælbjargað skulu ikki eisini hava fólkapensjón

 

Hon sigur, at meginreglan í vælferðarskipanini er, at hvør einstakur skal føla seg sum ein part í felagsskapinum.

 

Hugurin til at vera við í hesum felagsskapi, er treytaður av, at hvør einstakur følir seg at vera part í hesum felagsskapi.

 

- Við øðrum orðum, um eg skal rinda skatt, so skal tað helst eisini loysa seg í síðsta enda, sigur Rigmor Dam.

 

- Tá rindi eg mín skatt við gleði, leggur hon afturat.

 

- Men nú samgongan ætlar, at fólkapensjón ikki skal vera fyri fólkið alt longur, ger hon seg inn á sjálvt hjartað í vælferðarsamfelagnum, og hetta hevur nógv víðfevndari avleiðingar við sær, enn fólk ímynda sær í fyrstu atløgu.

 

- Tí vælferðarsamfelagið verður hildið uppi av einum slagi av kontrakt. Øll lata til felagsskapin, og fáa afturfyri nøkur rættindi.

 

- Eg fái til dømis fólkapensjón, tá eg verið gomul, heilsurøkt, um eg verið sjúk, og ókeypis skúla til børnini, so tey eru før fyri at lyfta demokratiska vælferðarsamfelagið víðari.

 

Hon vísir á, at stórur partur av inntøkunum til vælferðarsamfelagið kemur frá skatti - og serliga frá teimum vælbjargaðu, ið rinda lutfalsliga stóran part til felagsskapin.

 

- Men hví skulu tey tíma at rinda til felagsskapin, um tey onki fáa burturúr, til dømis fólkapensjón?

 

- Tey hava jú ráð til sjálvi at rinda fyri heilsutænastur, skúla, pensjón o.s.fr. og kunnu í prinsippinum bara melda seg úr felagsskapinum og stovna síni egnu privatu tilboð, sigur tingkvinnan.

 

- Gera tey tað, so hava vit ikki longur ráð til dygdargóðar vælferðartænastur til stóru fjøldina, sum hevur avgerandi tørv á felagsskapinum, tí tey hava ikki ráð til privatu tilboðini.

 

- Tað ljóðar kanska rætt og lætt í fyrsta umfari, at vælbjargað skulu ikki hava fólkapensjón, men í longdini er tað at taka burtur insitamentið fyri at rinda skatt til felagsskapin - ella at bróta sosialu kontraktina, sum snýr seg um, at øll rinda inn og afturfyri hava øll eisini rætt til eitt minstamark av tænastum, sigur Rigmor Dam.

 

Les ber til at lesa meiri um, Hvat Rigmor Dam heldur um fólkapensjón til vælbjargað: Hví skulu vælbjargað eisini hava fólkapensjón