- Svimjihylurin í Tvøroyrar skúla verður stongdur fyri allari almennari svimjing í viku 26, 27 og 28 - tað vil siga frá 23. juni til og við 14. juli.
Tað siga tey í Tvøroyrar kommunu í dag.
Orsøkin er, siga tey í kommununi, at starvsfólk eru í summarfrí, og at høvuðsreingerð verður framd í hylinum í hesum tíðarskeiði.
- Vit vóna, at borgarar vísa tolsemi og skilja týdningin av neyðugum viðlíkahaldi og reinføri.
Lagt verður aftrat, at svimjihylurin í Tvøroyrar skúla letur upp aftur sum vanligt mánadagin hin 15. juli.