Fólkalív
86 ára gamli Martin Ejdesgaard, er komin inn á gólvi í krambúðini saman við soninum Martini S. Ejdesgaard. Teir sita og fáa sær eina bjór og eitt glas av sherry, sum í dagens anledning eru uppá húsið.
- Eg havi gingið her alt tað eg kann minnast. Pápi, sum var av Eiði, og sum sigldi við skipum úr Aberdeen, var so ómetaliga bestemtur. Eitt nú kravdi hann, at alt, sum vit keyptu skuldi rindast kontant. Hetta var ikki vanligt tá á døgum, tí fólk flest høvdu kontrabøkur, og tað var nærum ógjørligt at fáa hýruna útgoldna í reiðum peningi frá føroyskum reiðaríum, sigur Martin Ejdesgaard. Og hann heldur, at pápin var bangin fyri at koma í skuld, sum so nógv komu, og tí hevði hann tikið hesa heldur óvanligu avgerð. Mong komu sær annars í óføri, tí tey ongantíð fingu hýruna í hondina, tá tey snøgt sagt høvdu etið hana upp við at keypa uppá borg, áðrenn pápin kom heim av fiskiskapi.
Ótangar ella bara óvitar
Martin er uppvaksin í Kirkwall, sum er býlingur á Tvøroyri, og sum smádrongur var hann partur av einum stórum bólki av óvitum, sum mólu niðri á keiini, og gingu umborð á sluppirnar at bidda keks, so skjótt, høvi var til tess.
- Eg hevði ein eydnuríkan og stuttligan barndóm her á Tvøroyri og uppi í Kirkwall. Vit vóru so nógvir dreingir í grannalagnum, at vit mannaðu eitt heilt fótbóltslið. Vit gingu út á sluppirnar, sum lógu við kei, og altíð var politiið í hølunum á okkum at reka okkum heim, tí teir hildu, at vit einki høvdu at gera niðri á keiøkinum, greiðir Martin Ejdesgaard frá. Spurdur, hví løgreglan jagstraði teir, sigur hann við einum skálkabrosi, at teir høvdu fyri at taka smáu bátarnir hjá sluppunum og rógva við teimum úti á fjørðinum.
Handilslív
- Men her í handlinum vóru fólk altíð blíð at keypa frá. Undir vegginum sótu teir gomlu á bonkinum og prátaðu, og handan skivuna rokaðust Niels í Øravík, Jenna og Herta var eisini í mong ár, sigur Matrin, sum hevur verið sjómaður alla sína tíð. Og hann greiðir frá um handilslívið, sum var í bygdini, tá hann var smádrongur:
- Mat- og gerandisvøra var at fáa hjá N.J. Mortensen, D.J. Enni, á Tanganum og hjá Thomsen. Harumframt vóru eini 4-5 bakaríir, umframt kjøthandilin hjá Eli Mortensen. Og eg minnist serliga væl hestavognarnir, sum koyrdu inn til Tvøroyri við nýbakaðum rugbreyði.
- Men eg havi ikki siglt nógv hjá Thomsen. Var ein túr við Westward Ho, sum reiðaríið átti tá, og so var eg eisini ein túr við Onnu T. undir New Foundlandi, greiðir hann frá.