Síðan 1998 hava John Kári Jacobsen og Alexandur Joensen átt stálbygda útróðrarbátin Bragd, sum rør út av Klaksvík. Nú hava teir fyri fyrstu ferð sett bátin á sølulista. Um báturin verður seldur, veldst um prísin, sum teir kunnu fáa fyri hann.
Tað er við blandaðum kenslum, at hetta er gjørt, men sum John Kári sigur, er hetta líka so nógv fyri at gera eina roynd, um áhugi er fyri at keypa bátin.
- Eg vil ikki ordiliga gevast. Hetta er ein veldugur bátur, og skuldu vit seinni keypt okkum ein annan bát, høvdu vit ikki fingið ein so góðan - og sjógóðan - bát aftur. Tað eri eg sannførdur um, leggur hann aftrat.
John Kári sigur, at útróðurin var góður og brúkiligur tey nógvu fyrstu árini og í stóran mun heilt fram til 2005. Síðan tá hevur ikki verið nakað serligt, og seinnu árini hevur útróðurin als ikki givið tað, sum skal til fyri, at hetta skal vera ein áhugaverd vinna.
- Síðan veiðan eftir toski og hýsu minkaði, hevur útróðurin kastað ov lítið av sær, og árið 2012 er einki undantak. Fiskaprísurin hevur heldur ikki verið nakað at reypað av.
Útróðrarmaðurin ivast tó onga løtu í, at fiskurin kemur aftur.
Hann vísir á, at hýsan, sum fekst í fjør, var rímiliga stór. Hinvegin hevur nógv smáttfallandi hýsa verið uppi í veiðini í ár, og tað er gott tekin.
- At so lítið er at fáa av toski og hýsu, hevur einki við veiðitrýst at gera. Tað er náttúran, sum spælir okkum eitt puss. Hetta sæst eisini við, at lítil sjófuglur hevur verið at sæð um somu tíð, sum fiskurin er minkaður, sigur John Kári Jacobsen.
Útróðrarmaðurin heldur tað vera stórt spell, at gongdin í útróðrarvinnuni er so vánalig.
- Í fyrsta lagi er tað harmiligt fyri hesa vinnu, og í aðrar mátar er tað eisini spell fyri samfelagið. Útróðurin hevur møguleikan at føra hin nýggjasta og feskasta fiskin til lands. Jú, eg haldi tað vera harmiligt, at útróðurin veruliga er við at doyggja burtur.
John Kári Jacobsen vísir á, at tá hann var yngri, egndu helst fleiri enn 30 bátar størri enn 20 tons á Stongunum.
- Hetta var eitt stórt arbeiðspláss - ja, helst eitt tað størsta í Føroyum. Í dag er deytt sum í grøvini, og kanska eru fýra bátar eftir í dag, sum eru størri enn 20 tons, sigur útróðrarmaðurin, sum nú hevur lýst bátin til sølu.
Tríggir mans eru við Bragd, og ein maður skipar fyri í egningarskúrunum á landi.