Um tað var upp til Tórshavnar Kommunu, so vóru runa og vatn í høvuðsheitum einastu uttandura leikurnar hjá børnunum, sum ganga í dagstovninum á Landavegnum í Havn. Stovnurin lat upp í 2004, men tá var uttandura økið ikki gjørt, og enn stendur tað, sum tá byggifyritøkan fór av staðnum. Foreldrini hava roynt at hampa um, men í juni 2006, eftir nógvar garðdagar og útreiðslur, gjørdu tey av at senda kommununi eina klagu við undirskriftum. Í tí sambandi vóru tey eisini á fundi við borgarstjóran og umsitingina.
- Men vit hava onki hoyrt aftur, og tað undrar okkum ikki sørt, sigur Martha Sigurðstein, sum limur í foreldraráðnum. Hon eigur tvey børn á stovninum, sum eru ávikavist 2½ ár og 4 ár.
Foreldrini royndu
Hon vísir á, at tað, sum børnini hava at spæla við, hava foreldrini tikið stig til og goldið fyri. Eitt nú hevur foreldraráðið skipað fyri garðdøgum, har tey hava sett upp ein hjall, ein bát og ein skeiðibana, umframt at tey hava lagt mold og graslíki á.
- Foreldrini eru sera ónøgd og ótrygg við støðuna. Higartil hava vit goldið alt sjálvi, tí vit kunnu ikki liva við, at tey umleið 60 børnini bara hava sandkassar og tvær reiggjur at spæla við, sigur Martha Sigurðstein, sum fyrst og fremst finst at, at kommunan ongantíð gjørdi økið rundan um stovnin liðugt.
- Økið er alt sum tað er eitt stórt runudíki, og so stendur ein long røð av løgnum stabbum og peiggja upp í loft, greiðir Martha frá. Hon vísir á, at foreldrini eru ótrygg við hesar stabbarnar, tí tey óttast, at børnini koma at sita føst. Harumframt vísir hon á, at økið er ikki drena, og at hetta millum annað hevur við sær, at tá tað regnar, so er eitt stórt vatn aftanfyri stovnin.
Kommunan hevur ábyrgd
- Av tí at økið um stovnin er so stórt, so tora starvsfólkini ikki at lata børnini spæla úti, tá tað er myrkt, tí tey rýma út í øll heraðshorn, og kunnu, um illa vil við, drukna í einum av stóru hyljunum uppi á høvdini aftanfyri stovnin, sigur Martha, sum kundi hugsað sær, at økið í størri mun var skermað av.
- Av tí at myrkrið krógvar børnini, eru tey inni í tímar á degnum, har tey í roynd og veru kundu verið úti og spælt, sigur Martha Sigurðstein, sum eisini undrast á, at kommunan ikki hevur verið úti og góðkent ella eftirkannað arbeiðið hjá foreldrunum.
- Eg skilji ikki, at kommunan torir at lata alt hetta arbeiðið upp í hendurnar á vanligum fólki, tí hendir ein vanlukka, so er tað kommunan, sum hevur ábyrgdina, sigur hon.